mánadagur 24. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 226 - 24. november 2008
- Mær hevur altíð
dámað væl at rógva.
Nú vil eg fegin gera
nakað, sum eingin
annar føroyingur
hevur gjørt áður
- at rógva teir 300
fjórðingarnar tvørtur
um Atlantshavið við
mettíð, sigur 38 ára
gamli, Livar S. Nysted
úr Hvannasundi.
Nýggjársaftan setist
hann við árarnar
umborð á bátinum
»La Mondiale« á
Kanarisku Oyggjun-
um. 30 dagar seinni er
ætlanin at leggja at í
Barbados
Havrógving
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund: - Eg vil ikki
nevna meg sjálvan ónormal-
an. Men at rógva ein slíkan
tein, er í øllum førum ikki
nakað sum vanlig fólk kun-
nu gera, sigur hann við ein-
um brosi.
At rógva tvørtur um
Atlantshavið er roynt so
mangar ferðir áður. Men tá
hevur tað altíð tikið longur
enn ein mánað.
Ein av felagsskapunum
sum hava roynt hetta eru
menn í Ocean Row Events.
Í januar í ár róðu teir úr
Kanarisku Oyggjunum til
Barbados eftir 33 døgum,
men við tí sterka Livari
Nysted og 12 øðrum monn-
um er ætlanin at stytta um
ferðina við trimum døgum.
Gongst sum ætlað, leggja
teir til brots úr Kanarisku
Oyggjunum nýggjársaftan.
Og so skuldu teir helst tikið
seinasta takið inn til Barba-
dos 30 dagar seinni.
- Hetta er als ikki ein
ómøgulig uppgáva, tí mett
verður, at okkara manning
er væl betri fyri enn tær
undanfarnu. Men so skulu
vit heldur ikki møta stórveg-
is trupulleikum á ferðini,
eins og vindur og streymur
mugu verða okkum til vild-
ar.
- Gongur alt hetta upp í
eina hægri eind, kunnu vit
leggja at hinumegin Atlants-
havið seinast í januar mán-
aði, sigur Livar Nysted
spentur á málinum.
Seinastu átta mánaðirnar
hevur hann vant miðvíst
fram ímóti hesi stóru og
kravmiklu
avbjóðingini.
Men so er tað eisini liðugt:
- Eg havi róð í nógv ár,
og havi havt fleiri stórar
avbjóðingar á árabáti. Hetta
verður helst endin á tíð
míni sum rógvari!
Síggi ferðina
fyri mær
Hjá Livari og øllum hinum
monnunum umborð á »La
Mondiale« ræður fyrst og
fremst um at vera væl fyri
likamliga og fíggjarliga, tí
ein slík ferð kostar nógvan
pening bæði í fyrireiking
og í mistari inntøku.
Hetta er somuleiðis ein
kostnaðarmikil
ferð
hjá
manningini. Livar hevur
roknað út, at luttøka hansara
í ferðini tvørtur um Atlants-
havið
kostar
honum
150.000 krónur, umframt
ferðaseðlar og aðrar útreiðsl-
ur í hesum sambandi.
Ein annar líka so stórur
týdningur er at vera væl
fyri sálarliga ella mentalt.
Henda fyrireikingin er kans-
ka tann týdningarmesta, tí
- Tey halda meg vera
Hetta
verður
harðari
enn
Hetlands-
ferðin
Á sumri 2005 herfyri
avgjørdi manningin á
kappróðrarbátinum
»Havrenningur«, sum
er tað gamla áttamanna-
farið »Nevið Reyða« at
gera eitt bragd: At
rógva allan teinin úr
Klaksvík til Hetlands.
Við á hesi ferðini
vóru
Livar
Nysted,
Símin Esmar Vágsá,
John Erik Fredriksberg
og Fróði Waag.
Hesin
túrurin
tók
einans seks dagar, men
teir komu ikki heilt á
mál, tí teir máttu gevast
orsakað av illveðri á
leiðini,
bert
18
fjórðingar úr landi.
-
Tað
var
sera
harmiligt, at vit máttu
gevast so stutt úr landi.
Men eg fekk so í øllum
førum ein forsmakk
uppá, hvat tað vil siga
at rógva millum lond.
- Men henda ferðin
við La Mondiale verður
av heilt øðrum slagi.
Nú skal so næsta
bragdið
fremjast
í
verki.
Áðrenn
tað,
skulu í milliónatali av
áratøkum takast tvørtur
um Atlantshav!
”
Hetta hevur nakað
við at útfordra
meg sjálvan ...
og ja, eisini hetta
við at leita eftir
spenningi, greiðir
hann frá. Eg havi
altíð havt ein
dreym um at gera
nakað, sum eingin
annar hevur gjørt
- Hetta verður ein harður túrur, sigur Livar S. Nysted úr
Hvannasundi, sum eisini er kendur listamálari. Aftanfyri
hann síggjast nakrar myndir, ið lýsa ferðina tvørtur um
Atlantshavið
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
Aftur ferðsluóhapp í Øravík
Millum ár og dag, hava sera nógv ferðsluóhapp og
ferðsluvanlukkur verið í Øravík. Aftur hetta vikuskiftið hevur eitt
ferðsluóhapp verið í bygdini. Fimm fólk vóru nevniliga í einum
bili, ið varð knústur sundur. Fyrst rakar hann bilverjuna á høgru
síða, fyri síðani at fara sendandi í hina síðuna, har bilurin rakti ein
grótvegg. Bilurin endaði at enda á takinum. Ein fór úr bilinum at
ringja eftir hjálp, og øll fólkini vóru send á sjúkrahúsið til
kanningar. Helst var orsøkin til ferðsluóhappið bara hálkan. Hetta
var bert eitt av umleið tíggju ferðsluóhappum í hálkuni um
vikuskiftið.
Facebook er sum sigarettin
Umleið fimti hvør dani kennir, at viðkomandi nýtir ov nógva tíð
til sosiala netverkið á internetinum. Hetta vísir ein nýggj kanning.
Serfrøðingar samanbera Facebook og aðrar líknandi síður við
sigarettir, sum vit ikki klára at liva fyri uttan. Tíggjundi hvør dani
er á Facebook, og tað koma 1600 nýggj um dagin, vísa tøl hjá
Københavns IT-Universitet. Sambært Universitetinum er tað eisini
soleiðis, at hesar tænastur á netinum, stjala eina rúgvu av tíð frá
okkum. Hetta vísir ein kanning hjá IUM, sum hevur gjørt fyri
Microsoft. Hon vísir, at 17,2 prosent av øllum dønum meta seg
nýta ov nógva tíð til sosiala netverkið á netinum. So kann mann
bert gita, um støðan er líknandi í Føroyum.