fríggjadagur 21. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 • 21. november 2006
inngangur
Soleiðis er vanligt at taka til, tá
ið ein fær okkurt forkunnugt.
Tað fekk eg hendan dagin.
Føroyskar røtur! Hvítarøturnar,
rótakálið (Brassica rapa subsp.
rapa) er tikið upp nú, og er í
sesong, sum tey so flott siga
aðrastaðni. Røturnar hjá ok-
kum eru forkunnugar so tað
forslær. Ikki kemur so nógv
burturúr í nøgd longu vakstra-
rtíðini á norðaru breiddarstigu-
num hjá okkum, men smakku-
rin í hesum rótum, ið spakuliga
hava búnast gerst einastan-
dandi, - himmalskur. Sera
aromatiskur og samansettur,
frískligur og skarpur sum pipar-
rót og næstan søtligur eins og
pera. Eg tori at pástanda, at vit
í Føroyum eiga heimsins bestu
hvítarøtur!
Havi tó varhugan av, at fólk
ikki gera so nógv burturúr
rótakáli longur. Kanska ov nógv
stríð, - veit ikki. Minnist sjálvur
aftur á rótakálgarðin, ið omm-
ubeiggjarnir høvdu í Víkarbyrgi.
Vit plagdu at kóka róta-súpan,
bæði í ræstari súpan og eisini
feska. Væl smakkaði!
Ikki havi eg smakkað føro-
yskar røtur á hvørjum ári og
kanska smakki eg tær somu
vælkendu, men í ár varnaðist
eg hesar stóru ”kanón-kúlur-
nar” (sí mynd), ið eisini skuldi
eitast at vera føroyskar røtur.
Sjálvsagt gerst skurðurin væl
størri við hesum slagi, men
smakkurin kemur also ikki upp
um hálvan skógv á teimum
smærru. Stóra slagið hóskar
væl at baka í ovnin ella til morl,
men koyrir tú røturnar í eina
saftmaskinu, ið skilir alt trevsu-
ta turrevnið frá, og hin reinasta
sevjan rennur frá, so kemur
munurin serliga til sjóndar. Úr
smærri hvítarótunum fært tú
sera neyvt og reint smakkandi
djús, ið hóskar sera væl sum
ein ”snapsur” at leska sær við
millum rættirnar í einari máltíð.
Rótakálgarðarnir fækkast í
tali, men kortini finnast enn
handlar, ið fáa til vega føro-
yskar hvítarøtur til keyps. FK
í Hoyvík hevði ein lítlan platt
við føroyskum rótum hendan
dagin. Tað skula teir hava rós
fyri. Forkunnugt og skilagott!
Nú er tað so nógv frammi,
at vit skula hugsa meira um
umhvørvið og hvussu vit liva
og forbrúka. Vit skula keypa
frískar dygdarvørur lokalt og
spara sokallaði ”food-miles”
(óneyðugan flutning) Tað sæst
í alskyns høpum, er næstan
vorðið mainstream og góðtikið
av vanliga fólkinum sum heild
í Vesturheiminum. Tað gon-
gur ikki longur at skula flyta
matvørur runt um alla klótina í
framkomnum pakningi, soleiðis
at vit eitt nú kunna keypa frísk
jarðber alt árið. Heimamar-
knaðurin fyri lokalar vørur má
víðkast. Vit eiga at gagnnýta
okkara egna tilfeingi nógv
betur. Tað minkar um innflut-
ningin og økir tilvitanina um
okkara føroyska tilfeingis-sam-
leika (og ja, eg hugsi ikki bara
um CO2-roknskapin). Røturnar
hava uppiborið betri. Og í
seinna enda kunna vit kanska
útflyta nøkur hundrað kilo av
heimsins bestu hvítarótum bara
fyri at styrkja um tjóðar-bran-
dingina, sum tað so flott eitur
úti á Tinganesi í hesum døgum.
Eg kenni ein mann sum eitur
René Redzepi og stendur í
køkinum á einari matstovu í
Keypmannahavn, sum kallast
Noma. Hann hevði keypt allar
føroyskar hvítarøtur sum hann
fekk fatur á. – Also tær smáu!
Arnold Schwarzenegger,
guvernørur í Kalifornia, byrjaði
eitt politiskt rák, at fjøldin
skuldi hugsa meira um um-
hvørvið, nývaldi forsetin í USA,
Barack Obama hevði umhvørvi
og broyting í tilvitan sum ein
stórur partur av valstríðnum.
Og í vikuni frættist frá danska
forsætisráðharranum, Anders
Fogh Rasmussen, at alt danska
samfelagið skal leggjast um
eftir grønum burðardyggum
leisti. Sjálvt fjølmiðla-valdsmikla
Hollywood hevur tikið eitt rák
til sín, ið verður mett at gerast
næsti stóri lívs-stílurin og
brúkara-segmentið á marknaði-
num. Tað snýr seg umLOHAS
(Lifestyles Of Health And
Sustainibility), ið er ein ensk
stytting fyri ‘lívsstílur, ið er ey-
ðmerktur av heilsu og burðar-
dygd’. Tað snýr seg um vanliga
fornuft, at hugsa um heilsu
fyri tí einstaka menniskjanum,
heilsa fyri lokala samfelagnum,
heilsa fyri lokalu náttúruni og
at enda heilsa fyri klótu okkara.
Øll mugu vit taka okkara tøk,
- á burðardyggan hátt. Slíkir
tankar hava verið frammi áður,
men tað tykist sum at stun-
din fyrst er komin nú, at allur
Vesturheimurin er til reiðar at
ganga á odda at bjarga klótuni
og okkum sjálvi.
Back to nature, so segði
hann.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
16
Tað er ikki oftari enn so,
at Páll fær røtur
Róta-snapsur