Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 9 við ymiskum tilsipingum, ið kunnu vera ævisøguligar, politiskar, mentanarligar osfr.. “Ja, eg royni at vera tilvitaður um, at liðirnir í sambandi við hvussu myndir mínar verða fataðar, eru fleiri. Tann eini liðurin er sjálvandi tann fortreytarleysi, har áskoðarin fyriheldur seg til litir, formar, skrift osfr. Hevur tú so ein tekst sum t.d. “vatn í beinunum, vatn í búkinum, vatn í høvdinum og kroppsakademi”, so nýtist áskoðarin ikki vita, at hetta stavar frá, tá góði vinur mín Torben Christensen hevði krabbamein og ikki slapp av við vatni í kroppinum og sum harvið var við at drukna í síni egnari kroppsvætu og at Torben altso eisini var akademiprofessari. Tað, sum er umráðandi er, at orðið kroppsakademi ikki var til fyrr enn eg fann upp á tað til høvið og at hetta orðið poetiserar restina av tekstinum, sum upprunalig er ein klinisk lýsing av eini sjúku”. Tá Per Kirkeby var her, var hann nógv úti í náttúruni og teknaði. Hevur landslagið nakran myndevnisligan ella listarligan týdning fyri teg? “Nei, yvirhøvur ikki. Hetta verkstaðið kundi tí viðvíkjandi ligið í Berlin, Köln, Keypmannahavn ella onkra heilt aðra staðni. Fyrimunurin við at vera lutfalsliga avbyrgdur her hjá Jan og Fríðu er, at mann ikki fer heim frá arbeiði klokkan fýra sum vanligt er aðrastaðni. Ofta hava vit arbeitt til seint í kvøldi og møðin úrslitar onkuntíð í áhugaverdum villum sum t.d. tá Jan av óvart kom til at vaska ein stein við tussj, sum ikki var heilt turr og sum blandaðist við vatnið og setti seg í steinin sum eitt gruggut lag, ið líkist sukurakvatintu. Hetta árinið er vanliga ikki lætt at fáa fram í steinprenti og vit hava brúkt tíð uppá at læra at stýra tí í sonevndum vátum asfaltsvaskingum, sum geva eina rúgvu av grátónum. Tað er eisini eitt serligt frælsi í, at tú ert so langt burtur frá tínum vanliga gerandisdegi og listapalli. Her snýr tað seg einans um teg og steinin: BEAT THE MATERIAL, sum tað stendur á tí eina av steinunum. Ein onnur orsøk til, at mær dámar væl at vera her, er at Jan altíð er við uppá at eksperimentera. Nógvir litografar eru annars rættiliga siðbundnir, teimum dámar best teir klassisku arbeiðshættirnir og halda, at tað gevur eitt frálíka kornut, lyriskt og málandi árin, tá ein litografiskur blýantur verður nýttur at tekna á steinin. Men tað er altso serliga alt tað, sum mann ikki eigur at gera, sum mær dámar og tað ger Jan eisini. Tá eg komi upp aftur í desember ætli eg mær at gera eitt stórt prent á einum pappíri, sum verður 100 x 140 cm og sum hervið sprongir rammuna hjá steinprentinum, har steinurin vanliga avger støddina. Jú vit hava gjørt nøkur stór lop tøkniliga sæð her á verkstaðnum. Tey litaðu steinprentini síggja onkursvegna dynamisk út sum um tey øll eru komin flúgvandi úr eini pressu... “Ja, vit hava valt at klippa tað ovasta og niðasta av myndumum og hetta hevur við sær, at tær næstan síggja út sum vóru tær sproytaðar út á sprittduplikatori. Tær litaðu myndirnar vóru ætlaðar at vera flashy og skjótar at lesa av í fyrsta umfari og síðan kann áskoðarin fara í holtur við at hugsa. Hinar eru meira grafiskar, har kanst tú njóta grátónarnar og teirra dýpd. Tað er fyrstu ferð eg havi verið uppi at vent í teimum gráu tónunum, men eg haldi tað er feitt, at tað eru tey somu myndevnini, ið vera brúkt í teimum ymsu myndunum, við sera ymiskum úrsliti. Listasavnið - ein gøla Men fyri at venda aftur til landslagslistina, so er einki av tí í mínum myndum. Landslagslistin er, eisini í sínum mest lýriska avbrigdi sum í myndunum hjá Per Kirkeby, mimetisk og tað er mín list ikki. Fyri mær er tað ikki so stórur munur á listafólkum sum Mikines, Zachariasi Heinesen til Ingálv av Reyni og Tróndur Patursson, ið allir taka støði í einum upplivaðum landslagi. Tað sama sæst í grundini eisini á teirri stóru Kirkeby framsýningini á Louisiana, at talan er um abstraktiónir, sum hava støði