hósdagur 6. september 2001síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 171 - 6. september 2001
Nr. 172 - 6. september 2001
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
BRÚKTIR BILAR
Rúnar Reistrup
Tað rennur ein javnur streymur av brúktum bil-
um úr Týsklandi til Føroya. Nógv fólk velja
heldur at keypa sær ein seks ára gamlan eks-
klusivan bil beinleiðis úr Týsklandi fyri hálvt-
annaðhundrað túsund enn ein nýggjan og ikki
so fínan bil frá føroysku bilasølunum fyri sama
prís. Hetta sæst týðuliga aftur á føroysku vegu-
num, har tað alsamt styttist millum betru týsku
bilamerkini.
Fyritøkur, ið liva av at innflyta brúktar bilar,
spríkja upp, meðan summar av bilasølunum
hyggja við skeptiskum eygum at nýggju,
brúktu, bilunum, ið hava slitið síni barnadekk á
týsku motorvegunum og nú eru komnir til Før-
oya á gamalsaldrinum.
Fleiri eru sólskinssøgurnar um lukkuligar
bilaeigarar, og somuleiðis eru tær minni bjørtu
søgurnar um týskar bilar, ið ongantíð náa at
slíta nakað serligt av føroyskum asfalti, áðrenn
motorurin gevur upp vegna slit.
Í greinunum á hesum síðum verður spurning-
ur settur við, hvørjir fyrimunir og vansar eru
við at keypa innfluttu brúktu bilarnar.
– Tað verður fuskað við kil-
ometurteljarum og service-
bókum. Tí ræður um at
ansa sær, tá man keypir bil-
ar úr Týsklandi og fara
eftir regluni um, at ljóðar
nakað ov gott til at vera
satt, so er tað helst ikki
satt, sigur Jens Pauli Dahl,
ið eigur og rekur
fyritøkuna JB-Bilar, sum
innflytur bilar úr Týsk-
landi
BRÚKTIR BILAR
Rúnar Reistrup
Ein tann fyritøkan, ið hevur
drúgvastu royndirnar við innflutn-
ingi av týskum bilum til Føroya, er
JB-Bilar. Síðan 1995, tá avgjalds-
lækkingar høvdu við sær, at tað
fór at loysa seg at innflyta brúktar
bilar úr Týsklandi, hevur fyritøkan
innflutt hundraðtals bilar fyri før-
oyskar bilkeyparar.
Jens Pauli Dahl eigur og rekur
JB-Bilar. Hann ávarar ímóti at fólk
sjálvi at bíleggja sær bilar frá týsk-
um bilasølum.
– Fara fólk sjálvi til verka og bí-
leggja sær ein bíligan brúktan bil
um internetið ella telefon bein-
leiðis frá einum týskum seljara, so
kunnu tey nærum vera vís í, at tey
verða snýtt. Týsku seljararnir vita
væl, hvat teirra brúktu bilar eru
verdir, og teir lata ikki ein bil fyri
minni uttan so, at har er okkurt,
sum ikki ruggar rætt. Bilurin kann
hava havt ein stóran skaða ella kil-
ometurteljarin kann vera stillaður
nakrar hundrað túsund kilometrar
aftur. Slíkt sæst ikki á bilinum,
men minkar stórliga um virðið á
honum. Eg veit um fleiri, sum
hava brent seg av at bíleggja sær
bil sjálvi.
Kilometurteljarin
kann lúgva
Jens Pauli kann sjálvur vátta søg-
urnar um, at summir týskir bilselj-
arar flyta kilometurteljararnar á
teimum bilum, sum teir selja.
– Fyrstu árini eg innfutti bilar,
kom tað fyri, at eg innflutti bilar,
sum heilt týðuliga høvdu koyrt
nógv meir enn kilometurteljarin
vísti. Tað hendir tó ikki longur, tí
nú keypi eg bara frá nøkrum heilt
fáum seljarum, sum eg havi alla
orsøk at líta á.
