Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2001síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 171 - 6. september 2001 Nr. 172 - 6. september 2001 15 gult14 cyan14 magenta14 svart14 gult15 cyan15 magenta15 svart15 C M Y K Saab flutt inn til Opel Síðani seinasta leyg- ardag er tað P/F Meinhardt Arge í Havn, sum selur Saab í Føroyum BILASØLA Eirikur Lindenskov P/F Meinhardt Arge í Havn selir nú fýra bilmerki: Niss- an, Peugeot, Opel – og síð- ani seinasta leygardag eis- ini Saab. Orsøkin til hetta er, at General Motors fyri tveim- um árum síðani keypti svensku Saab-verksmiðj- una. Av somu orsøk eru fleiri Saab og Opel-umboð løgd saman, og var tað eis- ini tað sum hendi í Føroy- um 1. september. Seinastu seks árini hevur Sp/F John P. Vilhelm selt Saab í Føroyum, og mongu árini framman undan hon- um var tað Tummas Ørv, ið hevði Saab-umboðið í Før- oyum. Í fyrstu syftu flytir Saab- umboðið inn í kjallara- hæddina í bygninginum hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin, og verður tað framhaldandi John Vil- helm sjálvur, sum fer at standa fyri søluni av Saab- bilunum. Tá P/F Meinhardt Arge yvirtók Saab-umboðið, yv- irtók felagið samstundis goymsluna hjá John P. Vil- helm eins og starvsfólkini. Í sambandi við saman- leggingina vóru fyrisiting- arstjórin hjá Opel Dan- mark, Klaus Kibsgaard, og sølustjórin, Thomas Bruun, í Føroyum. Opel Danmark, sum frá 1. oktober aftur fer at eita General Motors Danmark, umboðar merkini Opel, Cadillac, Chevrolet og nú eisini Saab. Klaus Kibsgaard segði tá við Sosialin, at teir halda tað vera skilagott at leggja umboðini av teirra bil- merkjum saman. Hann vísti eisini á, at tað er ein fyri- munur í Føroyum at hava fleiri bilmerki undir sama taki – eisini hóast hetta vóru bilmerki, ið kappast. – Sjálvandi vilja vit hava, at bilmerkini hava hvør sín samleika, og at tað skal verða kundanum púra greitt, hvussu hann kemur í sambandi við Opel- ella Saab-umboðið, segði Klaus Kibsgaard. – Vit síggja eisini stór- driftsfyrimunirnar á um- vælingar, viðlíkahalds- og goymslusíðuni. Við at hava fleiri bilmerki undir sama taki ber til at fáa meira burturúr – bæði hjá fyritøk- uni P/F Meinhardt Arge – men ikki minst fyri kundan, segði stjórin hjá Opel Dan- mark, Klaus Kibsgaard. Tórshavnar Trafikk- skúli er ein koyri- skúli, sum hevur fimm koyrilærarar knýttar at sær. Hetta er ein stórur fyri- munur, sigur Hans J. Hermansen, sum er ein av koyrilæraru- num í trafikkskúla- num KOYRISKÚLI Stefan í Skorini Tórshavnar Trafikkskúli er eitt samtak millum fimm koyrilærarar. Hesir arbeiða saman við at veita næming- unum, sum vilja sita við róðrið, hollan kunnleika til øll ferðsluviðurskifti. – Tað er ein stórur fyri- munur at arbeiða saman, sum vit gera nú. Undirvís- ingin verður nógv effektiv- ari, og vit eru betur førir fyri at taka okkum av næm- ingunum, tí arbeiðsbyrðan er lættari at bera, sigur Hans J. Hermansen, sum hevur verið koyrilærari í seks ár. Teir fimm koyrilærarar- nir, sum eru knýttir at koyr- iskúlanum, eru Óli Jacob- sen, Mogens Wraae, Edvin Poulsen, J. P. Koyriskúlin og Hans J. Hermansen. – Allir lærararnir eru samdir um, at hetta samtak- ið er ein stórur fyrimunur fyri okkum allar, sigur Hans J. Hermansen, ið er á- byrgdarhavandi á skúla- num. Øll koyrikort Tórshavnar Trafikkskúli veitir øll koyrikort, sum eru at fáa, uttan teldukoyrikort- ið! Umframt øll koyrikort- ini frá motorsúkklu til trail- ara, so kunnu teir eisini geva koyrikort til trukk og krana. At taka hesi koyri- kortini snýr seg mest um te- ori, men eisini nakrar prak- tiskar royndir. Teir fimm lærararnir skiftast um at skipa fyri undirvísingini, so sum tað passar. At taka teori til vanligt persónbilakoyrikort tekur einar seks vikur, og næm- ingarnir hava tilsamans 40 tímar í undirvísing. Hans J. Hermansen sigur, at ein týðandi partur