Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 227 - 25. november 2008 Ein av stóru avbjóðingunum á vinnuliga økinum er at gera og halda viðlíka lógir, ið samsvara við ta lóggávu, sum er galdandi í londunum kring okkum, og sum vit hava vinnuligt samstarv við. Hetta er neyðugt, skulu vit halda viðlíka okkara samstarvsavtalur við onnur lond, víðka um tær og fáa í lag nýggjar avtalur, og fyri at føroyskt vinnulív kann gera seg galdandi í altjóða høpi. Millum lógarøkini, talan er um, eru • Vinnufelagalóggáva • Sjólóggáva • Ársroknskaparlóg • Grannskoðaralóggáva • Tryggingarlóggáva • Veterinerlóggáva Hevur tú áhuga fyri hesum øki, so átti tú at søkt hetta sera spennandi starvið í Vinnumálaráðnum. Tú kemur at arbeiða saman við fólkum, ið hava ábyrgd av nevndu lógarøkjum, og sum arbeiða við vinnuligum viðurskiftum sum heild og hava samband og samstarv við útlendskar myndugleikar og stovnar, bæði í Norð- anlondum og ES. Førleikar Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv ella annað sam- felagsfrøðiligt prógv. Vit vænta, at tú ert arbeiðsom/samur, dynamisk/ur og hevur góð samstarvsevni. Tú samskiftir skilliga bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli og hevur evni og vilja at virka í einum stimbrandi og avbjóðandi umhvørvi. Vit bjóða At gerast partur av einum spennandi umhvørvi, ið gevur møguleikar fyri persónligari menning, bæði við arbeiðsroyndum og viðkomandi eftirútbúgving, bæði innan- og uttanlands. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmæl- um í seinasta lagi 15. desember 2008. Umsóknir skulu sendast til: Vinnumálaráðið Postsmoga 377 Tinganes FO-110 Tórshavn Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á telefon 556070. VINNUMÁLARÁÐIÐ Vinnumálaráðið sóknast eftir fólki við løgfrøðiligari útbúgving www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! 15” felgur við TS830 Kr. 6.900,- fyri settið Dekkstødd: 195/65-15 Felgurnar fáast til flestu bilmerki 16” felgur við TS830 Kr. 8.400,- fyri settið Dekkstødd: 205/55-16 Felgurnar fáast til flestu bilmerki Continental TS830 Prísdømi: 195/65-15.......... 990,- 205/55-16 ...... 1.290,- Goodyear Ultra Grip 7+ Prísdømi: 195/65-15.......... 980,- 205/55-16 ...... 1.375,- Nr. 2 í FDM-testi Vinnari av FDM-testi Komplet vetrarhjól – 15” ella 16” felgur við vetrardekkum Vetrardekk lýsingar