Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 227 - 25. november 2008 IMF væntar minni búskapar­ vøkstur í 2009 Allur vøksturin í heimsbúskapinum í 2009 stavar frá vøkstri í menningarlondum sigur IMF, sum hevur lækkað sína samlaðu forsøgn fyri búskaparvøkstur í 2009 0,8%-stig síðan oktobur í ár. Nýggjastu tølini vísa, at búskaparvøksturin í heiminum undir einum verður umleið 3,7% í 2008 og umleið 2,2% í 2009. Í oktober í ár metti IMF, at búskaparvøksturin í heiminum fór at vera umleið 3% í 2009. Miðaltalið á 2,2% fyri 2009 fjalir ein stóran mun á búskaparvøkstrinum í ídnaðarlondum og menningarlondum. IMF væntar at búskapirnir í ídnaðarlondunum fara at minka 0,3% í 2009 og ein búskaparvøkstur á 5,1% í menningarlondum. Kelda: Landsbanki Føroya Á heysti í 1964 var »Búgvin« í Írlandi við tí í hyggju at læra írskar útróðrarmenn at fiska tosk við línu. – Vit ynsktu veruliga at fara undir línuveiðu eftir toski, men tíverri kom hetta ongatíð rættiliga í gongd, staðfestir írin, Anthony Gielty, sum var ein av manningini Fiskiskapur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Føroyar/Írland: Øll hesi árini, síðani teir á heysti fyri 44 árum síðani fiskaðu saman, hevur Anthony ynskt at komið til Føroyar. Kanska var møguleiki at hitta onkrar av føroysku manningini. Hetta hendi - mestsum av tilvild - seinnapartin í gjár, í heiminum hjá skiparanum á Búgvanum á hesum túrinum við Írland, Tórhalli Andreasen á Argjum. Anthony Gielty fór nevni- liga um tey 70 árini fyrr í hesum mánaðinum, og í hesum sambandi skipaðu børn hansara soleiðis fyri, at hann og konan fingu eina ferð til Føroyar í føðingar- dagsgávu. Um vikuskiftið høvdu tey bæði brúk fyri einum hýru- vogni, og lukkutíð fyri tey var førarin á hesum túrinum, Birgir Sondum sum visti eitt sindur um gamla Búgv- an. Sjálvur mintist Anthony Gielty bert navnið á báti- num. Undir stutta koyritúrinum prátaðu teir báðir so mikið saman, at Birgir bjóðaði sær til at skipa soleiðis fyri, at Anthony kundi hitta nakrar av manningini um- borð á Búgvanum. Sum sagt, so gjørt. Seinnapartin í gjár fingu Tórhallur Andreassen, Sig- mund Dam av Norðskála og Niels Edvard Olsen av Argjum møguleika til at skifta orð við henda prát- ingarsama og hugfarsliga íran. Hóast hann fyri nógvum árum síðani seldi bátin og flutti nakað suðureftir á vesturstrondini, fylgir hann framvegis við gongdini inn- an fiskivinnuna í Írlandi. Eins og í Føroyum hava ver- ið bæði uppgangstíðir og niðurgangstíðir. - Men eg má siga tykkum, at eg eri sera harmur um, at vit ikki av álvara byrjaðu at fiska tosk við línu sum tit gjørdu tá og gera enn. - Tað er heilt vist, at hetta hevði komið væl við í dag, nú trupulleikar við regule- ringum og kvotum hava rakt hetta økið, sigur Anthony Gielty. Tað var vist í 11. tíma at royndu fiskimenninir hittust aftur. Anthony Gielty fór aftur til Írlands við Norrönu í gjárkvøldið. 10 mans við Nakað frammanundan hesi royndini við Búgvanum, høvdu umboð fyri Kimbil fingið samband við írskar myndugleikar og útróðrar- feløg á vestursíðuni á Írl- andi. Tað skiltist á monnum, at áhugi var at fáa størri kunn- leika um føroysku línuveið- una. Upp kom spurningurin, hvørt tað kundi borið til hjá einum føroyskum útróðrar- báti at farið niður hagar fyri at vísa teimum á, hvussu før- oyingar veiddu tosk við línu. Teir høvdu um hetta mundið góðar royndir við fiskiskapi eftir hávi og øðrum fiskasløgum við langlínu, men als ikki til tær línurnar sum teir á Búgv- anum kendu so nógv til. Eitt úrslit av hesum sam- ráðingum gjørdist, at avgerð varð tikin um at senda Búgv- an, ið varð bygdur á Tórs- havnar Skipasmiðju fá ár frammanundan, niður hagar sum eina roynd. Tá Búgvin legði til brots av Havnini ein heystardag í 1964 vóru 10 mans við. Nakað eftir at teir vóru kom- nir til kenda fiskivinnubýin Killybegs á landnyrðings- horninum í Írlandi og høvdu riggað alt til, kundu teir seta teir fyrstu stamparnar. Vónin var sjálvandi, at teir skuldu bæði fáa góð líkindi og nógva veiðu. Men hvørki av hesum sá út til at eydnast teimum. Nógvur vindur – eingin toskur Veðrið var sera ólagaligt hesar vikurnar. Ætlanin var helst, at royndin skuldi vara heldur longri, men eftir 40 døgum við óveðri og vána- ligum toskafiskiskapi, varð avgjørt at Búgvin skuldi venda aftur til Føroyar. - Vit skiltu, at hetta var ikki rætta tíðin til fiskiskap eftir toski. Skuldu vit veru- liga royna eftir toski, so áttu vit at komið aftur í februar mánaði. - Tá høvdu vit av sonnum kunnað fingið at vita, um tað ikki eisini bar til at fiska við línu út fyri Írlandi, greiðir Niels Edvard Olsen frá. Lærdu írar at fiska við línu Diskotek fyri menningar­ tarnað Ung menningartarnað úr øllum landinum sleppa nú at fáa sær ein svingom í Rex í Havn. Hetta verður týskvøldið 9. desember kl. 19-22. Tað eru starvsfólkini á bústovninum Rásini í Eysturoynni, sum hava sett seg í samband við dansistaðið Rex, sum setir høli, DJ’s og barrvørar til taks hetta kvøldið. Fyrireikararnir hava sent innbjóðing út til hinar bústovnarnir og longu nú hava eini 100 fólk teknað seg. Øll menningartarnað eru vælkomin og atgongumerkið kostar 50 kr. »Teir vóru kortini ikki fyri ongum, tí rættiliga nógvur hávur var at fáa. So nógvur, at tað kom meiri enn so fyri at teir umborð á Búgvanum máttu standa í kurvunum við rulluna, fyri ikki at verða kjaftbitnir av einum hávi« 44 ár seinni hittast teir fýra í stovuni heima hjá skiparanum, Tórhalli Andreasen á Argjum: Sigmund Dam av Norðskála, Tórhallur Andreassen av Argjum, Anthony Gielty úr Írlandi og Niels Edvard Olsen av Argjum Mynd: Jens Kristian Vang