Tað er eingin trupulleiki at
broyta kilometurteljaran, um tú
hevur røttu útgerðina, og tað hava
nógvir brúktbilaseljarar í Týsk-
landi. Tað sæst ikki á einum góð-
um bili at hann hevur koyrt
600.000 kilometrar á týsku motor-
vegunum. Hann kann síggja púra
nýggjur út. Tí skal man vera øgi-
liga ansin og halda seg til teir røttu
seljararnar, sigur Jens Pauli Dahl.
Hann ræður tí fólki til at ferðast
niður til Týsklands at finna ein
brúktan bil, um tey sjálvi vilja inn-
flyta bilin.
– Ein slík ferð skal planleggjast
væl áðrenn. Tað krevur rættiliga
nógv arbeiði at flyta ein bil úr
Týsklandi til Føroya, og tað skalt
tú alt hava fyrireikað teg uppá áðr-
enn. Eisini er umráðandi at tú bara
fert til autoriseraðar bilsølur, tí tá
er vandin fyri at verða tikin við
nøsini nógv minni.
Veitir keyparum trygd
Tað eru tó tey fægstu, sum velja at
ferðast allan vegin til Týsklands
eftir einum bili. Tey venda sær
heldur til onkra av teimum før-
oysku fyritøkunum, sum hava
spesialiserað seg innan fyri inn-
flutning av bilum úr Týsklandi. Og
verður farið til røttu fyritøkuna, er
hetta ein at kalla skotsikkur trygd
ímóti at verða snýttur, sigur Jens
Pauli Dahl.
– Eg haldi meg til bert at keypa
bilar frá fýra ávísum seljarum í
Týsklandi. Hesar havi eg handlað
við í seks ár eftirhondini, og eg
veit, at eg kann líta á teir, tá eg
keypi ein bil frá teimum. Haraftur-
at veiti eg øllum keyparum treyta-
leyst garanti ímóti øllum brekum
teir fyrstu tríggjar mánaðirnar, eft-
ir at eigarin hevur fingið bilin. Er
nakað brek, so taki eg bilin aftur
og hefti fyri hann, og áðrenn bilur-
in verður latin keyparanum er
hann gjølla eftirkannaður av okk-
um. Soleiðis fær keyparin trygd
fyri, at einki er galið við bilinum,
tá hann fær hann, og tí er hetta ein
nógv tryggari loysn enn um keyp-
arin sjálvur innflytir bilin.
Fleiri enn túsund
bilar innfluttir
Eigarin av JB-Bilum metir talið á
brúktum bilum, sum føroyingar
hava innflutt úr Týsklandi síðan
1995, liggja oman fyri túsund.
Sjálvur innflutti hann umleið
hundrað bilar um árið tey fyrstu
árini. Nú innflytir hann umleið 50
bilar hvørt ár. Orsøkin til at talið
er minkað er partvís, at alsamt
fleiri fyritøkur eru farnar undir at
innflyta brúktar bilar til Føroya, og
partvís at eftirspurningurin ikki er
so stórur longur. Eftirspurningurin
er eisini broyttur nakað hesi sein-
astu árini.
– Fyrstu árini vildu fólk fyrst og
fremst hava dieselbilar. Tá inn-
fluttu vit sera nógvar Golfar og
annars ymisk sløg av bilum við di-
esel motorum. Men hesi seinastu
árini hevur størsti eftirspurningur-
in verið eftir teimum meira ekslus-
ivu týsku bilunum so sum BMW,
Mercedes. og teimum betru VW
modellunum. Og meðan viðskifta-
fólkini fyrr vóru fólk av øllum
slag, so eru tað nú mest fólk, sum
tjena væl, ið bíleggja sær bil. Ofta
eru tað yngri sjómenn.
Týskarar fara væl um
Jens Pauli Dahl hevur eina greiða
meining um, hví brúktir týskir
bilar eru so nógv eftirspurdir í
Føroyum.
