fríggjadagur 21. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 • 21. november 2008
Vikuskifti
10
Fjallið Esja hevði klætt seg í
vetrarbúna um náttina og oman
í hálvu líðina lá kavin henda
klára heystarmorgunin. Kalda
útnyrðingslotið lá inn yvir víkina,
men nógvir reykingar hövdu
kortini hættað sær í sundlaugina
- svimjihylin.
Frískligt var at koma úr
skiftingarrúminum yvir í heita
pottin. Samstundis sum heita
jarðarvatnið hitaði limirnar, beindi
tað bítandi kalda fleyrið fyri
leivdunum frá leygarkvöldinum -
lunda í laka, stoktari lundabringu
í brennivínssós saman við
kraftmiklum reyðvíni, sum
matstovan í Lækjarbrekkuni 2
hevði á matarskránni.
Komin úr Laugardali og út
um Reykjavík seta vit kós ímóti
Mosfellsbær. Ætlanin er at vitja
”Gljúfrasteinn - hús skáldsins”.
Heimið hjá kenda skaldi Íslands,
Halldóri Laxness, er í dag skipað
sum savn. Opið alt árið - eisini
ein sunnumorgun á gáttini inn í
veturin.
»Ja, veturin verður bæði
langur og strangur«, segði ein
lögreglumaður, vit möttu. Sipandi
til fíggjarliga jarðskjálvtan um
veturnætur.
Íslendingar eru náttúrufólk
- útivistarfólk - og á götum, sum
snúgva seg í lendinum, síggjast
fólk. Summi renna, onnur ganga
og onkur sæst á hestbaki.
Halldór - William
Uppi undir Varða stendur eitt lítið
hús við einum spískum taki.
Einaferð í vár greiddi Zacharias
Heinesen hugtakandi frá
skrivismáttuni hjá pápanum,
Williami, í Bylgjuni. Ein sending,
sum Útvarpið hevði á skránni
seinrapartar. Bagge, sum annars
ikki er maður við mongum orðum,
tók henda dagin lurtaran við
sær á eina áhugaverda ferð frá
sethúsunum niðan til smáttuna á
heygnum.
Vit, sum henda dagin lurtaðu
eftir táttinum, Ástaðið, hjá Suna
Merkisstein, sóu fyri okkum,
hvussu William sleipaði kol
niðan í smáttuna, kikaði upp í
ovninum og setti seg at skriva
í sínum egna heimi. Kanska
skrivaði hann á gomlu maskinuni
upp á skaldsöguna Den Sorte
Gryde, stuttsöguna Grylen ella
skrivaði hann um teir glataðu
spælimenninar….
William er nógv lisin í Evropa
og nógv ferðafólk hava hug at
síggja húsið hjá honum, greiddi
Bagge frá. Tað skiltist, at alt er
framvegis í húsinum. Tað er, sum
tað var, tá William og Lisa livdu.
Heimið er varðveitt. Eisini stovan,
har hann klipti tær hugtakandi
klippmyndirnar seinastu árini.
Ein dýrgripur hjá Havnini, sum
tilnevndi hann til heiðursborgara.
Við Köldukvísl
Vit eru komin á Þingvallarvegin og
koyra inn í breiða Mosfellsdalin.
Rættiliga oyði. Gullittu heystar-
litirnir eru um at taka yvir í
líðunum. Til vinstru handar síggja
vit Laxness-garðin, sum er kendur
fyri sína góðu hestaleigu. Tað
hevði verið hugaligt at farið “á
bak” í hesum góðveðrinum, men
í dag er ein onnur mentan á
dagsskrá.
Stutt frá Þingvallarvegnum
liggur eyðkenda hvíta húsið.
Halldór og konan, Auður,
lótu byggja Gljúfrasteinn í
fjörutiárunum. Nærhendis
skálanum, har Halldór vaks upp.
Og skamt frá ánni við tí kaldliga
navninum, Kaldakvísl.
»Eru tit feyringar. Hér koma
ekki margir feyringar«, flennur
fryntligi bókmentafröðingurin í
móttökuni og er skjót at peika
á skaldsöguna Undir egið borð.
Tað er föroyska heitið á kendu
skaldsöguna, Sjálvstætt Fólk,
sum Tóra Tóroddsdottir og Martin
Næs, hava föroyskað. Hon liggur
millum mongu skaldsögurnar hjá
Laxness, sum eru týddar til meiri
enn fjöruti tungumál.
Í móttökuni niðanvert sethúsini
síggja vit eisini eina krýniku
um skaldið og samtíð hansara
á einum skýggja. Og samtíð
Laxness er öll 20. öld. Föddur
í ´02 og deyður í ´98. Brot er
úr samröðum við Halldór og
frásagnir eru eisini um eitt nú
bókútgávur.
Sjálvstætt Fólk telist millum
100 tær bestu skaldsögurnar í
Hugleiðingar
Johan Mortensen
Varðin við Gljúfrasteinn
Hugleiðingar frá vitjan í húsi Laxness. Túsundtals vitja árliga Gljúfra
steinn. Kanska bíða mong eftir at vitja Williamshús Undir Varða