Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 226 - 24. november 2008 ] Ajax tapti toppdyst Stórfelagið Ajax, sum fyri viku síðani setti PSV upp á pláss, mátti lúta í dystinum ímóti AZ Alkmaar um vikuskiftið. Talan var um toppdyst í hollendsku landskappingini, og við sigrinum legði Alkmaar seg á odda í kappingini. Alkmaar vann dystin, sum var spældur á leikvøllinum hjá Alkmaar, 2- 0, og málini skoraðu Demy de Zeeuw og brasilski Ari. Flemming venur nú Kyndil Í farnu viku boðaði Kyndil frá, at Hannis og Uni Wardum vóru komnir ásamt við leiðsluna í felagnum um, at teir báðir ikki longur skuldu venja besta kvinnuliðið hjá felagnum. Og longu undan vikuskiftinum varð avgerð tikin um, at nýggjur maður í sessinum verður Flemming Raben. Flemming hevur áður virkað sum venjari hjá Kyndli, Neistanum og H71, umframt at hann eisini hevur verið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Tjaldurs-kvinnurnar halda framvegis fast í oddaliðunum. Sunnudagin gekk Kyndil einki gjørt fyri at steðga uppflytarunum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tær júst eru fluttar upp aftur í bestu kvinnu- deildina, so hevur Tjaldur veruliga bitið frá sær í vet- ur. Sunnudagin tóku tær móti Kyndli, og her var eingin sum helst ivi um, hvønn vegin sigurin skuldi fara. Frá fyrsta bríksli var tað Tjaldur, sum setti dags- skránna, og longu eftir ein- um korteri var munurin komin upp á seks mál. Og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Kyndil fekk ikki gjørt tað heilt stóra fyri at steðga sterku skjúttunum hjá Tjaldri, sum veruliga fingu skotið fyri seg hendan dagin. Sigurin ber við sær, at Tjaldur nú bert er tvey stig frá Stjørnuni, sum er numm- ar tvey í kappingini. Og so fara teir báðir næstu dystir- nir at vísa, hvussu langt Tjaldur kann røkka í kapp- ingini við tey fremstu liðini. Komandi umfarið skulu kvinnurnar úr Runavík spæla á útivølli móti Neist- anum, og eftir hetta verður tað á útivølli móti Stjørnuni, at uppflytararnir skulu royna seg. Hjá Kyndli ræður fyrst og fremst um at fanga StÍF aft- ur. Og nú hevur nýggi venj- ari so tríggjar vikur til at fyrireika liðið til vitjan á Skála. Við tryggum sigri á StÍF gjørdi VB sær dælt, tá Stjørnan snáv- aði móti Neistanum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo VB er nú í førarasetrinum í føroyskum kvinnuhond- bólti. Seinnu árini hevur tað annars verið Stjørnan, sum hevur sitið á hondbóltstrún- uni, men sunnudagin traðk- aði VB upp á ovastu rók fyri fyrstu ferð í trý kapp- ingarár. Sigurin móti Stjørnuni fyri viku síðani prógvaði, at VB er ført fyri at stríðast heilt frammi í oddinum í vetur, og tann pástandin fekk StÍF ikki gjørt tað heilt stóra við. VB var stórfavorittur und- an dystinum, og eftir eitt korter ella so prógvaðu tær eisini, hví so var. StÍF hevði annars fylgt hampuliga væl við fyrstu løtuna, men tá heimaliðið setti ferð á, kom munurin veruliga til sjóndar. Uttan at kveita aftur um bak, løgdu tær á heimaliðnum sjógv millum seg og mót- støðuna, og eftir hetta var ongan tíð nakar sum helst ivi um, at talan skuldi verða um heilt greiðan heima- sigur. Eftir steðgin hevði VB ikki heilt somu ferðina á spælinum, men ivin um úr- slitið gjørdist ongan tíð tann stóri. Og tað gjørdi sjálvandi ikki lagið verri, tá boðini bórust úr Havn um, at Neistin hevði tikið stig frá Stjørnuni. Tað hevði nevnliga við sær, at VB nú er einsamalt á odda í Sunset-deildini. Og tó at kappingarárið enn er ungt, so er tað nú ikki tann ringasta støðan at standa í. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Tjaldur-Kyndil 34-17 (17-11): Tjaldur flýgur høgt VB-StÍF 34-22 (17-9): VB einsamalt á odda Tjaldur-Kyndil 34-17 (17-11): 10 min: 6-3 20 min: 12-7 40 min: 22-14 50 min: 27-18 Málskjúttar Tjaldur: Heidi Sevdal 7, Pátru Marinela 7(5), Adina Petrea 6, Alina Olaru 6, Annika Thomsen 6, Benedikta Johannesen 1, Jóhanna í Króki 1 Kyndil: Jacklin Durhuus 5(2), Ása Christiansen 3, Barbara Egilstrøð 3, Jórun Ludvig 2, Ronja M. Mikkelsen 2, Halla Midjord 1, Rakul N. Joensen 1 Brotskøst: Tjaldur 6, Kyndil 2 Útvísingar: Tjaldur 1, Kyndil 2 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA um dystin VB-StÍF 34-22 (17-9) 10 min: 4-4 20 min: 10-7 40 min: 21-15 50 min: 29-18) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 11(3), Bára Mortensen 7, Auske Vysniaskaite 4, Gurið Mortensen 4, Rannvá Johannesen 3, Laila Jespersen 1, Una Egilsdóttir 1, Sára Samuelsen 1, Monika Samuelsen 1, Svava Vestergaard 1 StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Fríðrún Danielsen 5, Bára Berthelsen 5, Anna Petersen 1, Unn Hermansen 1, Ásgerð Káradóttir 1 Brotskøst: VB 3, StÍF 5 Útvísingar: VB 3, StÍF 2 Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt) FAKTA um dystin Tað var lítið at gera hjá Kyndils-verjuni, tá Adina Petrea og hinir stóru skjúttarnir hjá Tjaldri fóru upp Mynd: Johnny Lamhauge