– Brúktir týskir bilar eru, so at
siga uttan undantak ógvuliga væl
hildnir. Týskarar hava ein heilt
annan bilmentalitet enn til dømis
vit føroyingar og duga nógv betur
at fara við bilum. Har er hugburur-
in tann, at hevur tú ráð at keypa
ein góðan bil, so hevur tú eisini
ráð at halda hann við líka og koyra
hann á verkstað til oljuskift og ser-
viceeftirlit. Tað er fyri mær at
síggja tann størsti fyrimunurin við
at innflyta brúkta bilin úr Týsk-
landi. Tað er ikki altíð bíligari at
innflyta ein brúktan bil enn at
keypa ein tilsvarandi bil í Føroy-
um, men tann innflutti bilurin er í
nógv betri standi enn bilurin, sum
hevur koyrt øll síni ár í Føroyum,
sigur Jens Pauli Dahl, ið bert
keypir bilar úr Týsklandi.
– Nakrir keypa eisini bilar úr
Belgia og Sveits, men har hava
bilarnir koyrt á verri vegum og eru
eftir mínum tykki ofta ikki eins
væl hildnir sum teir týsku bilarir.
Jens Pauli Dahl hevur ta fatan,
at viðskiftafólk hansara eru glað
fyri sínar innfluttu bilar, og fleiri
hava longu bílagt sær bil frá JB-
Bilum á øðrum sinni.
Men á summum av landsins bil-
asølum eru tey ikki so fegin um
stóra innflutningin av brúktum bil-
um til landið, tí hetta minkar sjálv-
sagt um søluna av nýggjum bilu-
num.
– Summar bilasølur vilja treyð-
ugt taka týsku bilarnar inn á verk-
støðini, men eg haldi, at hesin
trupulleikin er í minking nú verk-
støðini hava sæð, at tey kunnu fáa
rættiliga fitt burturúr at servisera
teir nógvu innfluttu bilarnar, sigur
Jens Pauli Dahl, ið eigur og rekur
JB-Bilar.
Av motorvegi á landsveg:
Gott keyp
ella vágið
spæl
Bilinnflytarin: Tað ræður um at keypa frá tí rætta
Innfluttu bilarnir úr
Týsklandi verða sýn-
aðir á Bileftirliti-
num. Her hava tey tí
sæð allar bilarnar, og
sum heild er talan
um góðar bilar, sigur
Búgvi Apol, sýns-
maður á Bileftirliti-
num
BRÚKTIR BILAR
Rúnar Reistrup
Teir flestu brúktu bilarnir,
sum verða innfluttir úr
Týsklandi og harumleiðir,
eru í góðum standi. Teir
eru sum heild lítið rustaðir
í mun til javnaldrandi bil-
ar, ið hava koyrt øll síni ár
í Føroyum. Tað sigur
Búgvi Apol, sýnsmaður á
Bileftirlitinum, har allir
teir
brúktu
innfluttu
bilarnir verða sýnaðir, áðr-
enn teir koma á føroysku
vegirnar.
Av tí sama fáa bilarnir
sjáldan meira enn nakrar
fáar krossar í sýnsfrágreið-
ingini og krevja tí ikki
stórvegis ábøtur.
Men á Bileftirlitium siga
tey, at hetta kortini ikki er
nøkur trygd fyri, at motor-
urin á bilinum ikki er
slitin, tí ein sýnskanning
umfatar ikki motorslit.
– Man hoyrir søgurnar
um, at kilometurteljarar í
summum førum verða
stillaðir av bilseljarum í
Týsklandi, men vit hava
ikki nakra hóming av, um
hetta er framt á týsku
bilunum, sum vit sýna. Út
frá
sýnskanningunum
kunnu vit bara konstatera,
at bilarnir eru rættiliga
góðir, sigur Búgvi Apol,
sýnsmaður.
Bileftirlitið sær tað ikki
sum
nakran
veruligan
trupulleika fyri trygdina á
føroysku vegunum, at so
nógvir brúktir bilar verða
innfluttir, men vísir kortini
á, at gamlir bilar ikki eru
gjørdir eftir somu trygdar-
reglum sum nýggju bilar-
nir.
– Tú fært ikki ein seks
ára gamlan bil, ið lýkur
somu trygdarkrøv, sum
einum nýggjur bilur skal
lúka. So sæð frá einum
trygdarsjónarhorni, hevði
tað prinsipielt sæð verið
betri, um fólk heldur
keyptu nýggjar bilar, sigur
Búgvi Apol, sum tó leggur
dent á at hervið er ikki
sagt, at eldru bilarnir eru
vandamiklir.
