mánadagur 24. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 226 - 24. november 2008 ]
Hvørki Chelsea, Liver
pool, Manchester
United ella Arsenal
megnaðu at skora um
vikuskiftið, og tað er
fyrstu ferð í 15 ár, at
hesi fýra liðini hava
verið málleys í sama
umfari
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinast tað ikki eydnaðist
nøkrum av liðunum, ið
verða rópt »The Big Four«,
at skora í sama umfari, var í
1993. Um vikuskiftið hendi
tað so aftur. Hvørki Anelka,
Torres, Ronaldo, Adebayor
ella nakrar av hinum stjørn
unum, ið manna Chelsea,
Liverpool, Manchester Uni
ted og Arsenal funnu málið
hetta umfarið.
Men hóast eingi mál, so
megnaðu trý av teimum
fýra at halda egið mál reint,
og harvið fingu tey eisini
fingu eitt stig hvør.
Bæði Chelsea og Liver
pool sóu út til at hava lut
falsliga lættar uppgávur á
heimavølli. Chelsea ímóti
Newcastle og Liverpool
ímóti Fulham.
Liverpool spældi leygar
dagin. Fulham hevði ongan
tíð áður vunnið á Liverpool
á Anfield, har Liverpool
heldur ikki hevur tapt í
2008. Hesi hagtøl eru ikki
broytt, men eftir at bæði
liðini høvdu vunnið tríggjar
sigrar á rað, máttu tey nú
taka til takkar við einum
javnleiki.
Sostatt hevði Chelsea
møguleikan at leggja sjógv
ímillum seg og Liverpool í
oddinum. Men hóast at
Chelsea hevði bóltin megin
partin av tíðini í dystinum
ímóti Newcastle, so hevði
útiliðið ein sannan brand í
málinum. Shey Given tók
alt, ið takast skuldi – eisini
tvey stig frá Chelsea.
Í mun til Chelsea og
Liverpool hevði Manchester
United eina heldur truplari
uppgávu á útivølli ímóti
Aston Villa. Her hevði Man
chester United veruliga hag
tølini við sær, tí seinastu
seks árini hevur felagið ikki
sett stig til ímóti Aston
Villa, umframt at Manchest
er United eisini hevði skor
að í 36 teimum undanfarnu
dystunum á rað. Henda
góða gongd varð nullstillað
leygarkvøldið, tá dysturin
endaði
málleysur.
Eina
stigið til Aston Villa merkir,
at liðið sostatt leggur seg
eitt stig framum Arsenal,
og einans hevur eittans stig
ið upp til Manchester Uni
ted.
Merkisvert tap
hjá Arsenal
Arsenal tapti fyri fimtu ferð
higartil hetta kappingarárið
um vikuskiftið. Undan dyst
inum hevði rumbul verið í
Arsenal og serliga kring
franska liðformannin Willi
am Gallas. Orsøkin var ein
bókaútgáva, har Gallas eftir
øllum at døma hevur verið
ov opinskáraður. Úrslitið
var, at Gallas varð settur av
liðnum og ikki er liðformað
ur Arsenal longur.
Um tað var hetta, ið
merkti Londonliðið leygar
dagin er ógreitt, men hvussu
er og ikki, vann Manchester
City ein tryggan 30 á
Arsenal. Hetta er størsta tap
ið hjá Arsenal í 20 mánaðir,
og samstundis er tað fyrstu
ferð í hálvtannað ár, at
Arsenal tapir tveir dystir á
rað.
Málini hjá Manchester
City gjørdu Ireland, Robin
ho og Sturridge. Málið frá
Robinho var vakurt, og hev
ur brasiliumaðurin nú gjørt
átta mál í 11 dystum.
Sigurin hjá City var
ársins fimti. Men merkisvert
er, at hóast lutfalsliga fáar
sigrar, so hevur liðið tó skot
ið 29 mál, sum er meiri enn
bæði Manchester United,
Liverpool og Arsenal hava.
Í roynd og veru er tað bara
Chelsea, ið hevur skotið
fleiri mál enn Manchester
City í ár.
Tottenham røttu
megin markið
Tottenham fekk eina van
lukkuliga byrja upp á árið,
men er undir Harry Red
knapp komið aftur á beint.
Farna vikuskiftið taptið lið
ið fyri fyrstu ferð undir ong
lendinginum, men sunnu
dagin kom Tottenham aftur
á sigurskós, tá tað eydnaðist
at basa Blackburn 10.
Málið gjørdi Pavlyuchenko,
tá bara níggju minuttir vóru
spældir. Við sigrinum hál
aði Tottenham seg upp um
niðurflytingarmarkið.
Undir
niðurflytingar
markinum liggur millum
annað Wigan, sum spælir
ímóti Everton í kvøld.
Næsta vikuskiftið, og ser
liga sunnudagin verður aft
ur spennandi í Onglandi, tá
tvær stórar grannauppgerð
standa á skránni. Fyrst
bresta Manchester City og
Manchester United saman,
og síðani Chelsea og Arse
nal.
Bech er ikki gjørdur úr teflon
Mánadagin var Troels Bech sagdur úr starvinum sum venjari hjá Esbjerg,
og hann bíðar nú eftir nýggjum áhugaðum felag, sum skal biðja hann koma
til arbeiðis. Um vikuskiftið vann Esbjerg á Horsens, men Bech hugdi ikki
eftir dystinum. Eg haldi framvegis við liðnum, men eg eri ikki gjørdur úr
teflon, og tað hevði verið ov hart at hugt eftir dystinum á stadion, sigur
Troels Bech við JydskeVestkysten.
Fiorentina bjóðar av
Fiorentina nærkast oddinum í italsku Seriu A, har Inter
liggur á odda. Um vikuskiftið spældi Fiorentina á
heimavølli ímóti Udinese, og tað endaði við 42 sigri til
Fiorentina. Tveir danskir spælarar eru í hópinum – Per
Krøldrup og Martin Jørgensen – men hvørgin spældi við
hesaferð. Fiorentina liggur nú fýra stig aftanfyri Inter í
Seriu A.
Málleysur toppur
Úrslitini um vikuskiftið:
Sunderland - West Ham 0-1
Tottenham - Blackburn 1-0
Aston Villa - Manchester United 0-0
Liverpool - Fulham 0-0
Middlesbrough - Bolton 1-3
Manchester City - Arsenal 3-0
Portsmouth - Hull 2-2
Stoke - West Bromwich 1-0
Chelsea - Newcastle 0-0
Støðan í Premier League:
1 Chelsea 33
2 Liverpool 33
3 Manchester United 25
4 Aston Villa 24
5 Arsenal 23
6 Hull 22
7 Everton 19
8 Portsmouth 19
9 Fulham 18
10 Middlesbrough 18
11 Manchester City 17
12 Bolton 17
13 West Ham 17
14 Stoke 17
15 Tottenham 15
16 Sunderland 15
17 Newcastle 14
18 Wigan 13
19 Blackburn 13
20 West Bromwich 11
Séamus John James Given, ella bara Shay Given, sum
tey flestu kenna hann sum, spældi ein braddyst fyri
Newcastle um vikuskiftið. Hinvegin sær John Terry úr
Chelsea alt annað enn vælnøgdur út
Mynd: Polfoto