Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 226 - 24. november 2008 Skeivi tubbakspakkin var orsøkin til, at Torbjørn Jacobsen roykti seg skeivan av hassj undir einum politiskum fundi Rúsevni Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Her luktar løgið í bilinum, tók formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, til, tá hann og Torbjørn Jacobsen báðir festu sær í í bilinum. Næstformaður í Tjóðveldi fór eitt fríggjakvøld fyri nøkrum árum síðani á kafé við einum vinmanni, ið roykti sama slag av tubbaki sum Torbjørn. Við tí langa fundinum fyri framman gjørdi Torbjørn av at sleppa sær tíðliga heim hetta fríggjakvøldið, soleiðis at hann morgunin eftir var til reiðar at røkja sínar politisku skyldur. - Eg royki altíð Samson, so eg tók tann pakkan, ið lá fremst fyri, so tað mundi vera í lagi, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann tørnaði beint inn uttan at roykja nakað meiri tað kvøldið. Hetta var samstundis um tað mundið, at Torbjørn Jacobsen einki koyrikort hevði, so hann var í ferðalagi við Høgna Hoydal, formanni í Tjóð- veldi. Tíðliga morgunin eftir var Torbjørn Jacobsen so avheintaður av Høgna Hoydal, og teir báðir tjóð- veldismennirnir festa sær í eina sigarett í bilinum. Tobbi varnaðist, tá hann opnaði tubbakspakkan, at har lógu einar seks ballaðar sigarettir. Hann helt hetta vera sera løgið, at hann ímóti sínum vanligu ruti- num, skuldi hava ballað sær niðurfyri. Hann hugsaði tó ikki meira um hetta, men roykti sum vant sínar sigarettir og enntá fleiri í tali. - Eg roykti so hesar seks sigarettirnar, meðan vit koyrdu inn í Eysturoynna, sigur Torbjørn Jacobsen. 50 gram av hassj upp í royk - Eg skuldi halda ein fyrilestur á fundinum, og Høgni Hoydal segði aftan á, at eg kanska hevði verið í kátara lagi undir hesum fyrilestrinum, men eg hugs- aði so ikki nærri um tað, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann roykti úr hesum pakkanum ein heilan dag, men av tí at hann ikki andaði roykin niður í lunguni, so ávirkaði hetta fína tubbakið ikki so nógv. - Eg fann so seinni út av, at eg var farin avstað við pakkanum hjá vinmannin- um, sum so aftur fyri hevur fingið mín pakka, og harvið ikki fingið tað burtur úr kvøldinum og náttini, sum hann helst hevði ætlað, sigur Torbjørn Jacobsen. - Hevur tú stolið mítt hassj, vóru orðini frá vin- manninum hjá Tobba, tá hann seinni sama leygardag ringdi at fregnast um tubbakspakkan. Sjálvur heldur Torbjørn Jacobsen ikki, at hann hevur tikið skaða av tilburðinum. - Eg dugi ikki at roykja, og eg innhaleri ongantíð, tá eg royki, og tí var ávirkanin sera lítil, hóast eg roykti okkurt um 50 gram av hassji, sigur Torbjørn Jacob- sen í samrøðu við Rás2. Sostatt fóru helst eini 50 gram av hassj upp í royk. Í míni skúlatíð í Havn var tað sanniliga møguligt at royna sterk stoffir, tí umhvørvið var har. Men eg hevði ongantíð hug til at roykja. Og so dugdi eg heldur ikki at anda roykin niður, so eg helt meg heldur til tað, sum drekkast kundi, sigur Torbjørn Jacobsen, sum altso fyri hesa einuferð skyld roykti hassj – uttan at vita tað. Tobbi roykti hassj ... av óvart Tað er ein vanlig mynd at síggja Torbjørn Jacobsen við einari sigarett í munninum, men hann hevur kortini bert ta einu ferðina roykt hassj – tó uttan at vita tað Bet U R William hita upp til Kutless Konsertin verður mikukvøldið 3. Desember. Nú er ikki nógv meir enn ein vika til rock-konsertin við Kutless verður í Kelduni í Skálabotni. Fyrireikararnir í GJAMMA boðað nú frá, at tónleikaáhugað hava nú eina eyka grund til at fara til konsert. Kl. 20 mikukvøldið 03. desember fer eitt hitt fremsta navnið innan føroyskan pop-rock: Bet You Are William á pallin fyri at hita upp til stóru rock-konsertina hjá Kutles. Bólkurin við serstaka navninum, sum vísir á høvuðsmannin í bólkinum – Petur William Háberg – eigur nøkur av størstu hittunum, sum hava verið at hoyrt í bæði Rás2, Útvarpi Føroya og stereoannleggunum kring landið í ár. Løgini “Here We Go – Stereo” og “Dynasty” hava toppað almenna føroyska hittlistan hjá KVF – “15 tær bestu”. Nýggjasta staklagið “Slick Sense” er eisini nógv at hoyra. Nýggja plátufelagið ”Rock Pipit Records” arbeiðir annars av øllum alvi við at fáa fløguna hjá Bet You Are William á marknaðin, og væntast hon at koma til landið í hesari vikuni.