– Men tess nýggjari bil-
parkin er, tess hægri er
trygdarstandardurin. Og
tað sigur seg sjálvt, at tað
vera
lutfalsliga
fleiri
gamlir og hálvgamlir bilar
í bilparkini, um fólk velja
at innflyta gamlar bilar
heldur enn at keypa nýggj-
ar.
So
sæð
frá
tí
sjónarhorninum hevði tað
verið betri, um fólk keyptu
nýggjar bilar, sigur Búgvi
Apol,
sýnsmaður
á
Bileftirlitinum.
Bileftirlitið: Bilarnir eru í góðum standi
Bilasølan: Summir eru niðurslitnir
- Ert tú heppin ber til
at gera kvetti. Ert tú
minni heppin kanst
tú standa við einum
innfluttum bili, sum
ikki er helvtina av
keypsprísinum verd-
ur. Tí ráða vit til held-
ur at velja tryggu
loysnina og keypa ein
bil, sum hevur koyrt í
Føroyum, sigur Jákup
Olsen, sølumaður á
Bilfríðkuni
BRÚKTIR BILAR
Rúnar Reistrup
Á Bilfríðkuni í Havn, ið
millum annað selur BMW
bilar, ávara tey fólk um teir
vansar, sum eru við at
keypa innfluttu bilarnar.
– Summi av teimum, sum
keypa ein innfluttan bil,
gera rættiligt kvetti. Eingin
ivi um tað. Men tey minni
hepnu keypa ein bil sum
vísir seg at vera niðurslitin.
Tí er tað neyðugt, at fólk
eru tilvitað um tann vand-
an, sum liggur í at keypa
ein bil beinleiðis úr Týsk-
landi. Tú kanst ongantíð
vera vísur í, hvat tú fært.
Vit hava sæð nakrar av ó-
hepnu keyparunum á verk-
staðnum hjá okkum, sigur
Jákup Olsen, sølumaður á
Bilfríðkuni.
Ein BMW bilur verður
mettur at eiga at kunna
koyra 800.000 kilometrar
eftir góðum vegi, uttan at
fáa trupulleikar við motori-
num. Teir bilarnir, ið verða
innfluttir til Føroya hava
sjáldan koyrt serliga nógv
og áttu tí at havt nógvar
kilometrar eftir í sær.
– Men onkuntíð hava vit
sæð bilar, har kilometur-
teljarin bara stendur á
100.000, men har motorur-
in týðuliga er niðurslitin.
Við røttu útgerðini ber til at
broyta kilometratalið á
kilometurteljaranum,
og
tað verður gjørt, sigur
Jákup Olsen.
Innflytararnir
eru erligir
Hann hevur tó ongan ill-
gruna um, at føroysku bila-
innflytararnir ikki eru re-
ellir. Hann er ikki í iva um,
at teir royna at innflyta teir
best viðfarnu bilarnar. Tað
er hvat hendir við bilinum,
áðrenn teir verða seldir til
føroysku innflutningsfyri-
tøkurnar, sum í summum
førum kann vera ivasamt.
– Tað er ofta sama søga
man fær um fortíðina hjá
teimum ymisku bilunum.
Oftast hava teir bara havt
ein eigara, og ofta skal
hetta vera onkur gomul
kona, sum bara hevur brúkt
bilin til sunnudagstúrar. Tí
vísir kilometurteljarin ikki
meir enn 100.000 kilometr-
ar á seks ára gamla bili-
num, fær man at vita. Tá so
umtalaði bilurin hevur 17
tumma sportfelgur og tón-
aðar rútar, kann man av
røttum byrja at ivast í, um
alt ruggar rætt við søguni
hjá seljaranum, nevnir søl-
umaðurin á Bilfríðkuni
sum dømi.
Í Týsklandi, haðani flestu
av innfluttu bilinum koma,
er vanligt at fólk koyra í bili
langt millum heim og ar-
beiðspláss og ofta fara
langar túrar ígjøgnum Eu-
ropa við bilinum. Og á
týsku motorvegunum har
ein góður BMW, Mercedes
ella Volkswagen lættliga
kann koyra 200 kilometrar
um tíman er skjótt at kilo-
metrar leggjast aftur at
teljaranum.
