mánadagur 24. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 24. november 2008
13
Spurningurin er, hví HH
øsir seg so upp um eina
viðmerking, sum eg skriv
aði um túrin hjá Jørgen
Niclasen í Íslandi? Hvørji
eru ørindi hansara? Loyvt
er at spyrja, tí har man
liggja meira aftanfyri, enn
mínar smáu viðmerkingar
Fyrst má eg siga, at tað er
løgið, at hann brúkar ein
tiltaluform, eins og hann
yvirhøvur ikki kendi meg.
”Ein, ið nevnir seg Rolf
Guttesen…” Tað er ikki
meira enn nakrar vikur
síðani vit møttust úti á
Reyni, hann tosaði um lása
smiðir, eg fortaldi honum
um byggiháttin við bind
ingsverk og flensburgstein
um í Egholmshúsi í Reyna
garði, vit stóðu beint undir.
Eg trúði tá, at hann visti,
hvønn hann tosaði við. Eg
havi kent Høgna síðan
hann varð føddur.
Spilla út, ótespiligt?
Eg kallaði Jørgen Niclasen
óroyndan, og tað er hann.
Nýggjur sum floksformað
ur, og nýggjur sum lands
stýrismaður í uttanlands
málum. Eg kallaði hann
lærling, og einki ilt er í tí.
Ein lærlingur hevur – sum
oftast – evnini og hugin at
læra. Kanska síggja vit
Jørgen sum útlærdan svein
um nøkur ár?
Politikarar eru og vilja
gjarna vera almennir
persónar
Eg havi ”spilt navngivin og
ónavngivin tjóðveldisfólk
út”. HH man vera blivin
nakað fíntfølandi eftirhond
ini. Eg havi kritiserað
politikkin hjá Tjóðveldis
flokkinum. At man so noyð
ist at nevna persónar, sum
bera politikkin fram, tað
kann ikki vera ”útspilling”.
Tað má vera so, at fólk,
sum alment fara upp í poli
tikk, arbeiða, skriva og tala
fyri hesum, tey mugu vænta
og tola at fáa aftursvar.
Politikkarar eru almennir
persónar, og royna sjálvir –
sjálvandi – at blíva so
”almennir” sum gjørligt.
Eisini er tað loyvt at
viðgera søguligar persónar,
sum hava ført seg fram.
Nøvn, sum hava borið ein
politikk fram. Annars kann
man ikki ”læra av søguni”,
sum er ein vanligur og
skilagóður talimáti. Eg
havi ikki útspilt ”fólk, ið
eru farin higani av fold”.
Tað sum helst pínir HH er,
at eg fyri einum tveimum
árum síðani vísti á, at
Jóannes Patursson í 1930
num hevði tætt samband
við fascistiskar bólkar í
Norra, millum annað við
Adolf Hoel. Og tað kann
dokumenterast!
Eg havi ikki spilt
íslendsku tjóðina út
HH tekur ”frástøðu frá hesi
útspilling av .. íslendsku
tjóðini”. Nei, nú dugi eg
slett ikki at fylgja við. Eg
havi skrivað um íslendskan
politikk, og sendistovurnar.
Eg fari at biðja harra Hoy
dal greiða lesarum frá, hvar
og hvussu eg havi spilt
íslendsku tjóðina út. Tað
kundi aldri fallið mær inn.
Ikki skilagott við sendistov
um í íslendskum hølum
Ørindi míni vóru at siga, at
tað ikki er skilagott at hava
sendiumboð í somu stovu,
sum eitt fremmant land. Eitt
annað suverent land, sum
hevur síni áhugamál at
røkja. Eitt land, sum Føroyar
stríðist við, bæði um tilfeing
ið í havinum, og um sølu
marknaðir. Eitt er í veitslu
talum at røða um ”brøðra
tjóðir”, annað er at tryggja
egnar strategiskar interessur.
Politiskt neyðarróp frá
Høgna Hoydal
Men hví øsir HH seg upp og
forsvarar ein landsstýris
mann úr Fólkaflokkinum?
Mín vurdering gongur tann
vegin, at hetta er eitt polit
iskt neyðarróp frá HH. Hann
er politiskt í dýrastu neyð.
Hansara fullveldislands
stýri saman við Anfinn
Kalsberg, spældi fallitt. HH
bleiv kasseraður av Anfinni.
CHElandsstýrið saman
við Jóannes Eidesgaard
spældi eisini fallitt. HH
bleiv koyrdur við skoðs
málinum: óálítandi.
Tjóðveldi í politiskari
oyðimørk
Kasseraður tvær ferðir, av
bæði høgra og vinstra er
ein politisk katastrofa fyri
HH persónligt. Ikki minst
tí fólk í flokkinum duga at
síggja, at skal Tjóðveldis
flokkurin aftur sleppa upp í
part, so skal ein nýggjur
formaður til.
