mánadagur 24. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 226 - 24. november 2008
Stutt Sagt
Ikki krossar
í skúlunum
Ein dómari í norður
spanska býnum Valladolid
hevur gjørt av, at allir
krossar skulu takast niður
í teimum skúlunum, sum
teir almennu sponsku rík
ismyndugleikarnir
reka.
Dómarin gjørdi úrskurð í
einum máli, sum nakrir
borgarar og nøkur feløg
høvdu lagt fyri rættin. Tey
vístu á, at í sponsku grund
lógini
er
trúarfrælsið
tryggjað, og tí hildu tey,
at tað stríðir ímóti grund
lógini, at teir almennu
skúlarnir eru prýddir við
tí kristna krossinum.
Sjálv kæran snúði seg
um ein ávísan skúla, og
dómarin, Alejandro Valen
tin, gav leiðsluni í Macias
Picaveaskúlanum
boð
um at beina allar kristnar
krossar í skúlastovum og
felagshølum burtur.
Í úrskurðinum skrivar
dómarin millum annað, at
kristnir krossar í almenn
um skúlum kunnu geva
fólki ta fatan, at tað
spanska
ríkið
stendur
nærri teirri katólsku kirkj
uni enn øðrum trúarsam
feløgum. Spanskir fjøl
miðlar siga, at hetta er
fyrstu ferð, at ein spanskur
dómari hevur felt slíkan
dóm.
Løgreglu-
menn doyðu
í ferðsluni
Ein
ferðsluvanlukka
í
Norðurírlandi gjáranáttina
kostaði
fýra
løgreglu
monnum lívið. AP skrivar,
at teir fýra menninir vóru
á einari eftirlitsferð nær
við strondina sunnan fyri
Berlfast, tá bilur teirra
brádliga fór út av vegnum
og á rull.
Norðurírska løgreglan
kannar nú, hví vanlukkan
hendi. Einki bendir á, at
nakar annar bilur ella
nakað annað fólk var á
leiðini, har løgreglubilurin
fór útav, og løgreglan
sigur seg heldur ikki hava
nakra ábending um, at
talan kann vera um eina
brotsgerð.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Eg eri sinnaður at fara til London at prógva fyri
bretum, at tað var ikki eg, sum myrdi Litvinenko
(Alexander Lugovoj)
útlond
Eitt bilafylgi við
georgiska forsetanum,
Mikheil Saakashvili,
og polska forsetanum,
Lech Kaczyinski,
mátti venda, tá
tað var á veg inn í
Suðurossetia í gjár
Bilarnir við teimum báðum
forsetunum og fylgi teirra
vóru komnir tætt at mark
inum til Suðurossetia, tá
fleiri ávaringarskot vórðu
latin av, so teir noyddust at
venda aftur. Keldur á staðn
um søgdu, at skotini fullu,
tá teir báðir forsetarnir vóru
farnir úr bilum sínum einar
30 metrar frá sjálvum mark
inum.
Georgiska innanríkisráð
ið segði stutt aftaná, at skot
ini komu úr einum umráði,
sum russar hava eftirlitið
við, men bæði Russland og
Suðurossetia søgdu seinni,
at tey høvdu einki við skot
tilburðin at gera.
Talskvinnan hjá georgiska
forsetanum helt uppá, at tað
vóru russiskir hermenn,
sum skutu ávaringarskot
eftir bilafylginum hjá teim
um báðum forsetunum. Eitt
vitni, sum ferðaðist saman
við forsertunum, segði sam
bært Reuters, at bilafylgið
var einar 30 metrar frá
sjálvum markinum, tá skot
ini fullu. Sambært vitninum
vóru menninir, sum skutu, í
hermannabúna, og at teir
sóu út til at vera suður
ossetar.
