Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 225 - 21. november 2008 tíðindi Stutt Sagt Brown nógv styrknaður Tað er skjótt hvønn vegin í bretskum politikki. Fyri stuttum skrivaðu teir flestu bretsku fjølmiðlarnir, at forsætisráðharra-dagarnir hjá Gordon Brown vóru farnir at fækka, og at for- maðurin hjá teimum kon- servativu, David Cameron, stóð bara og bíðaði eftir skiftinum. Fjølmiðlarnir bygdu hetta á meiningakanningar, sum vístu, at arbeiðsara- flokkurin hjá Brown var farin langt aftur um tann konservativa andstøðu- flokkin. Men støðan er nógv broytt síðani. Ein mein- ingakanning, sum tíðarritið Time hevur latið gera, vísir, at nú er minni munur á teimum báðum flokkun- um. Eftir kanningini hevði tann konservativi flokkurin fingið 40 prosent, var val nú, og arbeiðaraflokkurin hevði fingið 37 prosent. Hetta merkir, at síðani seinastu kanning er undir- tøkan hjá tí konservativa flokkinum minkað sjey pro- sentstig, samstundis sum undirtøkan hjá arbeiðara- flokkinum er vaksin fimm prosentstig, skrivar Time. Viðmerkjarin Anatole Kaletsky skrivar í blaðnum The Times, at avgjørda støðan hjá Gordon Brown í sambandi við fíggjarkrepp- una hevur styrkt hann og flokkin, meðan David Cam- eron hevur verið sera friðar- ligur, síðani kreppan fór at gera um seg. Nógv missa arbeiðið Í síðstu viku boðaðu 542.000 amerikanarar frá, at teir høvdu mist arbeiðið, og sambært Bloomberg News var talið størri, enn serfrøðingarnir høvdu væntað og eisini tað størsta síðani 1992. Serfrøðingarnir, sum Bloomberg News hevði spurt frammanundan, væntaðu, at 505.000 høvdu mist arbeiðið afturat. Talið í síðstu viku ber í sær, at nú eru meiri enn fýra milliónir amerikanar- ar arbeiðsleysir, og so nógvir hava teir ikki verið í tali síðani í desember í 1992. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Seks menn neyðtóku meg. Tá teir vóru lidnir, tveittu teir meg í eina grøv. Har skuldi eg doyggja kvinna í DL Kongo útlond Havísurin nærkast landi Fylgisveinamyndir vísa, at havísurin í Grøn- landsfjørðinum er farin at nærkast Íslandi. Mynd- ir, sum fylgisveinar tóku í gjár, vístu, at tá var hav- ísurin 50 fjórðingar úr Straumnesi, sum er á útnyrðingshorninum í Íslandi. Íslendska veður- stovan hevur tí ávarað um, at einstakir ísflakar kunnu reka inn á fiski- leiðirnar úti fyri Vestfirð- um. Veðurstovan sigur í einari fráboðan, at skip, sum sigla úti fyri Vest- firðum, eiga at vera varin, tí hóast sjógvurin er rættiliga lýggjur, og hóast havísurin er langt úr landi, kunnu einstakir ísflakar reka inn ímóti landi. Sambært veður- stovuni liggur sjóvarhitin úti fyri Vestfirðum mill- um fýra og fimm stig í løtuni. Fyri fyrstu ferð hevur ein sivilur dómstólur í USA kravt, at fangar í Guantanamo-leguni skulu latast leysir Richard Leon, dómari, sig- ur í sínum úrskurði, at fimm menn úr Algeria, sum hava verið fangar í Guantanamo- leguni í sjey ár, skulu latast leysir. Hetta er tann fyrsti úrskurðurin av hesum slag- num, síðani amerikanski hægstirættur fyrr í ár stað- festi, at fangarnir í Guant- anamo hava rætt til at leggja síni mál fyri sivilar dóm- stólar í USA til støðutakan. Politiskir eygleiðarar í USA siga sambært AP, at úrskurðurin hjá Richard Leon, dómara er eitt bakkast fyri stjórnina hjá George W. Bush, forseta, sum skipaði fangaleguna í Guantanamo aftan á yvirgangsatsóknina 11. september í 2001 og innrásina í Afghanistan. Í úrskurðinum skrivar Ric- hard Leon, at myndugleik- arnir hava ikki lagt fram haldgóð prógv fyri, at teir fimm menninir hava tilknýti til al-Qaeda, ella at teir ætl- aðu sær til Afghanistan at berjast ímóti teimum amerik- onsku hermonnunum har. Dómarin vísir eisini á, at upplýsingarnar, sum mynd- ugleikarnir hava ímóti teim- um fimm monnunum, eru frá einari einstakari keldu, sum harafturat er ónevnd. Málið, sum varð lagt fyri Richard Leon, snýr seg um seks menn, men um tann sætta sigur dómarin, at tað er rætt at hava hann í varðhaldi, tí prógvini ímóti honum eru nóg góð. Amerikansdka stjórnin hevur møguleika at kæra avgerðina hjá Richard Leon, dómara. Sjálvur hev- ur dómarin mælt myndug- leikunum frá at royna málið aðrastaðni. Eftir hansara tykki hava teir fimm menn- inir verið í varðhaldi uttan fellandi prógv í sjey ár, og at teir hava rætt til at sleppa heim aftur nú. Dómari krevur fimm fangar út úr Guantanamo Sambært dómaranum Richard Leon eiga í hvussu er fimm menn at sleppa úr Guantanamo-leguni beinanvegin Mynd: AP Suðurafrika vil nú hava eina loysn á politisku trætuni millum stýrið hjá Robert Mugabe og and- støðuna í Zimbabwe Zimbabwe fær ikki meiri búskaparhjálp úr Suðurafr- ika, fyrr enn stýrið hjá Robert Mugabe, forseta og andstøðuflokkurin MDC hava tikið samráðingarnar um at skipa eina savningar- stjórn uppaftur. So greið eru boðini frá suðurafrikonsku stjórnini, og hetta er eftir øllum at døma fyrstu ferð, at eitt land í syðra parti av Afrika brúkar revsitiltøk fyri at leggja trýst á Robert Muga- be. Suðurafrikanska stjórn- in segði í gjár, at tann polit- iska kreppan í Zimbabwe hevur gjørt støðuna hjá tí vanliga fólkinum uppaftur verri, enn hon var framm- anundan. Robert Mugabe og leiðsl- an í flokki hansara ZANU- PF hava játtað at fara á fund við umboð fyri andstøðu- flokkin MDC í næstu viku. Fundurin verður í Suður- afrika. Tann 15. september samd- ust Mugabe og andstøðan um at býta valdið sínamill- um, men síðani er einki kom- ið burturúr. Politiskir eygleið- arar siga, at Robert Mugabe liggur í buktini, tí hann vil hava eina grundlógarbroyt- ing, sum gevur forsetanum heimild til at skipa stjórn. Tað vil andstøðan undir ongum umstøðum góðtaka. Suðurafrika leggur trýst á Robert Mugabe Robert Mugabe og suð- urafrikanski forsetin, Kgalema Motlanthe (høgrumegin), draga nú hvør sína línu Mynd: AFP