HH berjist fyri sínum
politiska lívi. Tí krøkir
hann seg upp í Fólkaflokk
in, sum í løtuni hevur ”ein
óroyndan lærling” sum
formann.
Jamen, hví øsir Høgni Hoydal seg upp?
Rolf Guttesen
Felagið Valcon hevur gjørt
eina fíggjargreining av før
oyska sjúkrahúsverkinum.
Orsøkin til tað er, at Tjóð
veldi og Miðflokkurin í
CHEsamgonguni ikki fram
haldandi kundu liva við
áhaldandi meirnýtslu, yvir
trekkum, eykajáttanarum
bønum og framskrivingum
av yvirdráttum. Nú frágreið
ingin, á 80 síður, er liðug
og almannakunngjørd, er
greitt, at landsstýrismaðurin
Hans Pauli Strøm lesur
hana sum hin versti lesur
Heilagu Skriftirnar. Útvarp
ið er sjálvandi preparerað í
góðari tíð, nú einasti polit
iski, ella rættari partapolit
iski, boðskapurin er, at før
oyingar brúka minni fíggj
arliga orku til sjúkrahús
verkið enn grannarnir gera.
Javnaðarflokkurin og lands
stýrismaðurin kreeraðu
stuntið, og heimastýrisradio
foniin legði seg fram eftir
rommum, og kíkaði subjekt
iva boðskapin karráan.
Niðurstøðan í kanningini
er ein lemjandi atfinning
av landsstýrismanninum,
umsitingini í ráði hansara
og ditto í sjúkrahúsverki
num. Endasalutturin í
niðurstøðuni, ið er skrivað
á síðu 1, harvið rímiliga
ásýnilig, er soljóðandi á
donskum: ”Under budget
analysens givne forud
sætninger bør der derfor
være væsentlige proces
og ressourcemæssige for
bedringsmuligheder fra
den politiske budgetpro
ces til den daglige styring
af sygehusenes økonomi.
Sammenfattende er det
vurderingen, at der er et
ikke ubetydeligt potenti
ale for øget budgetdisci
plin, større overblik over
udgiftsdrivende faktorer,
bedre styring og øget
produktivitet.”
Landsstýrismaðurin, og
harvið flokkur hansara, eru
komin í dýrastu neyð av
kanningini. Alment sleppur
hann í mikrofonhaldarínum
at tosa elegant um alt annað
enn tað, sum kanningin snýr
seg um. Tað tykist, sum
ongin er førur fyri at seta
honum spurningar í mun til
tað sum kanningin er gjørd
um og til. Einfaldi boðskap
urin er nú, at vit brúka minni
orku til sjúkrahúsverkið enn
danir, íslendingar o.a., hetta
snýr kanningin seg als ikki
um, og tað var heldur ikki
ætlanin við henni. Hon snýr
seg heilt einfalt um, hvussu
fíggjarstýringin í verkinum,
heilt frá landsstýrismanni
num, út í liðirnar á sjúkra
húsunum, stendur, í mun til
játtaða fíggjarkarmin á løg
tingsins fíggjarlóg. Onki
annað. Niðurstøðan oman
fyri er ein lemjandi kritikkur
í mun til hendan spurningin,
sum var ætlaður skuldi
svarast, og er svaraður.
Hvussu kvaliteturin á
føroyskum sjúkrahúsum er
í mun til aktuellu játtanina
vita vit ikki. Tann kanning
in er ikki gjørd, tað átti hon
at verið alt fyri eitt, soleið
is at politikkararnir, sum
skulu játta peningin, veru
liga vita, hvussu játtan og
kvalitetur, í einum og sama
høpi, standa í mun til tey
londini, sum landsstýris
maðurin selektivt, parta
politiskt subjektivt og við
ongum grundmateriali er
farin at gera seg klókan
uppá í fjølmiðlunum. Kann
ingin sigur greitt, at lands
stýrismaðurin als ikki
hevur fyrisitið sítt embætið
á nøktandi hátt. Jóannes
Eidesgaard megnaði onki
at gera við partamannin,
hvørki í fyrru ABCsam
gonguni, tíansheldur í
CHEsamgonguni og nú er
spurningurin bara, um Kaj
Leo torir at nema HPS við
einum klova, ella rættari,
um hann sleppur til tað fyri
Javnaðarflokkinum. Tað
spyrst um livst.
Partapolitisk sjúka komin í fíggjarstýringina
tóRbjøRn
jacobsen
Í hesum døgum lesa og
hoyra vit nógv um fólk,
bæði í Føroyum og uttan
lands, sum knógva undir
altjóða kreppuni. Her heima
hoyra vit dag og dagliga um
hópuppsagnir í fiskivinnuni
bæði á sjógvi og landi, um
tey í Suðuroynni, sum ikki
sleppa til arbeiðis, um tey á
Kósini, sum óttast fyri at
missa arbeiði, um fiski
menn sum flýggja av landi
num, um uppsagnir í byggi
vinnuni og nógvar aðrar
syrgiligar søgur.
