mánadagur 24. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 226 - 24. november 2008
púrasta svakan
tá saman um kemur og tá
tað fer at standa á hjá monn
um, er tað henda styrkin
sum skal takast fram og
brúkast teir seinastu fjórð
ingarnar á mál í Barbados.
Hvussu hevur Livar so
fyrireikað seg til henda part
in av ferðini? Livar er skjót
ur at svara:
Sohvørt sum eg eri
komin í betri og betri venj
ing, havi eg líkasum sæð
ferðina fyri mær í mínum
innara eyga. Og skal eg
vera heilt erligur, so er
longu langt síðani at eg byrj
aði at njóta túrin.
Tað er kortini hopleyst
at siga, hvussu túrurin fer at
verða. Men tað ræður um at
hugsa um allar hugsandi
trupulleikar, tí hetta verður
ein harður túrur. Eingin ivi
um tað, slær ungi sunda
maðurin fast.
Ítøkiligar
ynskidreymar
Tann, sum tosar við Livar
S. Nysted, skal ikki hava
hoyrt hann tosa rættiliga
leingi, fyrrenn ein skilir at
hann brennur fyri tí, sum
hann ger.
Aftrat stóra áhuga sínum
fyri hesi ferðini, er hann
eisini væl bygdur kropsliga
og førur fyri at taka við
stórum og langligum – og
kanska eisini monotonum
– avbjóðingum.
Í nógv ár høvdu hann og
ein vinmaður hansara, Fróði
Waag úr Klaksvík tosað um
at rógva tvørtur um Atlants
havið. Hetta vóru ikki bert
ynskidreymar,
men
teir
arbeiddu heilt ítøkiliga við
eini slíkari ætlan.
Teir vóru báðir við »Hav
renningi«, sum setti á at
rógva millum Klaksvík og
Hetlands fyri trimum árum
síðani, men høvdu kortini
sett sær eitt størri mál fyri.
Fyri Fróða verður henda
ætlanin ikki veruleiki, tí
hann í løtuni arbeiðir innan
flogferðslu í arabiska landi
num Qatar.
Áratøk til veruleika
Men Livar er hinvegin púra
sannførdur um, at hann
ætlar at gera áratøk til veru
leika – at rógva seg fram til
eitt met í havrógving.
Hann gjørdi ikki mætari,
enn at seta seg væl til rættis
frammanfyri telduna og
síðani leita á alskyns heima
síðum eftir onkrum øðrum
rógvarum, sum gingu við
somu hugsan sum hann um
havrógving.
Hepnið var við honum.
Hann kom fyrr í vár fram á
nakrar menn úr Onglandi,
sum vóru í ferð við at fyri
reika júst somu ætlan sum
hann hevði havt. Livar
gjørdi ikki mætari enn at
seta seg í samband við teir
umvegis teldupost.
Eg fekk svar aftur frá
teimum beinanvegin. Teir
vóru áhugaðir at hitta meg,
fyri at hoyra nærri um mín
ar ætlanir um ferðina.
Vit prátaðu saman um
hetta, og avgjørt var at eg
skuldi gerast ein partur av
hesi
spennandi
ferðini,
greiðir Livar íðin frá.
Hetta ídnið hansara helt
fram við hørðum venjingum
frá fyrsta degi av. Herfyri
var hann á sera harðari
venjingarlegu í Skotlandi
saman við hinum rógvarun
um, eins og greitt varð frá í
Sosialinum
næstseinasta
vikuskifti.
Stórur áhugi
Ætlanin er, at teir skulu
leggja til brots úr Kanarisku
Oyggjunum
á
nýggjári
num.
Júst, hvat Livar fer at
brúka ferðina til, dugir hann
ikki heilt at siga enn. Úrslit
ið kann gerast ein bók, eins
og gjørt varð, tá Tróndur
Patursson á sinni ferðast
við húðabátinum »Brend
an« úr Onglandi, umvegis
Føroyar, Ísland og Grønland
til Norðuramerika.
Hinvegin væntar Livar
sær
so
mikið
nógvar
upplivingar á ferðini, at tað
fer uttan iva at verða nóg
mikið tilfar til fleiri fyri
lestrar.
Mær hevur í øllum
førum dámað sera væl at
hoyra um slíkt brøgd. Og
eg ivist ikki í, at tað er
mong onnur sum hava sama
áhuga sum eg – serliga tey
sum rógva kapp.
So eg vænti, at nógv
fara at fylgja við ferðini.
Tá
tað
frættist
um
ætlanina hjá Livari og
hinum á »La Mondiale«,
byrjaðu fólk beinanvegin
at tosa saman um hetta.
Úttalilsini vóru mong í
hesum sambandi Summi
hildu hann vera púra øran
at útseta seg fyri slíkt á
hávetri við stormi og
vánaligum
líkindum.
