mánadagur 24. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 226 - 24. november 2008 ]
Neistin hevði Stjørn
una á krókinum,
men tveir misnýttir
møguleikar í avger
andi løtunum
forðaðu fyri
sigrinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
VB-sigurin á Stjørnuni fyri
viku síðani hevði eisini sín-
ar avleiðingar fyri Neistan.
Hesin bar nevnliga við sær,
at tær bláu vóru trýstar at
fáa stig burtur úr heimadyst-
inum móti meistarunum,
um tær ikki skuldu søkka alt
ov langt aftur í royndunum
at røkka finaluplássinum.
Og
við
javnleikinum
sunnudagin prógvaðu tær
bláu, at tær væl kunnu
bjóða teimum fremstu av.
Tí sigurin hesa ferð var so
nær, sum hann kundi vera.
Men tveir misnýttir 100%
kjansir seinastu minuttirnar
forðaðu tó fyri hesum.
Stine ein sannur
fongur
Dysturin var annars enn eitt
prógv um, at Stjørnan í
løtuni er í einum aldudali.
Hóast liðið telur helst bestu
bakketuna í landinum, so
hevði Neistin fyri tað nógva
stórt hepni við at verja rætti-
liga flatt. Einastu krossini,
sum komu frá meistarunum,
vóru frá vinstra bakki, og í
teimum løtunum, tá Neista-
verjan megnaði at lofta
renningunum frá Simonu,
hevði Stjørnan ikki so
øgiliga nógv annað at bjóða
uppá.
Miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki gav hetta eisini at bíta,
tá 6-8 á máltalvuni varð
broytt til 13-10. Fremsta
vápnið í hesum var tilgongd-
in av Stine Mikkelsen, sum
sunnudagin
spældi
sín
fyrsta dyst fyri Neistan.
Tað kann væl vera, at
Stine bert er 19 ára gomul,
men bóltførleikin er á ein-
um støði, sum er sjáldsamur
í føroyskum kvinnuhond-
bólti, og høvdið megnaði
støðugt at fylgja við, hóast
talan í løtum varð um trýst
frá Stjørnuni.
Tí undraði tað eisini, at
Stine í rættiliga longum
løtum av dystinum slapp at
hita beinkin, heldur enn at
gera um seg úti á vøllinnum.
Variatiónin vantaði í spæli-
num, tá hon ikki var við í
dystinum, og tað gav stjørnu-
verjuni væl betri arbeiðs-
umstøður, enn tær annars
høvdu.
Ov nógv á Simonu
Og so skerst ikki burtur, at
er lagið tað rætta, so hevur
Stjørnan eina bakketu, sum
er tann sterkasta í landinum.
Og tað var fyrst og fremst
hendan, sum dró stigið
heim sunnudagin.
Dianne Møller, Durita
Ljósstein, Durita Christoph-
ersen og Simona Petersen
hava allar ta skotstyrkina,
sum skal til fyri at hótta
mótstøðumálið, og tá tær í
løtum fingu glið á, var ikki
stórtvegis at gera hjá Fríðu
Petersen í Neistamálinum.
Tó var tað merkisvert, at
ábyrgdin fyri skothóttanini
í so stóran mun er løgd á
Simonu Petersen. Eingin
ivi er um, at Simona er ein
av allar bestu og skotsterk-
astu spælarunum í landin-
um. Men við einvíst at
spæla upp móti hennara
krossum missir álopsspælið
stóran part av variatiónini,
sum skotstyrkin hjá hinum
trimum annars kundi givið.
Aldudalur
Hóast stigið varð fingið til
høldar, so gav dysturin kort-
ini greiðar ábendingar um,
at Stjørnan í løtuni er í ein-
um aldudali. Ein aldudalur,
sum helst eisini er ein
náttúrlig avleiðing av, at
liðið støðugt hevur verið
ígongd síðani kappingar-
enda í vár.
Hesa ferð kundu Heidi
Maria Akselsen ella Trine
Mayland punkterað meistar-
arnar, men báðar misnýttu
tær opnar møguleikar í
seinastu minuttunum.
Hinvegin er heldur eingin
ivi um, at Stjørnan aftur fer
at lyfta spælið longur upp.
Og fremsta málið er tí at
avmarka niðurtúrin, sum
tær nú eru partur av.
Neistin hevur hinvegin
framvegis sama trýst á sær,
tí helst skulu tvey stig á
borðið, hvørja ferð tær eru
á vøllinum. Næsta ferðin
verður um tvær vikur, tá
Tjaldur kemur á vitjan, og
har kann væl vera, at taparin
mest sum er fokin í kapp-
renningini um at enda á
øðrum av fremstu sessun-
um.
