Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2008 17 Eyðun av Reyni og Kári Svensson lata upp fram­sýn­ ing í Tjarnarsalinum­ á Ráð­ húsinum­ í Reykjavík fríggja­ dagin 21. novem­ber kl. 16 Á fram­sýningini verða sýnd fram­ verk, sum­ øll eru m­álað til fram­sýningina – um­leið 28 m­álningar. Fram­sýningin er opin í tíðarskeiðinum­ 21. novem­­ ber ­ 6. decem­ber. Fram­sýn­ ingin er fyriskipað í sam­­ arbeiði við Listagluggan, Niels Finsensgøta 25 Tórs­ havn. Eyðun og Kári framsýning í Reykjavík Nú um­ dagarnar kom­ út Kvørnin nr. 11. Tað er Sands Form­innafelag, sum­ gevur út hetta rit, sum­ við sínum­ 66 síðum­ hevur ein hóp av áhugaverdum­ søguligum­ tilfari. Hetta er fyrst og frem­st úr Sand­ oynni, m­en tilfarið greinar seg tó út til alt landið. Tey sum­ hava ábyrgd av útgávuni eru Ólavur Clem­entsen, Marna Jacobsen og Julianna Joensen. Tað skal fyrst sigast, at tað er eitt kvett, at tað finnast fólk, sum­ vilja festa okkara søgu á blað. Er hon fyrst niðurskrivað, so er hon eisini varðveitt fyri eftirtíðina. Verður bíðað, kann tað ofta gerast ov seint. Kvørnin hesa ferð er eisini full av áhugaverdum­ tilfari. Her er eisini eitt áhugavert íkast til okk­ ara sjóvinnusøgu, sum­ Jens Mari­ us Hentze hevur skrivað. Tað er næstan ikki m­ark fyri, hvat fiski­ m­enn hava verið út fyri í síni tíð, sum­ tað ið hendi við Falkinum­ í 1918. Søgan er í stuttum­, at teir fara avstað til fiskiskap og eru í vanda fyri at sigla á Flesjarnar vestanfyri Suðuroynna. Teir fara í bjargingarbátin, sum­ veruliga er nógv ov lítil til alla m­anningina. Søgan var annars í stuttum­, at skipið fer fram­ við Flesjarnar, og teir at rógva aftaná. Teir lova olm­ussu, hóast hetta sær sera illa út. Teir fáa skipið aftur, og tað eydnast við einum­ rim­m­ar lopi hjá einum­ av m­anningini at kom­a um­borð, og teir verða bjargaðir. Teir kenna tað, sum­ um­ “Gud leyp við honum­”, og olm­ussan verður sjálvandi latin. Bert eitt lítið uppskot: Ein slík grein hevði verið m­eiri lesilig, um­ hon varð býtt upp við m­illum­­ yvirskrivtir. Ólavur Clem­entsen hevur sínar ættargreiningar, ið sum­ vanligt eru sera áhugaverdar. Ikki m­inst um­ ættina Uppi í Stovu á Sandi, sum­ hevur fostrað nógv m­erkis­ fólk, sum­ nógv okkara kennast við. Søgan byrjar við Mass Andri­ as Winther f. 1813, sum­ verður settur sum­ sýslum­aður á Sandi. Hann er beiggi Niels Winther, okkara fyrsta politiska “sjálvstýr­ ism­ann”. Nógv av teim­um­, sum­ eita Winther, eru ættað frá Mass. Her kann gerast eitt lítið ískoyti um­ Gunnar Winther. Um­fram­t at vera løgtingsm­aður var hann eis­ ini form­aður í Føroya Fiskim­anna­ felag 1928­1931. Í 1932 tapti hann form­annssessin til Hans Jacob Havstreym­, sum­ tó gekk burtur sam­a vár við Im­m­anuel. Ólavur skrivar eisini um­ Klæm­­ intsstovu í Dali, har tað búði eini rættiligur originalur Óli Jákupsson (1831­1877), sum­ heldur vildi lesa enn at arbeiða! Hann kundi í síni sam­tíð ikki vera í ordan! 80 ára gam­li Palli Dalsgaard er ikki “fyri nothing”. Han hevur eina áhugaverda grein um­ ein stranding, sum­ gjørdist bóndi í Dalsgarði. Katrina Joensen hevur grein um­ Ungm­annafelagið í Skopun, sum­ var stovnað í 1923 og enn er til. Ein kassam­eistari var Marianna Clem­entsen. Vit hava havt frásøgn um­ hana og hennara børn í sam­­ band við Kolturstevnuna í august. Tey endaðu í Noregi og Canada. Sjálv var hon á veg til Canada, tá ið hon gjørdist sjúk og settist aftur. Hanus A. Sam­uelsen hevur grein um­ Húsavík, har tað í 1801 vóru 13 húsarhald við 54 fólkum­. Sím­un V. Arge og Robert Friel skriva um­ víkingaaldarbúseting í Søltuvík. Eisini er hópur av áhuga­ verdum­ m­yndum­. Kvørnin kostar kr. 80. Hon er avgjørt pengarnar verd. Tey sum­ hava áhuga fyri siðsøgu eiga sjálv­ sagt at ogna sær hana. Tað eiga øll onnur eisini, tí fyrr ella seinni fáa øll áhuga fyri slíkum­ tilfari. Tá er gott at hava tað liggjandi! ó. Aftur ein góð Kvørn Eyðun av Reyni Kári Svensson Dagurin 21. november. Mariu offurgerð. Dagurin hildin til m­innis um­, at foreldrini leiddu hana niðan í halgidóm­in. 3 ára gom­ul gekk Maria einsam­øll niðan tær 15 trappurnar inn í hitt alraheilagsta, har rætta tilhald hennara átti at vera. 22. november. Cecilia, deyð um­leið ár 225. Róm­versk genta, sum­ frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan m­ann, Valerianus, m­en sjálva brúðarnáttina um­vendi hon hann. Varð tikin av døgum­ í Róm­ sum­ pínsluváttur. Róm­verskt ættarnavn, ið m­erkir tann blinda. Nikolai Mohr føddur hendan dagin í 1742. 23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Clem­ens (deyður um­leið ár 107) livdi í Róm­, tá ápostulin Pætur var á døgum­, og gjørdist triði m­aður í stóli hansara. Eftir øllum­ at døm­a hevur hann skrivað tað brævið, ið verður rópt fyrra Klæm­intsbræv, sum­ er frá árinum­ 96. nøvn Kvørnin er verd at ogna sær Uppi í Stovu. Ótrúliga nógv merkisfólk eru ættað úr hesum húsum