mánadagur 24. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 226 - 24. november 2008 ]
Heini Hanusarson
váttaði í samrøðu við
Kringvarpið, at tað
kundi endað heilt
galið, tá hann og
seks aðrir landsliðs
spælarar vóru í
býnum í Sarajevo
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast slaturin hevur verið
nógvur um, hvat gekk fyri
seg, so var tað fram til
leygardagin ikki stórvegis,
sum fekst at vita um býtúrin
hjá hondbóltslandsliðnum í
Sarajevo. Ein býtúrur, sum
eisini ber við sær, at sjey
landsliðsspælarar fáa leik
bann frá landsliðsvenjaran
um, Dia Midjord.
Í ítróttartíðindunum leyg
arkvøldið staðfesti Heini
Hanusarson, at talan fyrst
og fremst var um eina
støðu, har spælarar komu
illa fyri.
Rann undan
brotsmonnum
Vit sótu eftir dystin á
hotellinum, har vit fingu
okkum nakrar øl – bæði
venjarar og spælarar. Eftir
at venjararnir vóru farnir í
song, vóru vit sjey mans,
sum fóru ein túr í býin. Og
hetta var ikki ímóti boðum
frá hvørki venjarunum ella
Hondbóltssambandinum.
Vit endaðu so á eini barr
stutt frá hotellinum, har vit
sita og hugna okkum, men
brádliga er Hans Áki (Dal
Christiansen, blðm.) burtur.
Sjálvur fari eg at leita eftir
honum, men tá eg eri
uttanfyri, steðgar ein BMW
bilur brádliga, og fýra mans
koma eftir mær.
Eg var ikki í iva um, at
hesir vildu mær ilt, og tí
rann eg undan teimum
gjøgnum einar sjeyátta
sonevndar villahavar. Har á
leiðini er ikki bara vanligt
hegn millum húsini, so eg
noyddist at klatra upp um
píkatráð og annað, men
tíbetur eydnaðist tað mær at
sleppa undan teimum.
Samstundis er Hans Áki
í kløtur við aðrar brotsmenn,
sum vilja hava pengar frá
honum og okkum. Nógv
meira, enn vit annars áttu at
gjalda. Teir vóru fleiri um
at berja hann, men tað
eydnaðist Hans Áka at sláa
somikið frá sær, at hann
slapp avstað uttan nakað
heilt álvarsligt mein, sum
talan annars kundi verið
um. Og saman við Sámali
Joensen eydnaðist honum
at sleppa avstað í einum
taxabili,
greiddi
Heini
Hanusarson frá.
Kundi staðið um lív
Sjálvur váttar Heini Hanus
arson, at tað kundi staðið
um lív hjá honum og lið
feløgunum, og hann váttar,
at teir kanska vóru dekan ov
naivir, tá teir fóru í býin.
Tað kanst tú altíð siga
aftaná. Men vit vóru sjey
mans, sum fóru avstað, og
vit vóru bara einar tveir
minuttir frá hotellinum, so
vit hildu ikki, at hetta kundi
ganga somikið galið. Síðani
hendingina havi eg tosað
við ein spælara hjá Kolding,
sum er úr Sarajevo. Hann
segði, at teir eisini høvdu
verið í býnum har, tá teir
vóru, men munurin var
nokk, at teir høvdu lokal
fólk við sær, sum vístu teim
um á tey tryggu støðini.
Men tað er eingin ivi
um, at hasir menninir vildu
okkum ilt. Teir royndu at
sláa sparka Hans Áka, og
var eg fangaður, ivist eg
ikki í, at teir høvdu viljað
mær líka ilt ella verri. Tað
er ikki altíð, at eitt mannalív
verður virt so nógv, segði
Heini
Hanusarson
við
Útvarpið um hendingina.
Kundi staðið um lív
Tað kundi staðið um lív, tá Heini Hanusarson og seks landsliðsfelagar fóru ein túr í býin í Sarajevo. Nú fáa teir allir sjey leikbann
frá landsliðsvenjaranum, men í fyrsta umfari rakar hetta bert Heina
Keðiligur endi hjá Laudrup
Spartak Moskva, sum hevur Michael Laudrup sum venjara,
tapti seinasta dystin í russisku landskappingini um vikuskiftið,
og harvið gjørdist tað greitt, at Spartak Moskva ikki verður við
í altjóða fótbólti næsta ár. Hetta var eitt vónbrot fyri felagið, og
danski venjarin gjørdi eftir tapið greitt, at umfatandi broytingar
verða gjørdar í spælarahópinum hjá Spartak Moskva.
Barca snávaði
Stórspæl og stórsigrar hava merkt avrikini hjá Barcelona í
hesum kappingarárinum, men um vikuskiftið mátti
Barcelona lata sær lynda við javnleiki ímóti Getafe.
Dysturin endaði 11. Hetta var bara annar javnleikurin
hjá Barcelona í ár. Felagið liggur framvegis á odda í
sponsku landskappingini – trý stig framman fyri
kappingarneytarnar úr Real Madrid.