Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 • 21. november 2006 Jogurt er súrgaður mjólkarúr- dráttur. Hann verður gjørdur burturúr mjólk, sum verður súrgað við mjólkarsýrubak- terium. Vanliga verða tvær bakteriur nýttar at fermentera ella gera mjólkina. Talan er um Lactobacillus bulgaricus og Streptococcus salivarius. Mjólkasukrið (laktosa) verður umgjørt til mjólkasýru (laktat), ið síðani broytir protein-struk- turin í mjólkina. Við hesum fæst kendi tjúkki konsistensurin og lætt súrligi smakkurin, ið nógv av okkum seta so stóran prís uppá. Jogurt kann vera heilsugóður kostur. Inniheldur protein, cal- cium, riboflavin og B-vitaminir og mineralir. Eisini fleiri laktose- allergikarar tola jogurt, av tí at laktose-innihaldið er lægri enn í mjólk, men her eigur man sjálvandi at ráðføra seg við lækna. Mest kendu heilsugóðu eginleikarnir í jogurti eru fyri sodningarlagið. Bakteriurnar í jogurti megna í ávísan mun at rætta upp á javnvágina í tí øko- skipan av mikroverum, ið finst har. Hetta er eisini galdandi í øðrum pørtum av mannalika- minum. Umframt intestinalu skipanini, so kann jogurt eisini ávirka javnvágina í bæði vulvovaginalu og oralu skipa- nini. Fleiri kanningar hava víst á, at serliga Bifido-gróður kann minka um tær bakteriur, ið eru við til at elva til caries (hol) í tonnunum (Çaglar E, Sandalli N, Twetman S, Selvi S, Ergeneli S, Kavaloglu S, Acta Odontol Scand 2005 Nov;63(6):317- 320). Bifido-bakteriurnar sigast at hava probiotiskar eginleikar. Nógvar tjóðir royna at taka sær heiðurin fyri at hava ”up- pfunnið” jogurt. Heimildir eru um at menniskjað hevur gjørt jogurt seinastu 4-5.000 árini. Allarhelst hava tað verið nomadur í Kaukasus-økinum, ið av tilvild eru komin at gera jogurt. Bakteriur frá húðini av djórinum eru komin í mjólkina og ein fermentering er farin fram uttan at mjólkin er vorðin spilt. Bæði turkar, grikkar og georgiarar siga seg eiga jogurt. Tað er í hvussu so er ein sannroynd, at hesar tjóðir eru kendar fyri at gera heimsins besta jogurt. Jogurt er annars frálíkt at brúka í bæði matgerð og bakstri. Ummæli í dag trý sløg av jogurti. Tvey frá okkara egna Mjólkarvirki Búnaðarmanna (MBM) og so eitt innflutt grikst jogurt. Fiti-prosentið er ræt- tiliga ymiskt. Vanligt jogurt inniheldur sum oftast 4-5 % feitt. MBM hevur eitt læt- tijogurt, ið einans inniheldur 0,9 % feitt. Tað er gott hjá teimum, ið royna at slakna seg. Grikska jogurtið inniheldur heili 10 % feitt. Havi ikki viljað ummælt jogurt við tilsettari súltutoys-frukt. Inniheldur alt ov nógv sukur og eigur heldur at samanberast við dessertum. Roynið heldur sjálvi at skerið fríska frukt í reinum jogurti. Hvat er so ein ”rættur” jo- gurtsmakkur? Fyrst og fremst kunna ymiskar bakteriur, ymis- kur sýrugróður geva ymiskan smakk. Feitt-innihaldið ávirkar sjálvandi nakað, men sum heild eigur jogurt eftir mínum tykki at hava reinan, neyvan og djúpan smakk. Frískligur, lætt súrligur og við stórari fyllu samstundis. Mínar referensur eru dygdar-jogurt eg sjálvur havi smakkað í Grikkalandi og í Georgia í Kaukasus. mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com 18 Jogurt Mortan í Hamrabyrgi ummælir mat úr føroysku matvøruhandlunum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Antos Griksk Yoghurt 10 % (Miklagarður) kr. 14,95/200 g (kr. 74,75/kg) Lekri tjúkki og kremuti kon- sistensurin frá kenda feita griksa jogurtinum. Hampu- ligur súrligur smakkur við rímiliga góðari fyllu, men her er ein lítil skeivleiki í sjálvum jogurt-smakkinum. Ikki nóg reinur. MBM Lættijogurt Reint 0,9 % (Miklagarður) kr. 15,50/ L Sama skilið. Skeivur smak- kur, har er okkurt ostakent, ið fullkomiliga oyðileggur alt annað. Vánaligt. MBM Jogurt Reint 3,4 % (Miklagarður) kr. 6,85/170 g (kr. 40,29/kg) Her er heilt galið. Ein atsmak- kur av osti órógvar alt annað (havi smakkað fleiri pakkar á ymsum døgum úr fleiri handlum). Eingin rein- ella neyv-leiki. Stórur skeivleiki. Vánaligt jogurt.