Hoffenheim fremst
Uppflytararnir úr Hoffenheim løgdu seg um
vikuskiftið á odda í týsku landskappingini. Liðið
úr lítla týska býnum hevur tikið øll á bóli, og
leygardagin vunnu teir 3-1 á útivølli ímóti FC
Køln. Sigurin hevur við sær, at Hoffenheim
hevur lagt seg einsamælt á odda í Bundesliguni .
Leverkusen, sum lá á odda, tapti um vikuskiftið
og er nú næstfremst.
Sir Alex angrar sølu av Rossi
Fyri einum ári síðani seldi Manchester United álopsspælaran Giuseppe
Rossi til spanska felagið Villareal, og har hevur Rossi veruliga gjørt vart
við seg. Tað hevur fingið United-venjaran Alex Ferguson at umhugsa at
keypa Rossi aftur til felagið. - Hann er ein framúr góður spælari, og tað
var trupult at lata hann skifta til Villareal. Vit umhugsa at keypa hann
aftur nú, sigur Alex Ferguson við News of the World.
Neistin-Stjørnan 24-24 (14-14):
Stjørnur í neistaroki
Neistin-Stjørnan 25-25 (14-14)
10 min: 5-5
20 min: 10-9
40 min: 16-17
50 min: 21-19
Málskjúttar
Neistin: Trine Mayland 8(4), Nicoleta Radu Hansen 4, Stine
Mikkelsen 4, Elin Stakksund 3, Rakul Augustinussen 2,
Annika Ljósstein 2, Anja Heinadóttir 2
Stjørnan: Simona Petersen 11(2), Durita Ljósstein 4, Bára S.
Klakstein 4, Dianne Møller 3, Durita Christophersen 1, Anna
Kristina Samson 1, Una Olsen 1
Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 2
Útvísingar: Neistin 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA um dystin
Skulu finna okkara
spæl
Sum fyrireiking til hetta kappingarárið og ikki minst
Europa-Cup byrjaðu tær hjá Stjørnuni sínar venjingar,
beint sum kappingin var liðug í vár.
Aldudalurin, sum liðið er í í løtuni, kundi bent á, at
spælararnir í løtuni er troyttar. Men hetta helt Durita
Ljósstein tó ikki, tá vit tosaðu við hana eftir dystin
móti Neistanum.
- Nei, men í hondbólti gongur tað alla tíðina upp og
niður, og í løtuni hava vit kanska eina lítla down-
periodu. Men eg haldi, at vit eru á veg uppaftur. Móti
VB vístu vit, at vit kundu koma aftur, hóast vit vóru
átta mál aftanfyri, og í dag fáa vit hóast alt javnleikin.
- Hjá okkum ræður bara um at fáa gongd á okkara
spæl aftur. Fáa vit tað, so vita vit, at vit hava ein góðan
møguleika í seinsta enda.
Og tá vit koma til apríl mánað, so eru tit kanska har,
sum tit vilja vera?
- Nei. Har ætla vit okkum at vera longu næsta umfar,
og tað fara vit at arbeiða við alt fyri eitt, sigur Durita
Ljósstein.
-mørk
Ikki heilt nøgdur
Hóast lið hansara hels spældi besta dystin hetta kapp-
ingarárið, so var Neista-venjarin, Svein Rógvi Nielsen,
ikki heilt nøgdur við dagin.
- Tú kanst siga bæði og. Tað hevði stóran týdning, at
vit ikki taptu, men eitt stig er ikki nokk. Hinvegin er
okkara spæl gott í dag, og vit vísa tað, sum vit ikki
hava gjørt hinar dystirnar. At vit so ikki klára at halda,
hóast vit eru trý mál frammanfyri, tá fimm minuttir
eru eftir, er kanska gummiarmar.
Og so slapp Svein Rógvi heldur ikki undan at rósa
Stine Mikkelsen, sum spældi sín fyrsta dyst fyri Neist-
an.
- Hon spældi ein super góðan dyst, og tað er gleðiligt.
Og ikki minst er tað gleðiligt, at liðið sýnir so stóra
breidd, sum vit gera í dag. Nú ræður so um hjá okkum
at fanga hini aftur, tí vit vilja sjálvandi vera fremst, tá
árið endar, sigur Svein Rógvi Nielsen.
-mørk
Tað eydnaðist akkurát ikk hjá Neistanum at basa Stjørnuni, tá liðini dystaðust sunnudagin
savnsmynd