Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 227 - 25. november 2008 Hevur Tvøroyrar bý­ráð ikki aktað harra­ boð úr landsstý­rinum í seinasta lagi fríggja­ dagin, fær hvør einstakur bý­ráðs­ limur eina bót um dagin, til teir hava makkað rætt Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin Fríggjadagin fellur hamarin yvir býráðslimirnir á Tvør­ oyri. Tað hava teir fingið greið boð um úr innlendismála­ ráðnum hjá landsstýrinum. Hava býráðslimirnir á Tvøroyri ikki aktað harra­ boð úr landsstýrinum í sein­ asta lagi fríggjadagin, fer innlendismálaráðið at álegg­ ja teimum tvingsilsbøtur. Tað merkir, at hvør einasti býráðslimir fær eina bót um dagin, til teir hava gjørt, sum landsstýrið hevur kravt. Men býráðslimir á Tvør­ oyri ætla ikki at makka rætt. ­ Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál fyri okkum og tí ætla vit ikki at slaka, so mugu teir heldur senda pantifútan eftir okkum, sig­ ur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Nokta at fylgja harraboð Tað er ósemja um havnar­ gjald hjá Smyrli á Trongis­ vágsfirði, sum ósemjan snýr seg um. Landsstýrið heldur ikki, at Smyril skal betala havnar­ gjald á Trongisvágsfirði, tí tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðslu­ havnina á Krambatanga. Tvøroyrar Býráð sigur, at øll skip skulu betala havnar­ gjald, hvørja ferð tey koma inn á fjørðin. Hinvegin hev­ ur Tvøroyrar Býráð hvørki kravt brúgvagjald frá Smyr­ li fyri at leggja at bryggjuni, ella vørugjald fyri at lossa og lasta við bryggjuna. Samstundis hevur býráð­ ið skrivað havnargjaldið upp sum inntøka á rokn­ skapinum fyri Tvøroyrar Havn. Higartil hevur innlendis­ málaráðið góðkent rokn­ skapin hóast havnargjald frá Smyril stendur á sum inntøka. Men nú er tað fíggjar­ málaráðið, sum skal góð­ kenna roknskapin og tað vil ráðið ikki gera. Ráðið vísir á, at ósemja er um inntøkuna og tí er hon óviss og sostatt kann hon ikki standa á rokn­ skapinum. Fíggjarmálaráðið kravdi tískil, at inntøkan varð tikin burtur úr roknskapinum, áðrenn kommunan sendi hann inn til góðkenningar. Men tað hevur Tvøroyrar Býráð noktað fyri. Fíggjarmálaráðið gav sostatt býráðnum freist til 8. november at rætta rokn­ skapin og varð tann freistin ikki hildin, fara býráðs­ limirnir á Tvøroyri at fáa tvingsilsbøtur. Men Tvøroyrar Býráð noktar framvegis at lýða harraboð. Og í gjár fingu allir býráðslimir bræv úr inn­ lendismálaráðnum við boð­ um um, at er roknskapurin ikki rættaður í seinasta lagi fríggjadagin, fer innlendis­ málaráðið at senda hvørjum einstøkum býráðslimi hoyr­ ingsskriv um persónligar tvingsilsbøtur. Innlendismálaráðið ger samstundis púra greitt, at Tvøroyrar Býráð hevur skyl­ du til at akta eina avgerð úr landsstýrinum ­ sjálvt um tað seinni vísir seg, at avgerðin er skeiv. Bìða eftir avgerð Tvøroyrar býráð hevur roynt at loyst málið við tríggjar tey seinastu lands­ stýrisfólkini, sum hava umsitið málsøkið. Og nú um vikuskiftið varð so eisini fundur við Johan Dahl, sum nú umsitur málsøki. ­ Johan Dahl varð kunn­ aður um støðuna og hann hevur lovað okkum eina skjóta avgerð, sigur Kristin Michelsen. Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál og kemur landsstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at Smyril ikki eigur at rinda havnargjald, er ongin ivi um, at vit fara í rættin við málinum. ­ Smyril er onki øðrvísi enn onnur skip og sleppur Smyril undan havnargjaldið fer tað at taka grundarlagið undan øllum havnum í Før­ oyum, tí so er tað heldur ikki neyðugt, at onnur skip betala havnargjald nakra­ staðni, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Kristin Michelsen sigur, at tískil fer Tvøroyrar Býráð ikki at taka eina nýggja avgerð í málinum, fyrrenn landsstýrismaðurin er kom­ in til eina niðurstøðu. ­ So mugu vit heldur fáa bót, leggur hann afturat. Sleppur Smyril undan, er tað heldur ikki neyðugt hjá nøkrum øðrum skipi at betala. Tí er hetta eitt rættiliga prinsipielt mál fyri okkum og fyri allar kommunur í Føroyum. so má landsstýrið heldur senda pantifútan eftir okkum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri Tvøroyrar Bý­ráð sigur, at landsstý­rið skyldar Tvøroyrar Kommunu sjey milliónir krónur Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum er ein ósemja ímill­ um Tvøroyrar Býráð og landsstýrið um havnargjald hjá Smyrli, nú blivin so spísk, at býráðslimir á Tvør­ oyri eru hóttir við bót. Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðslu­ havnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald. Tvøroyrar Kommuna sig­ ur, at hetta hevur onki við málið at gera. ­ Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um sam­ døgurið og har vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sigur Tvøroyrar Býráð. Havnargjald verður gold­ ið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið og sostatt er hon higartil komin upp á góðar sjey milliónir. Men hon verður blankt afturvíst. Av tí, at Tvøroyrar Kommuna heldur seg eiga peningin til góðar, er havnar­ gjaldið eisini øll árini ført sum inntøka á roknskapi­ num hjá Tvøroyrar Havn. Grannskoðarin hevur so bara skrivað í viðmerking­ unum, hvussu støðan er og at ósemja er um havnar­ gjaldið. Higartil hevur Innlendis­ málaráðið góðtikið rokn­ skapin við hesi viðmerking­ ini frá grannskoðaranum. Men nú er tað fíggjar­ málaráðið, sum skal góð­ kenna roknskapirnar hjá kommununi og nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Fíggjarmálaráðið noktar nevniliga at góðkenna rokn­ skapin hjá Tvøroyrar Havn fyri 2007, verður havnar­ gjaldið ikki strikað sum inn­ tøka hjá kommununi. Fíggjarmálaráðið sigur, at talan er um eina inntøku, sum er ógvuliga óviss, tí ósemja er um hana og tí kann hon ikki setast á rokn­ skapin. Skjót av­ gerð um ósemju á Tvøroyri Tvøroyrar bý­ráð heldur seg eiga yvir sjey milliónir til góðar hjá lands­ kassanum fyri havnargjald hjá Smyrli og Johan Dahl, landsstý­ris­ maður, ætlar at taka eina skjóta avgerð Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin ­ Eg ætli mær at taka eina skjóta niðurstøðu. Tað eru boðini hjá Johan Dahl, landsstýris­ manni í vinnumálum eftir fund við Tvøroyrar Býráð um vikuskiftið í sambandi við trætumál­ ið um havnargjaldið hjá Smyrli, sum vit greiða frá aðrastaðni her á síð­ uni. Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur hoyrt sjónarmiðini hjá Tvøroyrar býráð og nú fer hann at taka málið upp í samgonguni. ­ Eg fari at lodda dýp­ ið politiskt í samgongu­ ni og við løgfrøðiligu ráðgevingina fyri at vita, hvussu farast skal fram, sigur hann. Hann vil ikki siga um hann heldur, at Smyril eigur at betala havnar­ gjald ella ikki. ­ Eg fari nú at kanna málið fyri at vita, hvat ber til at gera ella ikki, sigur hann. Sjey milliónir í klemmu á Tvøroyri Býráðslimir á Tvøroyri fáa bót fríggjadagin Grind í Avstralia Ein grind gjørdi landgongd í Avstralia um vikuskiftið. Teir flestu hvalirnir doyðu, og hinir fingu hjálp at sleppa útaftur. Avstralsku myndugleikarnir siga, at 64 hvalir gjørdu landgongd á oynni Tasmania leygardagin. 52 teirra doyðu. Hinir 12 vórðu fluttir til eina aðra strond og sleptir útaftur har. Myndugleikarnir brúktu serliga útgerð til at flyta hvalirnar teir 17 kilometrarnar til hina strondina. Teir vórðu fluttir í serligum kørum, og tað var pláss fyri tveimum hvalum í hvørjum kari. Vísindafólk duga ikki at siga, hvussu tað ber til, at heilar grindir koma uttan av havinum og gera landgongd. Hetta fyribrigdið er vorðið alt meiri vanligt á Tasmania tey seinastu árini, skrivar Reuters. MBF ráðstevna í Norðurlandahúsinum Nú ætlanin er at seta ST­ sáttmálan fyri brekað í gildi í Føroyum, skipar MBF fyri ráðstevnu um týdningin sáttmálin kann fáa fyri manna­ og javnrættindini hjá fólki, ið bera brek og um atkomu. Ráðstevnan er almenn, og vendir sær serliga til lands­ og kommunalpolitikarar, fakfólk og umsitingar, ið varða av økinum. Ráðstevnan, sum er ókeypis, verður í Norðurlandahúsinum 3. desember 2008 kl. 9.30 – 15.00. Skráin sæst á www.mbf.fo. Boða frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 27. november á tlf. 317373 ella teldupost: mbf@mbf.fo.