Mitt í øllum sorgarleiki
num skulu vit eisini lesa
um ein almennan stjóra,
sum skrivar síðu upp og
síðu niður, meðan hon
grætur um sína soltnu løn
áljóðandi 39.215,79 pluss
15% í eftirløn.
Ikki sørt niðursetandi
samanber almenni stjórin
sína løn við eina arbeiðs
mannaløn. Hetta tí, at hon
skal eitast at arbeiða um
leið 70 tímar um vikuna.
Almenni stjórin samanber
seg við føroyska arbeiðaran,
sum í dag líður undir hótta
fallinum av altjóða krepp
uni. Hesin sami arbeiðarin
vildi óivað fegin sloppið at
arbeitt 70 tímar um vikuna,
eins og Elin. Serliga nú tað
stundar ímóti jólum. Men
arbeiðarin skal vera glaður,
um hann yvirhøvir fær eina
arbeiðsviku áljóðandi 40
tímar.
Almenni stjórin gloymir,
at hesin sami arbeiðarin,
sum hon so niðrandi saman
ber seg við, bæði skal
gjalda lønina hjá Elin,
samstundis sum arbeiðarin
skal bera byrðarnar av
kreppuni.
Kreppuni, sum Elin
óivað ongantíð kemur at
merkja nakað til.
Å stakkals Elin Heinesen!
Kitty May
ellefsen
Nakað soleiðis minnist eg
eitt orðafelli. Og um eg
minnist hetta rætt, so
sigur tað alt um mína
kenslu eftir lansfundin
hjá Javnaðarflokkinum
14. og 15. november í
Klaksvík.
Var ikki meira enn
rættiliga vaknaður eftir
landsfundarveitsluna, tá
Jógvan Arge, tjóðveldis
maður í Havn, rópti út um
geilar, hvussu skakaður
hann var um tey úttalilsir,
sum fallin vóru á lands
fundinum hjá Javnaðar
flokkinum um Tjóðveldi.
Og so var helst kreppu
fundur í tingbólkinum hjá
hesum sama flokki um
hetta mál. Úrslitið gjørdist,
at Sjúrður Skaale vegna
skelkaða tingbólkin kom
við enn einari fordøming
av landsfundi Javnaðar
floksins, sum allan vegin
ígjøgnum hevði tosað
niðrandi um tey.
Endaligi trumfurin varð
spældur hósdagin, tá ein
danskløntur embætis
maður, sum helst hevur
høgt starv í stjórnini hjá
Tjóðveldi, í bløðunum
greiddi okkum øllum frá,
at ”gjøgnumgangandi á
landsfundinum hjá Før
oya Javnaðaðarflokki
vóru skuldsetingarnar og
runublaking móti Tjóð
veldinum”
Eg má siga, at eg kenni
meg illa við.
Eg var á landsfundinum
hjá Javnaðarflokkinum
alla tíðina, men eg kenni
onki av øllum hesum
aftur.
OK, formaður floksins
endurtók, at vantandi álit
millum hann og formann
Tjóðveldis var orsøkin til,
at CHE samgongan slitn
aði, men í sama andadrátti
segði hann, at samstarvið
við hini landsstýrsfólkini
og tingmanning Tjóð
veldisins vóru stak góð.
Men alt annað, ið síð
ani er ført fram, er so
langt úti, at man stendur
spyrjandi og yppur øksl.
At skjótt fyrrverandi
varaborgmeistarin í Havn
er í ringum skørðum eftir
nirðrandi valið, har hann
”bert” gjørdist nr. 3 mill
um tey, ið vórðu vald,
kann man kanska skilja.
Men at Sjúrður Skaale,
sum vanliga førir seg
fram sum tann mest reiði
ligi politikarin í Føroyum,
og tekur sær rætt at revsa
øll onnur fyri
óreiðiligheit, soleiðis
loypir upp í óðum verk
um, skilji eg als ikki.
At so hesin danski
embætismaðurin loypur
upp á tjóðlegg fyri so at
detta niður aftur á lang
legg, er kanska meira
skilligt. Hetta er ikki
fyrstu ferð, at hann skjýt
ur til høgru og vinstru
uttan mál og mið, so har
er ikki nakað nýtt undir
sólini!
Samanumtikið kunnu
vit bert enn einaferð taka
saman um Tjóðveldið:
Ússaligt!
Mangur veit frá Ólavi kongi at siga,
men hevur ikki sæð hann
sofus Debes
johannesen
viðmerkingar