fríggjadagur 21. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 • 21. november 2006
17
Gomlu vínøkini í Evropa kap-
past í hesum árum um at
endurnýggja seg. Kappingin frá
prís-vinarligum víni úr Suðu-
ramerika, Suðurafrika og Av-
stralia er beinhørð. Víndrekka-
rin í dag vil hava fríska frukt og
tað er nakað, ið nýggju vínlon-
dini duga at framleiða. Evropa
hevur í fleiri førum steinsovið
og bara í tómgongd framleitt
eitt hav av líkagyldigum víni
– kanska við fínum etikettum,
men kortini í nógvum førum
endað sínar dagar til ES-
stuðlaða destillatión. Veðurla-
gið í Evropa er meira óstøðugt
enn í Nýggja Vínheiminum,
men broytingarnir, ið vit síggja
í hesum árum hava kollvelt vín-
kortið yvir Evropa. Summi øki í
Suðurevropa eru vorðin alt ov
heit og turr til vínframleiðslu,
meðan onnur longri norðuri
hava framleitt metárgangir í
dygd fleiri ár á rað. Tað tykist
sum at kappingin og veður-
lagsbroytingarnir hava fingið
evropeiskar menn og kvinnur í
vinnuni at leggja á annan bógv
at hugsa meira um dygdina í
víni heldur enn gamlar søgur
frá gulløldini.
Estremadura í Portugal er
eitt av hesum vín-økjum, ið
veruliga hevur tikið seg fram
seinnu árini. Nýggj vitan, nýggj
tøkni og nýggjan hugburð hava
fingið vín-sløgini higani at klára
seg betur enn væl í altjóða
kappingini. Vidigal Reserva
2005 í ummælinum í dag er
gott dømi um hvat vit kunna
vænta okkum framyvir frá
ágrýtnum portugisum. Gevið
Estremadura ans!
Trevini Primo, IGT Veneto,
Chardonnay-Pinot Grigio 2006
Uppruni: Turt hvítvín úr Italia
Ummæli: Bleikur gulur litur.
Lættur súrepli/sitrón-angi við
undirtónum av abrikos frá
Pinot Grigio-drúvuni og ferska
frá Chardonnay. Leskiligt fruk-
takent vín við hampuligari fyllu
og javnvág. Súrepli, pera, sitrón
og abrikos. Trevini hevur hug
at arga meg. Árgangurin er
royndur áður við verri skoðs-
mál, men munur hevur verið á.
Ikki feilfløska, men heldur tað,
ið rópast fyri fløsku-variasjón.
Kanska hava fløskurnar ligið á
goymslu við ymsum tempera-
turi ella hevur avtappingin verið
óstøðug. Men ídag, eitt gott
keyp.
Kostnaður: Kr. 72,00
Skoðsmál:
Da Luca, IGT Tarantino, Primi-
tivo-Merlot 2007
Manoir Grignon, VdP d’Oc,
Cabernet-Syrah 2007
Vidigal, Vinho Regional Estre-
madura, Reserva 2005
Uppruni: Turt reyðvín úr Por-
tugal
Ummæli: Døkkur granatreyður
litur. Bersøtligur og krydd-
daður angi. Serliga ein symfoni
av reyðum berum og brá av
kirsuberum. Eitt flott spæl av
kryddtónum og vælhongdum
oksakjøti. Hetta er eisini triði
árgangurin av Vidigal, ið eg
ummæli. Har vínið viðhvørt
hevur manglað rættan rygg, so
er her talan um besta útgávu
higartil. Lekkur og samansettur
smakkur við góðari javnvág.
Hóskar sera væl afturvið stok-
tum lambskjøti. Eitt hitt besta
vínkeypið í Rúsuni.
Kostnaður: Kr. 61,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Frak-
landi
Ummæli: Kirsuberreyður litur.
Eyðkendi sólber-angin frá
Cabernet-drúvuni markerar seg
beinanvegin, og so hómast eitt
pipar-spæl frá Syrah. Smakku-
rin hevur góða fyllu, er næsta
sjokolátukendur og við brá av
turkaðum kryddurtum. Men
samstundis eisini nakað penur
og poleraður stílur eftir mínum
tykki. Hetta er nýggj vøra í
Rúsuni. Eitt gott keyp kortini.
Kostnaður: Kr. 74,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Kirsubersvartur litur.
Berkendur og innbjóðandi
ungur angi við frískari frukt,
bromber, lakres og krút og ein
feril av leðri frá fatlagring. Tæt-
tur og frískligur bersmakkur við
góðari javnvág millum fruktsø-
tleika, fruktsýru og garvasýru.
Drúvusløgini Primitivo og Mer-
lot renna vakurt saman í eina
heild. Hetta er triði árgangurin,
ið eg ummæli av Da Luca og
góðskan hevur verið støðugt
góð. Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 72,50
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Estramadura
á ovastu rók
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com