Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 227 - 25. november 2008 Saman við fýra roynd­um, føroyskum tónleikarum, fer tónaskald­ið og song­ kvinnan, Katrina Petersen, at framføra egin løg í Reinsarínum í Tórsgøtu hóskvøld­ið Konsert Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Komandi hevur ætlar Katr­ ina Petersen at geva út fløgu við egnum løgum. Ein forsmakkur til hesa fløguna kann fáast hóskvøldið á Reinsarínum í Tórsgøtu, tá Katrina Petersen hevur konsert. Tónasmiðurin og song­ kvinnan, sum er fødd og uppvaksin í Keypmanna­ havn við føroyskari mammu og donskum pápa, tók í 2005 diplomútbúgving sum sangari og sangpedagogur á Rútmiska Musikkkonserva­ torinum í Keypmannahavn. Dagliga undirvísir Katrina Petersen í sangi og klaveri á Tórshavnar Musikkskúla. Teir fýra tónleikararnir, ið sita við ljóðførunum til konsertina, eru Leivur Thomsen, guitar, Bjarki Meitil, bass, Líggjas Olsen klaver og Rógvi á Rógvu á trummum. Tað er Havnar Jazzfelag, ið skipar fyri konsertini, sum verður hóskvøldið klokkan 21. Syngjandi skald á Reinsarínum Katrina Petersen, sum er uppvaksin í Keypmannahavn, er flutt til Føroya og undirvísir í sangi og klaveri á Tórshavnar Musikkskúla. Næsta ár gevur hon fløgu út við egnum løgum Jólahugni í Miðbýnum Aftur í ár verður jólabýur verður settur upp í Tinghúsgarðinum í Havn, har felagsskapir, skúlaflokkar og onnur selja ymiskt og hava tiltøk. Umframt jólabýin er ætlanin at skipa fyri tónleiki og undirhaldi kring miðbýin. Jólabýurin letur upp í sambandi við, at jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin 29. november 2008. Inni á heimasíðuni hjá kommununi kunnu fólk, sum vilja selja ella undirhalda, fylla umsóknarblaðið út. Bók um múrin og aðrar ruinir Føroya Fornminnissavn hevur útgivið bókina: “Nordisk Ruinseminar 2007. Færøerne 18. – 20. september 2007”. Í bókini eru fyrilestrar, sum hildnir vóru á norðurlendskum ruinseminari, ið Føroya Fornminnissavn skipaði fyri í fjør. Í 2007 var Føroya Fornminnissavnið vertur fyri árliga ruinseminarinum, tí tey kunnu vísa á áhugaverdu fornminnini á miðaldar biskupssetrinum í Kirkjubø. Byggifrøðiliga og varðveitingarliga eru hesi fornminni av norðurlendskum eins og altjóða áhuga. Símun V. Arge, deildarleiðari, og Andras Mortensen, landsantikvarur, hava ritstjórnað útgávuna. Fyrsta fíggjarætlanin fyri Eysturkommununa Nú er fyrsta fíggjarætlanin fyri Eysturkommunu samtykt í bygdaráðunum í Leirvík og í Gøtu. Fíggjarætlanin javnvigar við 62 milliónum. 47,2 mió. fara til rakstur, 5,7 mió. fara til rentur og avdráttir, og 9,1 mió. fara til íløgur. Skattainntøkan verður mett at vera 56,5 mió. Á íløgusíðuni fara 8,5 mió. til liðugtgerð av barnagarðinum í Leirvík, meðan restin av íløgunum fara til liðugtgerð av útstykkingarvegi Undir Gøtueiði og til Gøtubrá í Norðragøtu. Íløgurnar verða fíggjaðar við avlopi av rakstri og av innistandandi peningi. Barnafrádrátturin er settur til 5.000 kr. og skattaprosentið til 21 %. Nettoskuldin hjá samanløgdu kommununi verður við ársbyrjan 2009 44 % av einari álíkning á 23 %. Kelda: www.gota.fo Havnin 100 ár í Müllers Pakkhúsi Hósdagin hevur Havnin verið fólkavald kommuna í 100 ár. Tí verður alment hátíðarhald í Müllers Pakkhúsi, har 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar Kommunu verður avdúkað. Á skránni verður millum annað sangur við kvinnukórinum Cantabile undir leiðslu av Unn Patursson og hugleiðingar um fólkaræði í Havn í 100 ár eftir Sjúrð Skaale, undir heitium ”­ Hava vit tað ikki gott?”. Aftaná haldið fæst ein biti – aftur við 100 borðfløggum! Tiltakið verður í Müllers Pakkhúsi 27. november 2008 kl. 16:00. Teir vóru kortini ikki fyri ongum, tí rættiliga nógvur hávur var at fáa. So nógvur, at tað kom meiri enn so fyri at teir umborð á Búgvanum máttu standa í kurvunum við rulluna, fyri ikki at verða kjaftbitnir av einum hávi! Góð tíð Longu áðrenn Anthony Gielty yvirhøvur kom í sam­ band við føroysku útróðrar­ menninar fyri 44 árum síð­ ani, hevði hann hoyrt rætti­ liga nógv um Føroyar í enska útvarpinum. Ella rætt­ ari sagt: um veðurlíkindi og øll tey mongu lágtrýstini, sum í tíð og ótíð fóru fram­ við vindbardu oyggjunum fyri norðan. Hann átti um hetta mund­ ið sín egna útróðrarbát, men kendi einki til fiskiskap við tílíkum línum, sum brúktar vóru í føroyskum farvatni. Tað barst ikki betri á, enn at Anthony og ein annar maður, O’Sullivan av navni, fingu møguleikan at sleppa til útróður við Búgvanum. Tíverri fyri teir báðar hendu ikki tey stóru fram­ brotini innan línuveiðu eftir toski á vesturstrond Írlands eftir hetta. Men bæði Anthony Gielty, Tórhallur Andreassen, Niels Edvard Olsen, Sigmund Dam og allir hinir fingu kortini nakr­ ar góðar vikur saman. ­ Eg minnist í øllum før­ um bara gott aftur á hesa tíðina, sigur Anthony Gielty. Killybegs er ein av kendu fiskivinnubýunum í Írlandi. Hagar leitaðu føroyskir fiskimenn sær fyri 44 árum síðani Killybegs liggur í útnyrðings­ partinum av Írlandi, við stuttum vegi til fiskileiðirnar í Írska havinum og í Norðurhøvum