hósdagur 6. september 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 171 - 6. september 2001
Nr. 172 - 6. september 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
C
M
Y
K
Tann nýggi Primera
frá Nissan er ein
prima bilur við hópin
av nýggjari tøkni
NISSAN
Eirikur Lindenskov
Altjóða bilaframsýningin í
Frankfurt hendan mánaðin
verður karmur um frum-
sýningina av nýggja Nissan
Primera við fimm hurðum.
Nýggi Primera koyrir
longu nú í Japan sum fýra-
hurðaður sedan og sum
stationcar. Hesar útgávur
verða at fáa í Evropa á vár-
ið 2002. Útgávan við fimm
hurðum kemur á marknaðin
í Evropa fimm mánaðar
seinni.
Nýtt snið frá Nissaan
Eingin ivi er um, at tann
nýggi Primera hevur vakt
ans – longu tá royndarmod-
ellið varð víst fram fyrstu
ferð í París í fjør. Við sínum
sermerkta og nýhugsandi
sniði, vísir Nissan á nýggj-
ar tíðir og leiðir. Stéphan
Schwartz, designari á Niss-
an Design Europe sigur, at
tann næsti Primera er nógv
meira enn úrslitið av einum
»designeksperimenti«.
– Primera er eitt tekin um
okkara ambitiónir um at
skapa ein praktiskan bil við
dynamiskum eginleikum,
sum rigga væl til tað flotta
sniðið. Vit hava gjørt tann
næsta Primera til fólk, ið
dámar vill hugskot innan
bilídnaðin. Málið hevur
verið at skapa ein bil við
egnum samleika, men sum
kortini vísir virðing fyri
framtíðini hjá Nissan og
sum gevur nýtt lív til fram-
leiðsluna.
Hátøkni innan
Innan er nýggi Primera ein
hegnislig blanding av kom-
fort, yndi og hátøkni. Allir
vísarar eru í miðuni á in-
strumentbrettinum – og
ikki sum vit síggja í dag,
har vísararnir eru beint
framman fyri føraran. Í
miðuni er eisini eitt sokall-
að dashboard-konsol við
eini kombinatión av digital-
um og tradtionellum funkti-
ónum.
Innstilling av radio, fløg-
uspælara, koyriupplýsing-
um, samskifti, navigatión
og klimaanleggið er savnað
í einum »keyboard tasta-
turi« við upplýsingum á
einum sjeytumma skermi.
Her ber eisini til at síggja
aftureftir við einum kam-
era, sum er oman fyri
nummarplátuna aftan.
Sjónvarpstólið tendrar av
sær sjálvum, tá tú setir bilin
í bakgear og ger harvið
parkering bæði tryggari og
lættari.
Nýggjur Nissan Primera:
Hópin av
hentleikum
Nýggi Primera
Tann nýggi Primera kemur við hesum motorum
• 1.6L bensin við um 100 HK
• 1.8L bensin við um 114 HK
• 2.0L bensin við 150 HK
• 2.2L Dieselturbo við Common Rail við 125 HK
Nissan hevur nú gjørt
ein nýggja jeep, sum
er eitt millumting
millum vanligar jeep-
ar og persónbilar
BILAR
Eirikur Lindenskov
Nýggjasta skotið á Nissan
4X4 bulinum, Nissan X-
Trail, varð fyri fyrstu ferð
at síggja millum manna í
Danmark á Bellamessuni í
november í fjør. Nissan X-
Trail, sum er ein sokallaður
SUV, sum stendur fyri
Sport Utility Vehicle, var í
Bellasentrinum vístur í eini
serligari útgávu, sum varð
gjørd til framsýningar. Hes-
in bilurin varð væl móttikin
– bæði millum journalistar
og vitjandi annars.
SUV er eitt kompromis
millum góðar landavegseg-
inleikar og møguleikarnar
fyri at koma fram í ringum
lendi, sum krevur fýra-
hjólstrekk, men ikki við re-
duktiónsgearum,
sum
størru offroadararnir hava.
Nissan X-Trail hoyrir
heima í tí størra endanum
av klassanum við eini
longd, sum er størri enn
flestu
konkurrentarnir.
Tann totala longdin er 451
cm. Tó er Honda CR-V
fýra cm longri.
