Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 226 - 24. november 2008 Reyði krossur sendir 50.000 krónur til DL Kongo Umleið 250.000 børn, kvinnur og menn eru síðani septembur rikin burtur frá heimum teirra orsaka av hørðum bardøgum millum stjórnarhermenn og stuðlar hjá fyrrverandi tutsu herovastanum Laurent Nkunda. Har valda hungur, neyðtøka og dráp. ST og hjálparfelagsskapir meta, at fleiri hundrað vanligir borgarar hava latið lív. Peningurin frá Reyða Krossi Føroya fer at vera brúktur til at stuðla virksemið hjá altjóða Reyða Krossi fyri flóttafólkunum í krígsherjaða økinum eystantil í Kongo. Reyði Krossur Føroya hevur nú økt um konto sína til neyðhjálp við 12.000 krónum. Hetta hendi nú leygardagin, tá ið loppumarknaðurin í vetur fór fram. Fitt av fólki møtti upp, og tað var bíðirað uttanfyri, tá ið upp var latið fyrrapartin í Reyða Kross húsunum á Bryggjubakka í Havn. Ein flóð av fólki kom meginpartin av degnum. Yvirskotið frá loppumarknaðinum bleiv 12.000 krónur, ið vera nýttar til at bjarga lívi og hjálpa fólkum í neyð. Kelda: Reyði Krossur Á Tekniska Skúla í Havn verður í hesum døgum jóla­ bý­urin smíðaður, sum skal prý­ða um gongugøtuna í Mið­ bý­num um jóltíðir Verkætlan Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo myndir: Bergur Johannesen Jólabýurin, sum ár eftir ár verður settur upp í Miðbýn­ um í Havn, verður í løtuni gjørdur liðugur av 60 næm­ ingum á Tekniska Skúla. Býráðið bað skúlan standa fyri býnum, og síðan fyrsta september hevur hann verið smíðaður á timburdeildini. Fyri tað mesta verður bý­ urin smíðaður heilt av nýggj­ um. Nøkur hús, sum hava verið nýtt undanfarin ár, verða aftur at síggja í ár, men eru tó eitt sindur broytt. ­ Gamli býurin var ikki nóg barnavinarligur, sigur Benny Nielsen, sum er lærari á timburdeildini. – í ár verður býurin so, at øll børn kunnu síggja inn gjøgn­ um øll vindeyguni í býnum. Nógv arbeiði Timburdeildin, sum hevur smíðað allan býin hevur nýtt nógva tíð síðan byrjað varð í september. Eftir tað er stíl og snið deildin komin uppí, ið stendur fyri at mála og prýða býin. El deildin hevur eisini verið við í arbeiðinum, hugnaligur jólatónleikur, hoyrispæl, kirkjuklokkur og guðstænasta verða at hoyra har. Jógvan Fríðrikson hevur viðvirkað, við at lesa eina jóla­guðstænastu inn á band, ið verður spæld í kirkjuni í býnum. Mitt í býnum verða eini hús, har børn kunnu fara innar og njóta eitthvørt til matna. Húsið verður somikið lítið, at einans børn fáa verið inni har. Kærkomið Verkætlanin er umbiðin av Tórshavnar Kommunu, sum eisini rindar útreiðslur­ nar. ­ Hetta er ein kærkomin verkætlan, tí sum nógvum kunnugt, so manglar tekniski skúli pengar. Høvdu vit ikki arbeitt við hesum, veit eg ikki hvat vit skuldu gjørt, sigur Benny Nielsen. Býurin er um at verða liðugur og síðsta hondin verður løgd á hesar dagar­ nar. Longu hósdagin verða húsini sett upp í miðbýnum. ­ Hetta hevur verið ein spennandi verkætlan. Tað verður stuttligt at síggja verkið aftur, sigur Helga Guttesen, sum er einasta konufólk, sum arbeiðir innan timbur á jólabýnum. Jensia Gaardlykke er ein av teimum sjey frá stíl og snið deildini, ið stendur fyri prýðing og máling av býnum. ­ Í ár fari eg at hyggja eftir jólabýnum, tað er meira enn eg plagi at gera, sigur hon. Báðar eru tær á einum máli, um at verkætlanin hevur verið sera lærurík, hóast hon er farin við nógvari tíð. Vit hava lært ómetaliga nógv innan litlæru við hesum, sigur Jensia Gaardlykke vegna stíl og snið deildina. Hon er einasta konufólk í sínum flokki, sum arbeiðir við jólabýnum. ­ Mannfólk stóla ikki uppá eitt konufólk við einum hamara, leggur hon afturat, og sigur at øll hava lært nógv av hesum. Næmingar smíða jólabý Betri samanhald á deildunum Benny Nielsen er lærari á Timburdeildini og er millum næmingarnar. Hann letur væl at verkætlanini Í alt 60 næmingar og seks lærarar eru knýtt at verkætlanini, sum komm­ unan hevur umbiðið frá Tekniska Skúla