fríggjadagur 21. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 • 21. november 2008
Vikuskifti
8
Áhugi fyri týdningum
Tú gerst alt fyri eitt varug við
hansara serliga ans fyri orðum
og teirra týdningum, eins og
tað á øllum brøgdum sæst,
at hann er meira enn nøgdur
við at viðtalið er ætlað einum
blaði við so margháttligum heiti
sum SOSIAL-URIN. Víst hevur
maðurin humoristiskan sans,
men googlar tú hansara navn
og “urin” koma ikki so fá úrslit,
ið benda á, at listamaðurin í
fleiri av sínum konseptuellu, ella
hugskotsgrundaðu verkum sum
t.d. “Æterlegeme” (1986) hevur
brúkt land sum part av tilfarinum.
“Æterlegeme” verður roknað
sum eitt av høvuðsverkunum
innan danska list og er í ogn
hjá Statens Museum for Kunst,
har tað nýliga var kjakevnið á
evnisviku um samtíðarlist og
trupulleikan við at halda list
við líka, sum upprunaliga var
ætlað at forfarast. Listamaðurin
tykist blíður og prátingarsamur
og tosar um Steffan Danielsen
og kensluna av ómetaligum
einsemi í myndum hansara,
meðan undirritaða finglast
heldur fjálturstungin við
bandupptakaran, sum einki
band er í. Og meðan Jan finnur
eitt band, práta vit víðari, eg
og listamaðurin, ið tykist hava
eina ørgrynnu av orðum til taks
og sum hugsar og tosar skjótt
og nógv og sum ikki hevur fyri
neyðini at verða settur í gongd
við meira enn tí vandaleysa
byrjanarspurninginum. Hann er
væl lærdur og hevur umframt
akademiútbúgvingina, eisini
lisið bókmentafrøði og teknfrøði
(semiotik). Tá hann verður
skýrdur sum størsta flogvitið
í sínum ættarliðið, ella sum
danir siga “sin generations
største æggehoved” verður
altso ikki bert sipað til frísýruna
hjá myndlistamanninum,
yrkjaranum, kuratorinum
v.m., Claus Carstensen, ið
bert 36 ára gamal gjørdist
professari á kunstakademinum
í Keypmannahavn, har hann
dvaldist árini 1993-2002. Henda
kavahvíta seinnapartin seint í
oktober er hann staddur í Grafiska
Verkstaðnum í Gundadali í Havn,
her tey bæði Jan Andersson og
Fríða Brekku eru í ferð við at
skipa tað seinasta av avrikinum
í hesum arbeiðsumfarinum,
nú bæði veggir og borð eru á
tremur av steinprentum hjá
Claus Carstensen, ið øll eru í
háformati. Summi teirra eru
plakatkend við litfagrari grund og
greiðari, svartari átekning, meðan
onnur tykjast meira klassiskt
grafisk. Hesi sýnast um somu
tíð bæði grovari og fínligari,
vovin í svørtum, hvítum og einum
sonnum ríkidømi av gráum tónum.
Deyðatilvit
Eg biði fyrst Claus Carstensen
greiða frá hvat tað er, hann hevur
gjørt á Grafiska Verkstaði Føroya:
Ein øgilig framleiðslumegi hevur
valdað teir níggju dagarnar, hann
í hesum umfarinum hevur arbeitt
her, greiðir hann frá og heldur
fram: “Vit hava arbeitt frá tíðliga
á morgni til seint á kvøldi og
fingið eitt sera gott arbeiðslag so
at vit nú at enda hava heili tólv
liðug prent við øllum uppløgunum
liðugt prentaðum. Eg byrjaði
við at gera nøkur irisprent, har
tríggir litir vórðu prentaðir í senn.
Hetta gongur skjótari enn tá ein
litur verður prentaður í senn, tí
á henda hátt er tað nóg mikið
bert at hava tvey prentumfør;
eitt við litum og so tað svarta.
Tá so steinurin at enda stóð og
bara skuldi vaskast reinur, gjørdi
eg eitt fuck-up á steinin, har tú í
grundini oyðileggur hann og síðan
tekur eitt prent honum. Á henda
hátt fært tú tvey sløg av prentum
burtur úr tí eina steininum; eitt
sum er koloristiskt og plakatkent
og meira reint og vakurt og so eitt
meira skitið og rátt avbrigdi.
Innihaldslig snúgva hesi prent
seg um eina av Duino-elegiunum
há Rainer Maria Rilke, ið m.a
orðar tað soleiðis: “Mit allen
Augen sieht die Kreatur / das
Offene”. Tað snýr seg um munin
millum deyðatilvitið hjá djórum
og menniskjum, har djór við tað,
at tey ikki verða hildin at hava
tilvit um, at lívið er avmarkað,
liva í einum opnari lendi enn
menniskjað, sum altíð hevur hetta
framman fyri sær, at lívið hevur
ein enda. Ein avmarking, sum jú
hevur ótrúliga stóran týdning fyri
okkara lívsáskoðan og fyri alla
okkara mentanarligu uppbýting
av tíð og rúmi. Myndevnið av
djórinum og menniskjanum havi
eg brúkt áður í málningum og nú
havi eg tikið tað við her. Sostatt
er talan ikki um skitsur, men
um eitt slag av eftirburði, ella
avrunding av nøkrum, sum hevur
verið”.
Verkini skuldu
sodnast
Hvat er fagurfrøðiliga sjónarmiðið
aftan fyri tílíkar myndir sum
hesar? Tær sýnast í grundini
rættiliga dekorativar við vøkrum
litum og mynstrum..
“Jú, tað kanst tú gott siga,
men samstundis er tað ein
sannroynd, at mínar myndir eru
øgiliga ringar at selja. Ein orsøk
til tað er kanska, at hetta er
eitt slag av jóturdýrs-estetikki,
sum eg brúki og sum krevur, at
verkini skulu meltast og sodnast
nakrar ferðir, áðrenn tú fært eina
fatan av innihaldinum. Fólk hava
helst kenslu av, at tað er meira
í teimum, enn tey beinleiðis
síggja og skilja og tað er eisini
rætt. Hetta er ikki klassisk
minimalisma av tí slagnum:
“what you see is what you get”,
men næstan tað øvugta: “what
you don´t get is what you see”.
Litavalið er í grundini tilvildarligt.
Í staðin fyri eitt litkort brúktu vit
bøkurnar, har Jan hevur noterað
litirnar, sum tey undanfarnu
listafólkini, sum hava arbeitt á
verkstaðnum, hava brúkt. Tað vil
siga, at tann eina myndin t.d. er
ein Hansina Iversen osfr. Hatta
slagið av konstruktivari tilvild
dámar mær at brúka”.
Tilgongdin í tínum verkum er
hugskotsgrundað og verkini
innihalda ofta figurativar staklutir
BEAT THE MATERIAL
»Hetta snýr seg helst onkursvegna um postmodernismu
og dekonstruktión, men beint nú eri eg mest áhugaður í tí
tøkniliga, í tí, eg kann fáa burtur úr sjálvum steininum«,
sigur danski listamaðurin Claus Carstensen millum annað
í áhugaverdum viðtali, sum avdúkar ein ovurhonds
aktivan, forvitnan og harav sera vitandi listamann, ið
eisini kennir til føroysk viðurskifti
Listprofilur
Kinna Poulsen
BEAT THE MATERIAL
Listamaðurin skoðar irisprent