X-Trail hevur verið at
fingið í Japan í eina tíð, og
hann kemur til Europa í
hesum mánaðinum – og
stutt eftir tað til Danmarkar.
Nakrir fáir danskir bil-
journalistar hava verið í
Finnlandi og royndarkoyrt
X-Trail. Teir siga m. a., at
hann er góður at koyra í á
landavegi. Undirvognurin
er væleydnaður, og at koyra
minnir bilurin mest um ein
persónbil.
Fýrahjólstrekkið verður
koblað til við eini viskosu-
kobling. Á instrumentbrett-
inum ber til at kobla fýra-
hjólstrekkið heilt frá og síð-
ani bara koyra við fram-
hjólstrekki. Tað velja vit
sjálvandi, tá vit koyra á
landavegi, tá tað er mest
orkusparandi.
Við einum øðrum knøtti
ber til at seta skipanina á
automatik. Tá koyrir bilurin
framvegis við framhjóls-
trekkið, til framhjólini ikki
sjálv megna uppgávuna.
Viskosukoblining syrgir tá
fyri at býta trekkið millum
fram- og bakhjól – við í
mesta lagi 43% til bakhjóli-
ni.
Nissan X-Trail kemur á
marknaðin við tveimum
ymsum motorum. Einum
tveirliturs bensinmotori við
140 hk og einum 2,2 liturs
diselmotori við 114 hk.
Dieselmotorurin
er
í
grundini tann sama, sum er
í Almera, men í X-Trail er
hann bøttur eitt sindur við
nýggjari
innsproytingar-
skipan, hana við common
rail, sum gevur eina bleyta
og mjúka motorgongd.
Til at koyra á ósløttum
undirlag er tað ein avgjørd-
ur fyrimunur at hava bilin
við dieselmotorinum, og
hann gevur eisini minni ó-
ljóð frá sær við javnari ferð.
Stóra fyrimunin siga teir
vera nýtsluna, sum eftir
ES-norminum svarar til
13.9 km/l móti 10.8 km/l
við bensinmotorinum.
Kabinan í X-Trail er
praktiskt innrættað. Be-
trekkið á setrunum er ser-
valt silkilíknandi evni, sum
ikki dálkast so lætt. Nógv
pláss er í kabinuni, har tú
kanst leggja ymiskt frá tær.
Í instrumentbrettinum eru
tvey rúm, ið júst passa til
eina sodavatnsdós. Hevur
tú ein av bilunum við air-
condition, so virka hesi
rúm eisini sum køliskap, og
tekur tað bara fimm min-
uttir at køla eina sodavatn
niður til køliskápstempera-
tur.
Nissan X-Trail:
Kompromis
millum jeep
og persónbil
Nissan hevur
framgongd
BILAR
Eirikur Lindenskov
Nissan í Japan hevur
havt støðuga
fram-
gongd síðani Renault
tók yvir konsernina,
sum var um at fara á
húsagang. »Trøllið«,
tey kalla hann, Carlos
Ghosn, sum Renault
sendi til Japans fyri at
venda fíggjarliga kao-
sinum, fyritøkan varð
komin út í, hevur vent
gongdini upp á rekord-
tíð, og er Nissan í Japan
í dag ein yvirskotsfor-
rætning
Nissan X-Trail kemur á
marknaðin við tveimum
ymsum motorum. Einum
tveirliturs bensinmotori við
140 hk og einum 2,2 liturs
diselmotori við 114 hk
Nissan X-Trail, varð fyri fyrstu ferð at síggja millum manna í
Danmark á Bellamessuni í november í fjør, tá Jan Hentze,
sølumaður hjá Meinhardt Arge tók hesar myndirnar
Innstilling av radio, fløguspælara, koyriupplýsingum, sam-
skifti, navigatión og klimaanleggið er savnað í einum »keybo-
ard tastaturi« við upplýsingum á einum sjeytumma skermi.
Her ber eisini til at síggja aftureftir við einum kamera, sum er
oman fyri nummarplátuna aftan
– Primera er eitt tekin um okkara ambitiónir um at skapa ein praktiskan bil við dynamiskum
eginleikum, sum rigga væl til tað flotta sniðið, sigur Stéphan Schwartz, sum er designari hjá
Nissan Design Europe