Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 226 - 24. november 2008 ] Landsliðsvenjarin sigur, at við einum 18-manna hópi er ikki hugsingur um at seta sjey mans av í senn. Tí verður hetta gjørt so við og við Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Landsliðsvenjarin, Dia Midjord, sigur, at tað fyrst og fremst eru praktisk viður­ skifti, sum gera, at hann ikki hevur sett meira enn tann eina spælaran av hondbólts­ landsliðnum hesaferð. ­ Tað eru praktisk viður­ skifti sum gera, at bara ein spælari er avsettur hesaferð. Men hinir spælararnir verða eisini revsaðir komandi dyst­ irnar, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari við Rás2. Sum skilst eru bara 18 spælarar meldaðir til undankappingina. Umframt leikbannini, sum skulu gevast, eru eisini avboð av øðrum ávum hesaferð, og tí sigur landsliðsvenjarin tað vera ógjørligt at at seta sjey spælarar av ísenn. Ógjørligt at seta sjey av Flótandi mørk Talan er ikki um fyrstu og neyvan heldur seinastu ferð, at landsliðsspælarar fara í býin. Men hesa ferð varð eitt mark sett, og tað kundi bent á, at talan var um meira enn bara ein lítlan býtúr Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Var talan bara um ein vanligan býtúr, sum av misgávum ella naiviteti endaði galið, ella var talan um ólátaðan atburð, sum skal revsast? Tað er spurningurin, sum stendur eftir, eftir at landsliðsvenjarin í hondbólti hevur gjørt av at sekta sjey av sínum spælarum við leikbanni, eftir at hesir komu sær í lívsvanda í náttarlívinum í Sarajevo. Tá tú spælir á landsliðnum, so skal eitt mark sjálvandi vera. Og landsliðsvenjarin hevur so mett, at menn fóru út um hetta. Men revsingin kundi bent á, at talan er um annað og meira enn eina støðu, har menn bara vóru á skeivum stað til skeiva tíð. Og við at revsa Heina Hanusarson fyrst og harðast av øllum, hevur venjarin sent signal um, at Heini var oddamaður í rokinum, sum var. Spælarin sjálvur sigur tó, at hann kennir seg úthongdan, og at hann hvørki var betri ella verri enn nakar av hinum seks, sum vóru í býnum. Rætt ella ikki, so er eingin ivi um, at samsvar skal vera millum gerð og revsing. Og frágreiðingina um hetta hava vit so ikki fingið enn. Og so eisini eitt gleps, hóast tað nú ikki er so ofta, at vit á hesum síðum brúka teigapláss at viðgera tað, sum kappingarneytar okkara takast við. Men tað er margháttligt, hvussu stór tøgnin hevur verið hjá onkrum av hesum. Fyri hálvum triðja mánaði síðani slapp ein av landsliðsspælarum okkara í fótbólti at prýða fleiri forsíður eftir ein heldur óhepnan býtúr í Havn. Tá var talan um spælara, sum vegna skaða als ikki var tøkur hjá hvørki felag sínum ella landsliðnum. Hesa ferð var sami miðil við á fremstu parkett í Sarajevo, men hóast nógva slaturin, sum hevur gingið, hevur tað verið so eiðasørt, at ein tann einasti stavur hevur verið um býtúrin hjá sjey av spælarunum. So tað eru helst fleiri staðni, at mørkini eru flótandi. Jann Martin aftur í NSÍ Jann Martin Mortensen og Sjúrður Jacobsen spæla eisini við NSÍ í 2009. Heimasíðan hjá runavíkingar skrivar, at báðir hava longt sínar avtalur við felagið. Jann Martin Mortensen var í seinnu kappingarhálvu í ár útleigaður til B68, men ætlar sær nú at stríðast um plássið á miðvøllinum við Nenad Stankovic, Høgna Madsen, Boga Løkin og Jann Inga Petersen. Arsenal nýggjan liðformann Fraklendingurin William Gallas var í farnu viku sekkjaður sum liðfor­ maður í Arsenal, eftir at hann hevði gjørt óhepnar viðmerkingar um viðspælarar. Blaðið Sunday Express vil verða við, at ungi miðvallar­ spælarin Cesc Fabregas skal verða nýggjur liðformaður hjá Arsenal. Fabregas spældi ikki við um vikuskiftið, og tá var málmaðurin Manuel Almunia liðformaður. Dia Midjord er alt annað enn nøgdur um býtúrin hjá spælarum sínum, og hetta fær avleiðingar komandi fýra landsdystirnar Heini sum syndabukkur Heini Hanusarson stóð spyrjandi, tá hann sum einasti landsliðsspælarin var grýttur av liðnum sum revsing fyri býtúrin í Beograd. Og sjálvur heldur spælarin, at hetta mest av øllum er ein maktdemon­ stratión frá venjaranum. ­ Fyri tað fyrsta vil eg siga, at tað hevur verið púra vanligt, at spælararnir eru farnir í býin eftir ein dyst, um tað hevur verið ein heilur mánaði til næsta dystin, so eg skilji ikki rættiliga, at spælararnir skulu revsast. Og eg kann so staðfesta, at eg eftir øllum at døma skal verða tann fyrsti, sum verður offur fyri hesari maktdemostratión frá venjaranum, segði Heini Hanusarson við Rás2. Og við Kringvarpið leygardagin vóru boðin á leið tey somu. ­ Eg havi verið kritiskur móti venjingunum hjá Dia Midjord og eisini í øðrum viðurskiftum kring landsliðið. So eg dugi illa at skilja annað endamál við hesum enn at splitta liðið. Nú skal eg hava tveir dystir leikbann hesaferð. Næstu ferð fáa tríggir mans leikbann og so skulu tríggir afturat hava leikbann eina triðju ferð. Hetta kann bara skapa split á liðnum, heldur Heini Hanusarson. -mørk HSF bakkar venjaran upp Tað eru ikki stórvegis viðmerkingar, sum fáast frá formanninum í Hondbólts­ sambandinum um hendingina, sum hevur fingið Dia Midjord at seta sjey spælarar av landsliðnum. ­ Eg kann bara siga, at vit bakka venjaran upp. Vit hava sagt, at tað er hann, sum tekur avgerðina, og at vit bakkaðu hann 100% upp, tá hendan varð tikin. Og tað gera vit framvegis. Aðra viðmerking havi eg ikki til málið, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen. -mørk Levi Nybo og Jens Skipagøtu, H71 Lars L. Black, TMS Ringsted Sámal Joensen, VÍF Hans Áki-Dal Christiansen og Janus Einar Sørensen, Kyndil Janus Sørensen, Esbern Patursson, Regin Joensen, H71 Carl Herup Olsen, Tróndur Kragesteen, Ingi Olsen, Finnur Hansson og Áki Mørk úr Neistanum. landsliðshópurin