Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 226 - 24. november 2008 ] Eftir stórsigur á Libanon hev­ur før­ oyska talv­landsliðið møguleika fyri í síðsta umfari, sum v­erður í morgin, at lyfta seg upp um plássið, sum Føroyar undan kappingini v­órðu styrkismettar at enda á Talv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nú fer rættiliga at líða í OL kappingini í talvi á hesum sinni. Í dag er frídagur, og fyrrapartin í morgin verður 11. og síðsta umfar á skránni. Føroyingar skulu fyrrapartin í morgin – fyrstu leikirnir verða longu klokk­ an níggju! ­ telva ímóti Sýrialandi. Undan finalu umfarinum eru Føroyar á 73. Plássi, og Sýrialand er á 72. Plássi. Undan kappingini vórðu Føroyar styrkismettar sum nr. 71, meðan Sýrialand varð styrkismett sum nr. 86. Harvið eigur tað at vera møguleiki fyri, at Føroyar í síðsta umfarinum kunnu lyfta seg upp um tað, sum frammanundan varð roknað við. Men tað valdast sjálv­ andi, hvussu úrslitið verður í morgin. Seinastu dagarnar hava avrikini verið eitt sindur upp og niður. Ímóti Kolumb­ ia løgdu okkara menn rygg til stórtap 0,5 – 3,5. Hetta var ikki øðrvísi, enn tað hevur verið, tá ið Kolumbia áður hevur verið mótstøðu­ liðið. Tá hava Føroyar ong­ antíð fingið meiri enn eitt stig. At tað ikki eydnaðist at vinna ella í hvussu so er at røkka javnleiki ímóti Qatar var vónbrot, tí ímóti olju­ statinum vóru hagtølini á okkara síðu. Stórsigur Eftir hesi úrslitini var tað hugaligt, at føroyska liðið so dyggiliga reisti seg í gjár, tá ið mótstøðan kom úr Libanon. Føroyar vunnu 3,5 – 0,5. Á fínu heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya greiðir Jógvan Joensen so­ leiðis frá: Helgi Dam Ziska fekk rættiliga tíðliga í talvinum fyrimun, tá Eid Fadi forrokn­ aði seg í ólukkumát. Helgi telvdi síðani sigurin trygt til høldar. Heini Olsen fekk somu­ leiðis greiðan fyrimun í tíðarneyðini, tá komið varð út í endaspælið. Hevði iva­ leyst fyrimun, men Faisal avgjørdi talvið skjótari enn neyðugt varð, tá hann misti býtismun. Dagsins undirhald stóð Mr. OL ­ John Rødgaard ­ fyri. Øgilig togan í miðspæl­ inum, har tað kanska sá út til at John var nakað kroyst­ ur. Men tá fólkið varð býtt upp gjørdist støðan góð hjá John og hann fór eftir sigri­ num við einari vakrari kom­ binatión, har hann lat rók fyri riddara og endaði við at hava heili 3 finnur fyri býtis­ munin. Somoff vildi treyð­ ugt góðtaka ósigurin og stríddist í langa tíð í einari vónleysari støðu, uppí móti teim 100 leikunum, har John tó ikki lat iva verða um úrslitið, hóast lítil og ongin tíð var eftir. Talvið hjá Martini Poul­ sen endaði javnt við leik­ endurtøku ­ var helst ikki meir at fara eftir. Misjøvn úrtøka Sum vit áður hava sagt, so verður gjørt øðrvísi upp hesa ferð, enn tað hevur ver­ ið tær átjan ferðirnar framm­ anundan, sum Føroyar hava luttikið í OL í talvi. Nú verður – sum eitt nú í fót­ bólti – gjørt upp fyri vunnar, javnar og taptar dystir. Tvey stig verða latin fyri at vinna og eitt fyri javnleik. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at samlaða stigatalið í hvørjum einstøkum talvi – sum nú so at siga verður roknað sum málúrtøka – hevur ver­ ið uppgerðin. Málið hjá føroyska lið­ num hevur allar ferðirnar verið at røkka 50 prosentum í úrtøku. Um roknað verður út frá tí uppgerðini, so er úr­ tøkan undan síðsta umfari­ num eitt sindur lakari, enn vónirnar altíð hava verið. Burturúr 40 talvum eru vunnin 18,5 stig, sum er hálvt annaðstig undir 50 prosentum. Um tað vignast væl í morgin, og Føroyar vinna stórt, so er møguleiki at røkka stigatalinum, ið plag­ ar at verða roknað sum góð­ tikið úrslit. Tað er bara ein av teimum fimm føroysku umboðunum í Dresden, sum hevur rokk­ ið meiri enn 50 prosentum. Talan er um Jóan Hendrik Andreasen. Hann hevur ver­ ið við í átta dystum, og burt­ ur úr teimum hevur hann vunnið 4,5 stig. Martin Poulsen hevur vunnið helmingin av stigu­ num, sum hann hevur kapp­ ast um. Martin hevur telvað sjey talv, og úrtøkan hevur verið 3,5 stig. Heini Olsen hevur vunnið 4,0 stig burtur úr níggju talvum, og Helgi Dam Ziska hevur vunnið 3,5 stig burtur úr átta talv­ um. Superveteranurin John Rødgaard hevur vunnið 3,0 stig burtur úr átta talvum. Fyrra partin av kappingini hilnaðist tað ikki væl hjá John. Men eftir at hann hevði hvílt seg í tveir dagar, tykist hann rættiliga at vera komin fyri seg. Burturúr trimum teimum seinastu umførunum hevur John vunnið tvey stig – tvær ferð­ ir remis og so sigur í gjár á Libanon. Árið endaði illa hjá Frem Síðstu dysturin undan vetrarsteðginum hjá Jón Róa Jacobsen, Atla Danielsen og hinum í Frem varð í Jútlandi ímóti oddaliðnum, Viborg. Úrslitið gjørdist ein knúsandi 4­0 sigur til Viborg, aftaná hálvleiks­ støðuna 1­0. Frem byrjaði illa í báðum hálvleikum. Longu tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum, vóru teir aftanfyri. Og longu tá fýra minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki hevði Viborg økt til 2­0. Tá gjørdist mótbrekkan ov brøtt hjá Frem, og teir grønu úr dómkirkjubýnum øktu til bæði 3­0 og 4­0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Gongdin hevur annars verið góð hjá Frem seinastu tíðina. Aftaná fyrstu sjey umførini høvdu teir bert tvey stig. Stigatalvan aftaná 15 umfør, og hálva kapping vísir nú 18 stig, og er tað samanumtikið nøktandi. Reytt kort fyri at fegnast Danski Tommy Bechmann fekk eina heldur óvanliga útvísing, tá hann og týska felag hansara Freiburg um vikuskiftið spældu 1­1 javnleik móti Koblenz. Bechmann kom í ár til Freiburg úr Bochum, og móti dystarenda skoraði hann sítt fyrsta mál fyri felagið. Fagnaðurin eftir hetta var somikið stórur, at dómarin gav honum gult kort, og tá hann longu hevði eitt av slagnum frammanundan, noyddist hann av vøllinum at fagnast seinastu løtuna. Styrkismetingin passar heilt væl John Rødgaard, sum her sæst undir liðini av Martini Poulsen, byrjaði illa, men eftir at hava hvílt seg, tykist hann rættiliga hava fingið gongd á