í eini landslagslesing. Landsløg eru fyri meg bert rúm, har menniskju kunnu hava eitt slag av samspæli, ella sum ein írskur filmsleikstjóri segði einaferð; Landsløg eru fjarstøður millum menniskju, sum skulu afturumleggjast.” Føroysk list er fyri tað mesta mimetisk...? “Tað er donsk list kanska eisini. Í øllum førum, skulu vit døma eftir áðurnevndu framsýning á Louisiana, sum jú postulerar, at Kirkeby fyrst og fremst er málari. Hann hevur í grundini eisini gjørt t.d. sera sterkar, konseptuellar standmyndir. Men jú, tað nógva av føroysku listini heldur seg innan fyri eina modernistiska, norðurlendska siðvenju av abstraktari landslagslist og tað er helst ikki lætt at halda uppat, tá eftirspurningurin eftir tílíkari landslagslist er so stórur sum hann er. Tykkara listasavn er jú ov lítið í mun til tey mongu føroysku listafólkini. Ótrúligt at hava so nógv listafólk í einum so lítlum landi sum Føroyar. Á listasavnsøkinum hava vit í Danmark tó flutt okkum heilt nógv í mun til støðuna her uppi. Tí fyri 30-40 árum síðani kundi tú væl sita sum leiðari fyri eitt listasavn uttan fakliga útbúgving, meðan hetta er at kalla ógjørligt í dag. Tað er einki minni enn ein gøla, at leiðarin av tjóðarlistasavni tykkara ikki hevur tílíka útbúgving. List er ikki sum tað var í gomlum døgum, eitt kall, men ein ídnaður, eitt yrki og eitt mál, sum skal lærast júst eins og onnur mál. Fyri at koyra eitt listasavn í dag, er neyðugt við listfakligari útbúgving, sum tryggjar eitt objektivt listfaklig kjak og sum eisini kann veita vissu fyri, at avgerðir ikki verða ávirkaðar av átrúnaðarligum, politiskum, tjóðskaparligum ella av nøkrum øðrum áhugum.” Hvat heldur tú skal til fyri at føroysk list kann menna seg og at føroysk listafólk kunnu vinna altjóða listakappingar sum t.d. Carnegie Art Award? “Í fyrstu syftu eiga tey at vera svensk, tí tveir triðingar av listafólkunum, sum hava vunnið hasa heiðurslønina eru sviar, eins og Carnegie bankin, ið fíggjar heiðurslønina, eisini er svenskur. Carnegie Art Award er als ikki uttanveltað, men partísk. Men álvaratos, so skilji eg væl áhugan fyri landslagnum her uppi, tí tað er alla staðni og tekur teg á bóli, bara tú fert útum. Eg havi upplivað bláan himmal, dupultar ælabogar, hegling, kavaódn og nú er spurningurin hvørt eg sleppi avstað í morgin, so nei, tað er ikki lætt at sleppa undan landslagnum her uppi. Til tess at menna føroysku listina er neyðugt, at tit lata upp fyri menningini, fyri konseptlistini og øllum hinum í staðin fyri at tvíhalda um ta føroysku siðvenjuna og í hesi menningargongdini er útbúgving sjálvandi alneyðug fortreyt. Eg haldi eisini, at ein málari sum Mikines kanska er sloppin at spæla ein ov stóran leiklut í føroyskari list. Hansara myndir standa í grundini ikki mát við hvussu stórur hann verður hildin at vera og so slett ikki grindadráps- og dansimyndirnar, ið hava okkurt tjóðminnafrøðiligt yvir sær. Annars boðar listarliga úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen eisini heilt greitt frá onkrum nýggjum. Mær dámar sera væl eina mynd sum “Birgitte 23 ár og grindamaðurin 53 og hini” hjá Tóroddi. Hansara list er meira hugskotsgrundað og hann er sera tilvitaður um tað, hann nevnir føroyakitsch og hvør veit um hann, ella Rannvá Kunoy og tey yngru listafólkini fara at birta í konseptlistina her á landi. Alt kann henda; Ísland hevur Bjørk og tað kann væl vera, at eisini tit hava ein tílíkan kapasitet.” Og meðan hon, sum hetta viðtal skrivar, roynir at sodna ta óvæntaðu, men áhugaverdu viðmerkingina um Mikines, støkkir ein føroyskur listamaður inn á gólvið og borðreitt verður við kaffi og rómakøkum, sum vit eta við góðan hug meðan prátið heldur áfram sum tað plagar í Grafiska Verkstaði Føroya um lívið og listina og um veðrið og kjøtið. Myndirnar hjá Claus Carstensen verða at síggja saman við myndum hjá Tóroddi Poulsen á framsýning í Norðurlandahúsinum 8.des. Claus og uppvørpan