Vit hoyrdu skot frá
maskinbyrsum einar 30 met
rar burturi, segði polski for
setin, Lech Kaczynski, við
polsku tíðindastovuna PAP
í gjárkvøldið. Á einum tíð
indafundi seinni í gjárkvøld
ið mælti hann ES til at taka
málið upp.
Eg mæli vinum mínum
í Evropasamveldinum til at
koma til tær røttu niðurstøð
urnar av hesum tilburðinum,
áðrenn tað er ov seint, segði
polski forsetin.
Russland
hevur
havt
eftirlit við Suðurossetia, síð
ani umráðið sleit seg leyst
frá Georgia í august.
Fyrrverandi KGB-
maðurin Andrej
Lugovoj, sigur seg
vera til reiðar at
fara til London at
sannføra bretar um,
at tað var ikki hann,
sum myrdi Alexander
Litvinenko
Andrej Lugovoj er lagdur
undir at hava beint fyri fyrr
verandi
KGBmanninum
Alexander Litvinenko í Lon
don á heysti í 2006, men
hann heldur uppá, at hann
er ósekur, og at talan er um
eina samansvørjing.
Alexander
Litvinenko
doyði á einum sjúkrahúsi í
London fyri tveimum árum
síðani, eftir at hann hevði
fingið tað geislavirkna evn
ið polonium niður í seg.
Bretska ákæruvaldið sigur,
at tað var tann 42 ára gamli
Lugovoj, sum eitraði Litvi
nenko. Bretar hava kravt at
fáa hann útflýggjaðan, men
Russland sigur nei. Nú sig
ur Lugovoj, at hann ætlar
sær sjálvboðin til Bretlands
at prógva, at hann er ósek
ur.
Eg eri til reiðar at fara
til Bretlands at krevja, at
ákæruvaldið fer at kanna
málið, skal Lugovoj hava
sagt við russiska útvarpið
Ekho Moskvi.
Bretska blaðið The Times
hevur hitt Andrej Lugovoj í
Moskva. Hann heldur uppá,
at hann er ósekur, og at tað
var tann bretska fregnartæn
astan MI6, sum valdi hann
til syndabukk.
Umframt Lugovoj hevur
bretska fregnartænastan ill
gruna til vinmann hansara,
Dmitrij Kovtun. Kanningar
hjá bretsku myndugleikun
um hava avdúkað, at Kovtun
var í London um tað mund
ið, tá Litvinenko bleiv eitr
aður, og kanningarnar av
dúkaðu eisini, at hann hevði
fingist við pollonium. Dmi
trij Kovtun sigur við The
Times, at hann er eisini til
reiðar at fara til Bretlands.
Abbas er forseti í Palestina
Aðalstjórnin í palestinska
frælsisfelagsskapinum
PLO samtykti í gjár at stað
festa, at Mahmoud Abbas
er forseti í Palestina. 74 av
teimum 75 limunum í aðal
stjórnini atlkvøddu fyri at
geva Abbas forsetaheitið
Samtyktin hevur ikki løg
frøðiliga støðu, tí enn hava
palestinar ikki fingið nak
að sjálvstøðugt ríki. Mah
moud Abbas hevur verið
forseti í teimum palest
insku sjálvstýrisøkjunum
síðani 2005.
Skutu eftir forsetum
Kristnir krossar eiga ikki at
vera í almennum skúlum,
sigur spanski dómarin
(Mynd: AFP)
Lugovoj: – Eg myrdi ikki Litvinenko
Polski forsetin, Lech Kaczynski, var týðiliga skelkaður av til-
burðinum. Her er hann umgirdur av trygdarmonnum og
hermonnum beint aftaná skotini
(Mynd: AFP)
Ein trygdarmaður roynir at verja georgiska forsetan, Mikhail
Sakashviili
(Mynd: AFP)
Dmitrij Kovtun (tv) og Andrej Lugovoj siga seg vera til reiðar at
fara til Bretlands at prógva, at teir eru ósekir
Mynd: AFP)