hósdagur 6. september 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 171 - 6. september 2001
Nr. 172 - 6. september 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
C
M
Y
K
Ger dreymin til veruleika-
keyp ein Daewoo Leganza CDX
Hví keypa ein...
tá tú kanst keypa ein Daewoo Leganza CDX 2.0 fyri
219.700,-
- ein skilagóð avgerð
rð
r !
Luksusbilurin við m.a. leðursetrum,
elstýrdum førarasetri, fartpiloti,
klimaanleggi og fløguspælara
einans
P/f Esmar Simonsen
- ein skilagóð íløga!
P/f Esmar Simonsen
Tel. 44 44 05 • Fax 44 46 29
kr. 99.700
sentrallás - servostýring - radio
LANOS
frá kr. 119.700
3 ella 5 hurðar
NUBIRA
frá kr. 156.800
sedan ella stationcar
TACUMA
tann nýggi og praktiski MPV
frá kr. 168.900
LEGANZA
ein luksusbilur
frá kr. 179.700
ó
í
á
Fuglfirðingurin, Jens
Petur Jensen, ið hevur
búð mesta partin av
lívi sínum í Havn,
nærkast nú aftur
heimbygdini aftur og
starvast nú sum bila-
sølumaður á Kambs-
dali
BILASØLUMAÐUR
Magnus Gunnarsson
Jens Petur er uppvaksin í
Fuglafirði. Hann flutti til
Havnar í 1965, lærdi til
tekniskan assistent, og fór
síðan niður til Danmarkar,
har hann í fýra ár lærdi til
verkfrøðing.
Heimaftur
komin arbeiddi hann sum
verkfrøðingur í eini 10 ár,
men hugurin stóð meira til
handilslívið. Hann fór tí til
P/F Jákup á Dul, har hann
m. a. byrjaði søluna av
teimum kendu HTH køku-
num, eftir tað hevði hann
saman við konuni, ein
klædnahandil í SMS í 6 ár.
Í 1985 byrjaði hann sam-
an við Øssuri Hjalt egna
fyritøku við sølu av Danica
Køkum
og
hvítvørum.
Hendan fyritøkan fekk,
sum so mangar aðrar, ein
enda í 1993, tá búskapar-
kreppan rættuliga fór at
gera um seg. Eftir hetta fór
hann so at selja bilar hjá
P/F Meinhardt Arge.
Dámar at selja
Nú nærkast Jens Petur
heimbygdini aftur, og hann
er farin at selja Daewoo bil-
ar hjá P/F Esmar Simonsen
á Kambsdali.
Hann er ikki heilt ókend-
ur við familjuna Simonsen
í Fuglafirði, tí hann og
Tróndur, sonur Esmar Sim-
onsen, hava verið vinir heilt
frá barni av, og Jens Petur
hevur altíð følt seg sum
húsfólk hjá teimum.
Hóast Jens Petur lærdi til
verkfrøðing, so trívist hann
betur
í
handilsverðini.
Hann heldur, at hetta møg-
uliga er arviligt, tí pápi
hansara, Ansgar Jensen, var
handilsmaður tað mesta av
lívi sínum, og tað segðist
um hann, at hann var ein ó-
metaliga dugnaligur hand-
ilsmaður í Fuglafirði.
Jens Petur hevur ikki
heilt slept handilslívinum í
høvuðsstaðnum, tí í 1998
keyptu hann og konan ogn-
irnar hjá Jóan Jakku niðri í
Vágsbotni, sum í dag eru
leigaðar út.
Jens Petur Jensen - selir nú
Daewoo bilar á Kambsdali
Jens Petur Jensen selur nú Daewoo bilar hjá Esmar Simonsen
á Kambsdali
Mynd úr Fuglafirði í 1967.
Jens Petur Jensen við sínum
myrkagrøna Austin 1100,
Fø6.667, og Tróndur
Simonsen við sínum
ljósabláa Vauxhall Viva,
Fø6.482. Jens Petur og
Tróndur hava verið vinir
heilt frá barni av.