Onnur
ynsktu
honum
góða ferð og vónaðu at
teir fóru at koma á mál.
Støðan er jú hon, at á tí
breiddarstiginum teir seta
kós, er vanliga gott veður
í januar mánaði. Teir hava
í øllum førum streymin
við sær, og vóna eisini at
vindurin verður teimum
til vildar allan tann 3050
fjórðingar langa teinin
um havið.
Hann fekk haraftrat
fleiri
ferðir
tann
viðkomandi spurningin,
hví í víðu verð hann
yvirhøvur vildi útseta seg
sjálvan,
konuna
og
børnini
fyri
slíkari
vandamiklari avbjóðing.
Hatta er tann stóri og
ikki minst, tann góði
spurningurin. Tað er ringt
at geva eitt stutt svar uppá
handa spurningin, men
tað hevur nakað við at
útfordra meg sjálvan ...
og ja, eisini hetta við at
leita
eftir
spenningi,
greiðir hann frá.
Eg havi altíð havt ein
dreym um at gera nakað,
sum eingin annar hevur
gjørt!
Saman við áðurnevnda,
Fróða Waag tosaðu teir
fyrst um at rógva til
Hetlands,
men
síðani
mentist henda hugsanin
til
eisini
at
umfata
havrógving úr Kanarisku
Oyggjunum
og
allan
vegin
tvørtur
um
Atlantshavið
til
Barbados.
Sum
ein
part
av
fyrireikingum
sínum
hevur Livar lisið eina bók
um tveir norðmenn, sum
róðu sama teinin seinast í
1800talinum.
Hetta var ein ótrúliga
spennandi bók, skal eg
siga tær. Hon gav mær av
sonnum blóð á tonnina
og ein øgiliga hug at gera
tað sama sum teir!
Við bátinum La Mondiale
ætlar Livar S. Nysted at seta
heimsmet í at rógva tvørtur
um Atlantshavið. Báturin er
væl útgjørdur til ferðina, og
gongur alt eftir vild kunnu
teir taka seinastu tøkini til
Barbados seinast í januar
mánaði komandi ár
Tíðarætlan hjá
Livar S. Nysted
Hálvan desember:
Fer úr Hvannasundi til
Kanarisku Oyggjarnar
Fram til nýggjárs: Rigga
bátin til og gera seinastu
fyrireikingarnar. Út at
royna bátin
Nýggjársaftan: Lagt
verður til brots úr
Kanarisku Oyggjunum
30 dagar seinni
– vónandi: Eitt heims-
met er sett, tá tikin
verða seinastu tøkini við
Barbados
FAKTA
Dreymur um
tað ógjørda
Nýtt teoriskeið
Nýtt teoriskeið byrjar
hósdagin 27. nov. kl. 17
KoyrisKúli
Føroya
Stanley A. Olsen tel. 211099
Niels Petur Olsen tel. 223041
Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn
– avgreitt skjótt og gott!
Eisini byrjar R/F skeið fyri tey,
sum hava mist koyrikortið fyri
rúsdrekkakoyring.
Áfast millum mann og konu
Leygarnáttina var húsaófriður í Eysturoynni. Orsøkin var, at maður
og kona ikki trivust undir somu lon. Úrslitið varð, at konan rýmdi
út, og so var friður, sigur løgreglan. Aðrir húsaófriðir vóru eisini um
vikuskiftið. Hinir tilburðirnir vóru í Havn, og tá var talan um fólk,
ið ikki høvdu tað nóg stuttligt til veitslur og tískil blivu ógjørlig at
hava verandi. Í teimum førunum avgjørdi løgreglan at koyra fólkini
til hús, tí veðrið var so ófantaligt, at tað hevði verið keðiligt at slept
fólkunum út í kuldan.
Deyðadømdir hvalir í Kanada
Tað kemur meira enn so fyri, at hvalir frysta inni í ísi, so teir ikki sleppa burtur aftur og
doyggja. Ein føroyskur skipari, sum siglir við kanadiskum trolara, hevur umvegis eina
av okkara keldum lati okkum frætta, at júst hetta hendi har yviri nú um dagarnar. Hesir
hvalirnir hava verið ov seinir at sleppa sær burtur, áðrenn havið sunnanfyri teir frysti.
Nú er planurin at royna at gera av við teir. Skiparin heldur fyri, at hevði Greenpeace
vitað, men so leggur hann aftrat. Her er ikki nógv at gera, tí hvalirnir klára ikki at
sleppa útaftur á lívi kortini. Sum skilst úr Kanada, eru hvalir frystir inni í fleiri slíkum
holum í ísinum, sum hesari, vit síggja á myndini. Hvalirnir noyðast upp at anda við
jøvnum millumbilum, og hugsandi er, at hetta er ikki so lætt, tá talan er um ein heilan
grindabólk, sum bert hevur eitt so lítið hol at savnast í.