av undirvísingini er at fyri- reika næmingin mentalt til at klára seg í ferðsluni uttan at vera til ampa fyri onnur. – Tað er umráðandi, at næmingurin hevur rættan hugburð til ferðsluviður- skifti, tá hann fer út í ferðsl- una, og tí royna vit at fyri- reika næmingin á rættan hátt, sigur Hans J. Skúlin skal geva næm- inginum ein ávísan førleika við bili, kunnleika til ferðsluviðurskifti og tann rætta hugburðin. Hesum roynir Tórshavnar Trafikk- skúli at syrgja fyri. Tórshavnar Trafikkskúli: Fyrimunir við samstarvi Tórshavnar Trafikkskúli er úrslit av einum samtaki millum fimm koyrilærarar, og at vera saman er ein stórur fyrimunur fyri allar lærararnar, heldur Hans J. Hermansen, ábyrgdarhavandi Mynd: Álvur Haraldsen Trupulleikin við út- varpinum og fartele- fonum er nakað, sum flestir bilførarar í dag kenna til, men nú skuldi ein forkunnug loysn verið at hóma BILAR Heri á Rógvi Hesar dagar, tá annar hvør óviti rennur runt við einari fartelefon í lummanum, so uppstanda eisini nakrir nýggir samfelagsligir trup- ulleikar. Trupulleikar, sum vit kanska ikki kundu havt ímyndað okkum fyri bert fáum árum síðani. Fleiri av hesum átrokandi dilemma- unum snúgva seg um fartel- efonir. Hesin nýmótans hentleiki hevur við árunum sett fleiri og fleiri krøv til okkum nýtarar, um vit skulu kunna fáa mest møguliga gleði burturúr. Fyri fáum árum síðani varð tað lógarkravt, at skuldi tú tosa í fartelefon meðan koyrt varð, so var neyðugt at skipa soleiðis fyri, at tú onkursvegna kundi tosa uttan at nýta hendurnar. Úrslitið var, at nógv »hands-free« sett sóu dagsins ljós. Útvarpstólið ella bilstereoannleggið ó- rógvaði tó framvegis sam- røðurnar, og framleiðarar- nir løgdu høvur í blot fyri at finna eina líkinda loysn. Nú hevur onkur funnið upp á ráð, sum skuldi riggað til eitthvørt útvarpstól. Mutar Tólið, sum kann vísa seg at gerast banin hjá hesari ný- mótans høvuðpínuni, eitur “Auto-Mute”. Talan er um eitt lítið tól, ið syrgir fyri, at tosað kann verða í fartele- fon uttan at verið órógvað- ur av útvarpinum. Alt eftir hvørja íbinding tú velur, so vil útvarpstólið sjálvt »muta«, t. e. sløkt verður fyri ljóðinum, ella verður streymurin tikin av. Úrslitið er í báðum førum, at fartelefonsamskifti kann fara fram uttan nakað ó- rógv. Sambært Jens Mortani Rasmussen, sum starvast hjá Radiobúðini í Runavík, so er fyrimunurin við hes- um tólinum, at tað kann setast til øll útvarpstól, og Auto-Mute fangar sjálvt signalið, soleiðis at skilja, at tað er líkamikið, hvør telefon ringir ella um vib- rator funktiónin er frá. – Tað eru nógvir fyri- munir við at velja hesa loysnina, sigur Jens Mortan Rasmussen. Tíggju sekund eftir, at samrøðan er liðug, so slær sjálv “mutingin” frá. Potens forleingjari Sjálvur sigur Jens Mortan Rasmussen, at hann ikki selur bilradio, men heldur bilstereo. – Tað skal vera talan um gott ljóð fyrst og fremst, tá tað snýr seg um bilstereo, sigur Jens Mortan Rasmus- sen. Til eitt rættiligt bilstereo skal nógv gott til. Talan skal bæði vera um forsterk- ara, hátalarar og sjálvan spælaran, sum oftast er gjørdur til fløgur. Jens Mortan Rasmussen sigur, at tað fyrst og fremst eru ungir menn, sum ogna sær tílíkan útbúnað. – Talan er í roynd og veru um ein potensforleingjara, og verður útbúnaðurin ofta keyptur fyri at imponera diddurnar, sigur Jens Mort- an Rasmussen. Gløgga útvarpstólið Nú fæst Saab frá Tólið, sum kann vísa seg at gerast banin hjá hesari nýmótans høvuðpínuni – at útvarpstólið órógvar okkum, tá vit tosa í fartelef- on – eitur »Auto-Mute«. Talan er um eitt lítið tól, ið syrgir fyri, at tosað kann verða í fartelefon uttan at verið órógvaður av útvarpinum John P. VIlhelm og Finnbogi Arge góvu hvør øðrum hond upp á samstarv, nú P/F Meinhardt Arge tekur yvir Saab-umboðið í Føroyum. Millum teirra stendur Opelstjórin í Danmark, Klaus Kibsgaard Tlf 345400