FERÐSLYTRYGD
Jón Kragesteen, dagligur
leiðari á Ferðslutrygd
Undirritaði er av Sosiali-
num biðin um at skriva
nøkur orð í sambandi við,
at blaðið ger serligt burtur
úr evninum bilar og ferðsla.
Vandamálini í ferðsluni eru
nógv, so evnini at skriva um
tróta ikki. Skrivað kundið
verið um ungdómin, sum
aftur og aftur kemur sær í
meiningsleysar vanlukkur,
um, hvussu vit kundu gjørt
ferðsluupplæringina betri,
um hví bilbeltið ikki altíð
verður nýtt, um endurskin,
um hví so stórur partur av
okkara
ferðsluumhvørvi
framvegis sær út til einans
at vera fyri tey, sum sita
aftan fyri róðrið og ikki tey,
sum eru til gongu, á súkklu
ella í rullistóli.
Á Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd verður dagliga arbeitt
við hesum spurningum á
ymiskan hátt. Vit kundu
lagt onnur evni afturat, t. d.
hvussu vit kundu ment
trygdarskipanir í bilunum,
men lat tað fara hesuferð.
Tað sum fyrst og fremst
upptekur okkum á Ferðslu-
trygd er, hvussu vit kunnu
fáa setta í verk eina
langtíðar ferðslutrygdar-
ætlan fyri landið, har vit
eftir einum skipaðum leisti
kunnu fáa ferðsluna trygg-
ari, soleiðis at vit øll í land-
inum at draga somu línu.
Í veruleikanum hevur
Ferðslutrygd í fleiri ár í talu
og skrift og á annan hátt
roynt at fáa landsins evstu
myndugleikar at seta út í
kortið ein langtíðar ferðslu-
trygdarpolitikk. Fyri tveim-
um árum síðani sá út til at
okkurt fór at henda. Komið
varð so langt, at í løgmans-
røðuni á ólavssøku 1999
varð nevnt, at landsstýrið
fór at arbeiða við einari
ferðslutrygdarætlan grund-
aða á Nullhugsjónina.
Men síðani tá er einki
hent. Ráðið fyri Ferðslu-
trygd og onnur her á landi,
sum fáast við ferðslu og
ferðslutrygd, tað veri seg
løgregla, Bileftirlit, Lands-
verkfrøðingsstovnur, bý- og
bygdarráð,
koyrilærarar,
skúlamyndugleikar, bila-
seljarar og onnur, arbeiða
framvegis hvør í sínum lagi
á besta hátt. Tað er ikki tí,
øll vilja vit gera ferðsluna
tryggari, men einki mál er
sett út í kortið, eingin av-
gerð tikin um, hvar høvuðs-
dentur skal leggjast osfr.
Tá ið so vanlukkur
henda, kyknar eitt ógvus-
ligt orðaskifti upp, og hvør
roynir í sínum lag at siga,
hvør orsøkin er, og hvat ið
skal verða gjørt. Men tvær
vikur aftaná ella so, sýnist
alt at vera gloymt, í hvussu
er hjá teimum, sum ikki
persónliga vórðu rakt.
Í ár eru liðin 25 ár, síðan
Ferðslutrygd varð sett á
stovn. Besta føðingardags-
gávan sum hugsast kann í
hesum sambandi, er at
landsins evstu mynduleikar
settu sjøtul á at gera eina
langtíðar ferðslutrygdarætl-
an fyri Føroyar – grundað á
hugsaninar í Nullhugsjón-
ini.
Aðalmálið í
Nullhugsjónini:
• eingin dripin og eingin
álvarsliga skaddur í ferðsl-
uni
Menniskjaligt at
gera mistøk
Í Nullhugsjónini verður á-
sannað, at vit sleppa ongan-
tíð heilt undan, at menni-
skju gera mistøk – hetta hó-
ast ferðsluútbúgvingin al-
samt verður betrað. Tí má
samfelagið gera viðurskift-
ini í ferðsluni so trygg, at
menniskjalig mistøk ikki
verða revsað við deyða ella
lívlongum avlamni.
