Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 226 - 24. november 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og luttóku í sorgini, tá elskaða dóttir og systir okkara Birgit Sólstein doyði og varð jarðað, takka vit inniliga. Vit takka Christianskirkjuni, vinkonum og øðrum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina, limum í FSO fyri vakran tónleik. Vit takka fyri kransar, blómur, brøv og troystarorð, og takka øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Katrin og Alex Andras, Páll og Kári við familju Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elydia Haldansen Vestmanna doyði og varð jarðað. Vit takka presti fyri troystarík orð á Mørkini og í kirkjuni, somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum, berarum, gravarum og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Vit takka tykkum á Mørkini fyri tíðina, hon var hjá tykkum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Mørkina. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjurnnar vegna Ewald, Hans Pauli, Maria, Emilja og Jóan Dávid So bórust boðini, at Elin­ borg Trónd er farin 80­ára gomul. Seinast eg hitti Elinborg, var í Mettustovu, tá ið fyrsta Mettan varð handað „Guðrun & Guðrun“ tann 7. novembur ­ fyri bert 2 vikum síðani. Elinborg var við, væluppløgd og frynt­ lig sum altíð. Grundarlagið undir Mettugrunninum er skeið, hildið á Háskúlanum, með­ an Elinborg sat sum for­ kvinna í Kvinnufelaga Samskipan Føroya. Jórun Poulsen fekk til uppgávu og átók sær at seyma mynd til Háskúlan. Hendan myndin varð gjørd til plak­ at og seld. Elinborg var undan­ gongukvinna, og mangt fekk hon í lag. Skipaði eitt nú sum KSF­forkvinna fyri fyrsta íbirtara­skeiðn­ um í Føroyum fyri kvinnu­ ligum íverksetarum. Elin­ borg var við í øllum friðar­ gongum úti í heimi, sum tær norðurlensku Kvinnur fyri friði skipaðu fyri, og hon var eisini við til at skipa fyri føroyskari lut­ tøku á ymisku kvinnuráð­ stevnunum. Stevnan í Oslo, Forum 88, verður mangan havd á lofti. Føroyskar kvinnur fingu Smyril sum hotelskip, meðan stevnan var fyri, og høvdu pláss við Konga­ bryggjuna mitt í Oslo alla ta tíðina. Vakrar seymaðar myndir av túrinum prýða Mettustovu. Elinborg sat hendan dagin í Mettustovu og peikaði út, hvat stavaði frá hennara gomlu kjólum. Elinborg stillaði upp og varð vald í eldraráðið í Tórshavnar Kommunu. Hon sat hesa fyrstu setan­ ina, men stillaði ikki upp aftur. Elinborg dugdi so sera væl, og livandi, at siga frá; ein sannur søgusigari. Eg komi at smílast, tá eg hugsi um hetta. Livandi, stuttlig og kreativ. Soleiðis var Elinborg. Vit minnast við takksemi Elinborg og senda okkara samkenslu til Finn, synir, verðdøtur og ommubørn. Inga Ellingsgaard Elinborg Trónd Johansen farin Árliga jólasølan hjá Føroya Heima­ virkisfelag verður í ár 29. og 30. november í Ítróttarhøllini á Hálsi. Á sølubásunum verður eins og undan­ farin ár, eitt stórt úrval av heimavirk­ aðum lutum/pløggum, bæði virkað siðbundi føroyskt og við nýggjum íblástri. Eisini verður café á staðnum við føroyskum viðskera og onkrum søtum omaná. Opið verður hesar tíðir: Leygardag­ in frá kl. 10 til 19 og sunnudagin frá kl. 14 til 19. Atgongumerkið kostar kr. 30,00 fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár hava ókeypis atgongd. Atgongumerkið er samstundis lutaseðil um trý gávukort á kr. 500,00 og trý gávukort á kr. 300,00 úr handlinum hjá felagnum, Tina Mik, Niels Finsensgøta 35, Tórshavn, har eisini er stórt úrval av heima­ virkaðum lutum. Føroya Heimavirkisfelag ger vart við, at ikki ber til at gjalda við gjalds­ korti á flestu básunum. Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag Elinborg Trónd Johansen, Tórshavn, andaðist hós­ dagin 20. november, 80 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jacobina Sørensen ættað úr Hvalba, búsitandi í Havn, andaðist fríggjadagin 21. november á Lágargarði, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Fyri tey avvarðandi Ebba, Marita, Anna, Joen Pauli og Finngerð við familjum Dagurin 24. november. Chrysogonos, deyður umleið ár 300. Halgi­ søgurnar siga, at hann var kristin einbúgvi, sum varð tikin av døg­ um meðan Diocletianus var keisari. Martina Petersen á Kósini, Klaksvík andaðist á Sambýlinum á Heygnum sunnudagin 23. november, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin 26. november kl. 13.30. Børnini Lesið -tað loysir seg