Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 227 - 25. november 2008 Jólasøla í Tilhaldinum Í hesum døgum er afturvendandi jólasølan í kjallaranum í Tilhaldinum. Á jólasøluni fært tú millum annað vælumtøktu hitapúturnar, Hanussarsúltitoy og mangt annað. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Tilhaldinum, har inngongdin er úr Grasagarði. Opið 24.- 28. november millum kl.16 og 20. Tann 29. november kl. 10–14. 16 ár og koyrdi fullur Sunnunáttina varð ein 16 ára gamal drongur tikin fyri at koyra fullur. Orsøkin til, at bilurin varð tikin av løgregluni, er, at løgreglumenninir kendu bilin aftur frá í summar, tá ein 15 ára gamal varð tikin í sama bili. Hesin, ið nú koyrdi á Norðara ringvegi var ein vinmaður hjá 15 ára gamla dronginum, ið varð tikin í summar. Kanska hava hesir ungu dreingir lært, at tað er ein orsøk til, ikki at seta seg í bilin. Hesin 16 ára gamli drongurin var ein av fimm, ið eru tikin um vikuskiftið fyri rúsdrekkakoyring. Hóast nógvar søgur hava gingið um, hvørt fíggjarmálaráðharrin hevur borið seg rætt at til ein døgverða í Íslandi seinasta leyg­ ardag, so ætlar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ikki at kanna málið nærri. – Eg havi fult álit á mínum lands­ stýrisfólkum, til tað øvuta er prógvað, sigur løgmaður Íslandstúrur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast nógvar ymiskar frá- greiðingar eru til ein ávísan døgverða í Íslandi seinasta leygardag, har fíggjarmála- ráðharrin luttók, og ónevnd- ar keldur hjá Dimmalætting greiða frá, at landsstýris- maðurin var »mega skid«, kom og seinur til døgverðan og var pínligur sum heild. Metir løgmaður seg ikki skula gera nakað meira við málið. - Hetta er sjálvandi ein keðilig sak, sum hevur stung- ið seg upp, men eg havi tikið frágreiðingina hjá Jóannesei Eidesgaard til eftirtektar, sigur løgmaður. Hann leggur afturat, at hann hevur tosað við Jørgen Niclasen um málið, og at sambært honum er alt fari fram, sum tað vanliga ger til ein tílíkan almennan døgverða. - Eg haldi ikki tað er rími- ligt, at eg skal spyrja øll 25 fólkini í selskapinum, hvussu tey hava upplivað Jóannes Eidesgaard til døg- verðan, tí tann dagin eg ikki havi fult álit á fíggjarmála- ráðharranum, so er tað sam- starvið rokið, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann metir eisini, at landsstýrisfólk, til eina og hvørja tíð skulu upp- føra seg fyrimyndarliga. Júst á sama hátt sum ítróttar- fólk. Kaj Leo Johannesen met- ir heldur ikki, at hann skal taka nakra støðu til, hvat er fari fram og ikki tí hann metir seg bert hava frágreið- ingarnar hjá fíggjarmálaráð- harranum og uttanríkisráð- harranum. - Eg var ikki har sjálvur. Eg skal ikki úttala meg meira um tað, tí tað er so skjótt at rópa upp um alt møguligt. So eg haldi hetta vera eina óhepna støðu, men eg kann illa úttala meg um framtíðina, greiðir Kaj Leo Johannesen frá. Hann sigur eisini, at hann ikki vónar, at hetta fær avleiðingar fyri politiska stevið, ið hann ann- ars metir vera gott. Løgmaður ger onki við íslandstúr Sunnudagin skuldi eitt flogfar fara úr Keyp­ mannahavn klokkan 18.00. Flogfarið fór ikki til tíðina, tí bíð­ að var eftir einum ferðafólki, sum sagt varð í hátalarunum. Persónurin, ið flogfar­ ið bíðaði eftir, vísti seg at vera Jóannes Eidesgaard, fíggjar­ málaráðharri Íslandstúrur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sambært einum ferðafólki umborð á RC 457, varð flogfarið seinka eitt korter, tí ein ávísur ferðamaður ikki var komin. Tá tíð var gingin kom seinasti maður- in umborð. Jóannes Eides- gaard var seinasti maðurin umborð, og tá hann var komin fór flogfarið uppfrá. So tað var uttan iva fíggjar- málaráðharrin bíðað var eft- ir, sambært ferðafólkinum, sosialurin hevur tosað við. Sambært Atlantsflogi var veruliga bíðitíðin í Kastrup bert átta minuttir. Tey vilja ikki upplýsa, um tað var hetta flogfarið, sum Jóannes Eidesgaard var við, men eftir øllum at døma er talan um hetta flogfar. Sama