– Tú sært ikki á einum
góðum bili, at hann hevur
koyrt kanska 600.000 kilo-
metrar á týsku motorvegu-
num. Hann sær væl út,
hevur ongan rust, men mot-
orurin kann vera niðurslit-
in. Og tá ein slitin motorur
knappliga skal brúkast til at
koyra niðan ígjøgnum tær
føroysku brekkurnar, so er
skjótt at tað gevur trupul-
leikar.
Føroysku bilarnir
fáa hægri prís
Bilfríðkan hevur selt støð-
ugt flkeiri bilar seinnu
árini, og grundað á tað met-
ir Jákup Olsen ikki, at stóri
innflutningurin av millum
øðrum BMW bilum seinnu
árini hevur ávirkað søluna
av nýggjum bilum.
– Har er tíbetur rættiliga
stórur munur á einum
nýggjum BMW samanbor-
ið við ein seks ára gamlan.
Og tí velja tey, sum hava
ráð til tað, at keypa sær
nýggja modellið.
Á Bilfríðkuni hava tey
onkuntíð tikið brúktar týsk-
ar bilar inn í býti, tá fólk
hava keypt nýggjan bil.
Men bilasølan letur væl
lægri prís fyri innfluttar bil-
ar enn fyri bilar, ið hava
koyrt allar sínar kilometrar
í Føroyum, og tí velja tey
flestu sjálvi at selja bilar-
nar.
– Vit kunnu ikki lata
sama prís fyri ein bil, sum
vit ikki kenna søguna hjá
sum fyri ein bil, sum vit
sjálvi hava selt. Tann kjans-
in eru vit ikki til reiðar at
taka.
Hann skilir tó væl, at tey,
sum eru til reiðar, taka
hendan kjans.
– Eg vil ikki beinleiðis
ráða fólki frá at keypa sær
ein innfluttan bil. Men tey
skulu vera varug við teir
vansarnar, sum hetta inni-
ber, og eg vil sjálvsagt
heldur ráða fólki til at
keypa ein bil frá okkum,
sum hevur koyrt øll síni ár í
Føroyum, tí tá vita vit,
hvørja søgu bilurin hevur –
um hann hevur havt nakran
skaða, hevur yvirhildið ser-
viceeftirlitini, og hvørjar
eigarar hann hevur havt,
sigur Jákup Olsen sølu-
maður á Bilfríðkuni.
»Týskarar hava ein heilt annan bilmentalitet enn
til dømis vit føroyingar og duga nógv betur at
fara við bilum. Har er hugbururin tann, at hevur
tú ráð at keypa ein góðan bil, so hevur tú eisini
ráð at halda hann við líka«
»Ofta skal eigarin hava verið onkur
gomul kona, sum bara hevur brúkt bil-
in til sunnudagstúrar. Tá so umtalaði
bilurin hevur 17 tumma sportfelgur og
tónaðar rútar, kann man av røttum
fara at ivast í, um alt ruggar rætt við
søguni hjá seljaranum«
»Út frá sýnskanningunum kunnu vit bara
konstatera at bilarnir eru rættiliga góðir«
»Bíleggja sær sjálvi ein bíligan brúktan bil um
internetið ella telefon beinleiðis frá einum
týskum seljara, so kunnu tey nærum vera vís í, at
tey verða snýtt«
JB-Bilar í Havn er ein av teimum fyritøkunum, sum hevur innflutt nógvar av teimum hundratals brúktu bilunum, sum komnir eru til Føroya úr Týsklandi síðani 1995, tá avgjaldslækkingar høvdu við sær, at tað
fór at loysa seg at innflyta brúktar bilar. Fyrstu árini innfluttu JB-Bilar yvir 100 bilar um árið. Nú liggur talið um 50 bilar árliga – men nú eru tað teir dýraru bilarnir, so sum BMW, Mercedes og VW, sum verða
seldir. Samstundis sum eftirspurningurin eftir brúktu, týsku bilunum er minkaður, eru fleir, sum bjóð seg fram at selja
Mynd: Álvur Haraldsen