Ferðslan er eitt
arbeiðspláss
Á
arbeiðsmarknaðinum
hevur
arbeiðsgevarin
skyldu at skipa fyri, at t.d.
allar maskinur eru so trygg-
ar, at skaði ikki hendir av ó-
ansi, sum daglig rutina av
ymiskum orsøkum kann
føra til.
Hyggja vit at flogferðsl-
uni, kunnu vit vísa á eitt í-
tøkiligt dømi, sum hendi
fyri kortum, nevniliga at
Føroyaflogfar var um at
renna saman við eitt annað
flogfar. Talan var um menn-
iskjaligt mistak, men tekni-
ska útgerðin í flogførunum
syrgdi fyri, at vanlukkan
ikki hendi.
Í ferðsluni er samfel-
agið arbeiðsgevarin
Við øðrum orðum liggur
tað á myndugleikunum at
gera alt fyri, at tær vanlukk-
ur, sum vit vita fara at
henda – tí at mennuskju al-
tíð fara at gera mistøk –
vera so lítið álvarsligar,
sum til ber
Nullhugsjónin utopi?
At hava eina Nullhugsjón
er eitt sera høgt mál at seta
sær, og mangan verður
spurningurin settur, um tað
ber til at røkka hesum høga
máli. Men tað er ein sann-
roynd, at skulu vit koma
framá, mugu vit seta okk-
um høg mál. Hetta hava
fleiri lond í Europa ásannað
– við Svøríki og hinum
norðurlondum á odda.
Hesi lond hava ásannað,
at Nullhugsjónin er einasta
mannvirðiliga framtíðar-
málið, sum stevnt kann
verða ímóti, tá um ferðslu-
trygdar-arbeiði ræður.
Ábyrgdin skal býtast
Meginparturin av ferðslu-
vanlukkum henda av menn-
iskjaligum áðum. Tað van-
liga hevur verið, at so at øll
ábyrgdin verður løgd á hin
einstaka, t.d. bilføraran.
Men í Nullhugsjónini verð-
ur ført fram, at hetta er ikki
rætt. Ábyrgdin skal býtast
millum fólki í ferðsluni,
samfelagið, sum ger vegir,
lógir og reglur – og bila-
framleiðararnar. Tí hevur
samfelagið skyldu at gera
vegirnar soleiðis, at menn-
iskjalig
mistøk
verða
”fangað”, áðrenn vanlukk-
an hendir og bilaframleið-
arin hevur skyldu at gera
bilin so tryggan, at menn-
iskjalig
mistøk
verða
”fangað” áðrenn ov seint er.
At røkka Nullhugsjónini
mugu vit tí arbeiða fyri at
fáa:
• bestu ferðsluupplæring
/útbúgving
• bestu akfør
• besta ferðsluumhvørvi
• bestu lógir og reglur
• besta eftirlit
• og framhaldandi
menning
av
hesum
nevnda
Tað ræður um at hugsa
”globalt” og ”handla lok-
alt”
Vit kunnu ikki vænta at
røkka evsta málinum í
Nullhugsjónini í morgin,
men vit kunnu seta okkum
ávegis mál at røkka næsta
ár ella næstu fimm árini. Tá
ið ávegis málini eru sett,
skulu vit gera av, hvussu vit
koma fram til tey og hvør
skal gera hvat. Og sjálvandi
skal kostnaðarmetan verða
gjørd.
Tað loysir seg at nýta
pening til trygd – hetta vísa
allar útrokningar – her er
beinleiðis peningur at spara
hjá samfelagnum!
– Føroyum tørva eina langtíðar ferðslutrygdarætlan
230 deyð í ferðsluni í Føroyum
Kortini omanfyri, sum hanga á Politistøðini í Havn, vísa, hvar tey 230 fólkini eru deyð, sum farin eru í ferðsluni í
Føroyum, síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, ið kravdi mannalív hendi á Varmakeldueiði 2. september í 1928. Tá fór ein
lastbilur við trimum monnum út av vegnum, og førarin doyði