ferðafólk greiðir eisini frá, at løgmaður ikki var ófantaligur á nakran hátt, men at ein annar ferða- maður royndi at provokera løgmann. Løgmaður argast - Persónliga dámar mær ikki at bíða eftir flogfarinum. Tað er ótrúliga óheppið, at Jóannes Eidesgaard eftir øll- um at døma var ov seinur, men tað er sum so onki ólógligt í, at verða ov seinur til eitt flogfar, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum leggur afturat, at hann ikki hevur spurt fíggjarmála-ráðharran, hví hann var ov seinur, men hann metir, at hetta er nakað Jóannes Eidesgaard sjálvur má greiða frá. Tað skilst eisini á løgmanni, at hann metir tað vera óheppið, at flogfari skal bíða eftir ein- um landsstýrisfólki, og tað er ikki nakað hann heldur vera hóskandi fyri ein før- oyskan ministara, sum løg- maður tekur til. Løgmaður sigur eisini, at hann ikki fer at spyrja ein landsstýris- mann, um hann er ávirkaður í flúgvarinum, men at tað er nakað hann gongur útfrá, at ongin landsstýrismaður ger. - Eg taki tað fyri givið at landsstýrisfólk ikki eru sjónliga ávirkaði, sigur løg- maður. Fíggjarmálaráðharrin burtur Sosialurin hevur til fánýtis roynt at fáa fatur á fíggjar- málaráðharranum í allan morgun, men hann er eftir øllum at døma ikki at fáa fatur á, tí hann var ikki at finna. Hvørki uppi ella niðri. Hann hevur tó sent eini boð, har hann sigur, at hann ikki vil úttala seg meira alment um málið. Hann hevur tí í skrivi 0váttað, at hann var orsøkin til, at flogfarið varð seink- að. Fíggjarmálaráð- harrin seinkaði flogfarinum Sjálvt um Jørgen Niclasen ikki hevur hug at gera stórvegis viðmerkingar til døg­ urðan hjá starvssystir síni, váttar hann, at Jóannes Eidesgaard hevði smakkað sær á, áðrenn hann kom til borðhaldið Íslandstúrur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv hevur verið gjørt burtur úr málinum um døg- urðan, sum íslendski uttan- ríkismálaráðharrin bjóðaði til leygarkvøldið, har eisini Jóannes Eidesgaard var boðin við Ein teirra, sum kann varpa ljós á hendingina í Íslandi leygardagin, er uttanríkismálaráðharrin, Jørgen Niclasen. Men hann hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar. - Eg kann bara siga, at fíggjarmálaráðharrin hevði smakkað sær á áðrenn hann kom, hvussu nógv kann eg av góðum orsøkum einki siga um. Men døgurðin gekk sum hann skjuldi, sig- ur Jørgen Niclasen. Hann sigur víðari, at talan var um ein døgurða, har íslendski uttanríkismálaráð- harrin bjóðaði føroyska star- vsbróðuri sínum til døgurða, og alt fór fram sum vant. - Íslendski uttanríkismála- ráðharrin helt eina røðu og tað gjørdi eg eisini. Og tað var tað. Jóannes Eidesgaard hevði onga almenna upp- gávu til døgurðan, og var bert boðin við, tí hann nú var í Íslandi, er góður vinur við Ingibjørg Sólún Gisla- dóttir, eins og tey eru limir í brøðraflokkum, sigur Jørgen Niclasen. So sambært føroyska utt anríkismálaráðharranum var tað einki at skriva heim um, og døgurðin fór fram so sum slíkir døgurðar nú einaferð fara fram. Fyri tingfund Málið um tann nógv um- rødda Íslands-døgurðan hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni kemur nú á tingborð. Á tingfundinum í morgin fer tjóðveldismaðurin Sjúrð- ur Skaale at spyrja Kaj Leo Johannesen, løgmann, um tað kann góðtakast, at lands- stýrisfólk eru ávirkað av rúsdrekka, tá tey umboða Føroyar í almennum ørind- um uttanlands. Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita, um landsstýr- ismaðurin eftir løgmansins tykki umsat sítt málsøki á fullgóðan hátt, tá hann møtti ávirkaður til ein døg- urða hjá íslendsku stjórn- ini. At enda vil tingmaðurin hava at vita, um løgmaður fer at taka nakað stig í sam- bandi við málið. Jóannes Eidesgaard hev- ur avsannað tíðindini úr Ís- landi um, at hann var sjón- liga ávirkaður av rús- drekka, tá hann kom til dørurða, sum íslendska stjórnin skipaði fyri. Hann hevur hinvegin viðgingið, at hann hevði drukkið, áðr- enn hann fór til borðs, og at hann drakk undir døg- urðanum. Jóannes hevði smakkað sær á