Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 225 - 21. november 2008 g heimi Ìstaðin fyri at baks­ ast við tungar olju­ tunnur fyri at fáa olju í tangarnar í húsunum, umhugsa útoyggjafólk nú at søkja landsstýrið um stuðul til at keypa hitapumpur, so at tey verða fullkomiliga leys av olju Útoyggj Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At fáa hita í húsini í Skúvoy er eitt satt baks. Oljan, sum skal í tangarnar, kemur í tunnum til Skúvoy­ ar við strandfaraskipinum Rituni. Síðani skulu tær baksast niðan á og so verða tær koyrdar hús úr húsi og oljan fylt í tangarnar. Sostatt er tað mangan dagsverk at fáa tangarnar fyltar. Men tað kemur eisini fyri, at tað hevur liggjandi ókyrra, so at báturin ikki hevur fingið lagt at í longri tí, og tá er tað komið fyri, at fólk hava sitið køld, tí oljan hevur verið uppi. ­ Hetta eru ikki mann­ sømilig kor, sigur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy. Skúvoyingar hava í fleiri ár roynt bæði eitt og annað fyri at gera oljuna lættari at fáast við. Eitt nú hava tey roynt at fáa avtalu um at fáa olju til húsarhaldini úr tangunum hjá SEV í Skúvoy, men til fánýtis. ­ Og higartil hevur tað so slettis ikki hjálpt at tosa við politiska myndugleik­ an, sigur Tummas Frank Joensen. Hann sigur, at tað, sum hevði hjálpt væl, hevði verið at fingið eina rætti­ liga havn, soleiðis sum vit umrøða í aðrari grein í blaðnum og so at ferja kundi lagt at við tangabili umborð. ­ Við eini nýggjari havn, ber til at fáa kyrt atløgu­ pláss eini 90% av tíðini, sigur hann. Stuðul til hitapumpur Men nú hevur Tummas Frank Joensen eisini fingið eitt annað hugskot. Seinastu tíðina hevur tað verið nógv frammi at fáa sær hitapumpur fyri at sleppa undan oljunýtsluni. Og Tummas Frank Joen­ sen sigur, at nú fara tey at umhugsa at søkja lands­ kassan um stuðul til at fáa hitapumpur til hvørt hús í Skúvoy, tí so er trupulleikin við oljuni loystur fyri alla tíð. Og so fáa tey tann eyka­ vinningin, at tað er umhvørvisvinarlig orka og tað átti eisini at talt við. Les meiri á síðu 8. Ein lætti at sleppa undan olju Høvdu Skúvoyingar fingið eina ordiliga Havn, høvdu teir verið nøgdu við at fingið Rituna fyri fyrst tá ið Nòlsoyingar hava fingið nýtt skip teir ein kopling, sum kann setast á leiðingina hjá SEV. ­ So kundu vit havt ein lítlan tanga í einum vogni at koyrt til tey ymsu húsini. Men tað hevur ongantíð borið til at fingið avtalu við SEV um at fáa olju úr tang­ anum hjá SEV til húsini í Skúvoy. Tað síðsta vit frættu var, at betaltu vit 1500 krón­ ur um tíman, kundi SEV pumpa olju úr tanganum til húsini. ­ Sum støðan er nú, kem­ ur øll oljan í tunnum við Rituni og so hava vit traktor at koyra tunnurnar runt í bygdini við. Men so skal tað fáast úr tunnunum í tangarnar í húsunum og tað er mangan dagsverk at fylla oljutangan. Áður kom lítli tangabát­ urin, Stathav til Skúvoyar við olju og tá varð pumpað beinleiðis í oljutangan hjá fólki. Men síðani Stathav gekk burtur, hava tey baks­ ast við oljutunnur. ­ Og tá ið veðurlíkindini eru vánalig og tað ikki slepst í oynna í eina tíð við bili, er tað komið fyri, at fólk hava sitið køld. ­ Tað eru ikki sømilig við­ urskifti nú á døgum, sigur Tummas Frank Joensen. ­ Høvdu vit havt eina rættiliga havn, høvdu vit kunna fingið bilaferju í oynna av ov á og so hevði eisini borið til at fingið tangabil í oynna, leggur hann afturat. Les meiri á síðu 9. Vit eru við at læra tað Vit skulu nokk læra tað. Seint, men sikkur: At bankaráðgevi okkara fyrst og fremst er seljari, hareftir ráðgevi. Brúkararáðið í Danmark hevur kannað forholdið millum brúkaran og bankan – og til bankaráðgevarnar. Kanningin vísir, at okkum dámar ikki provisiónsløntar bankaráðgevar, ið verða løntir fyri sølu. Sjey av tíggju trúgva ikki, at tey fáa eina ordiliga ráðgeving, um ráðgevin verður løntur við provisión. Tað er sikkurt eisini ein rímuligur pástandur. Til teirra egna fakfelag fortelur ein av 20 bankaráðgevum í øllum førum, at teir hava selt ráðgeving, ið var góð fyri bankan, men ring fyri kundan. Fjórði hvør kennir seg kroystan millum áhugamál kundans og bankans. Symfoniorkestur og 150 børn Eins og undanfarin ár fer Føroya Symfoniorkestur at hava familjukonsert í Runavík og í Tórshavn, har øll eru vælkomin. Á skránni verður jólatónleikur, ung tónleikafólk fara at framføra, 150 børn fara at syngja, og øll sleppa at syngja saman við stóra symfoniorkestrinum. Konsertirnar verða í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 6. desember klokkan 16, og í Ítróttarhøllini á Hálsi í Tórshavn sunnudagin 7. desember klokkan 16. Kostnaðurin fyri konsertina er 75 krónur.