Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Mobilitetur og høg góðska hava alt at siga, um vinnukundar av álvara skulu taka IP-telefoni til sín, ljóðar tað frá Elektron, sum í næstum setur ferð á marknaðarføringina av teirra framkomnu IP-loysn til føroyska vinnulívið SamSkifti Edmund Jacobsen edmund@pressecentrum.dk Myndir: Jens Kristian Vang Síðani í summar hevur fyri­ tøkan Elektron bjóða fram eina loysn, har ið til ber hjá vinnukundum at nýta far­ telefonina sum IP­telefon. Ein loysn, ið er tann fyrsta av sínum slag í landinum, og sum er eitt týðiligt tekin um, at IP­telefoni er í stórari menning í Føroyum. – Vit hava gjørt sera lítið við at marknaðarføra loysn­ ina higartil. Men royndirnar hava víst, at loysnin riggar sera væl. Afturmeldingarnar frá kundunum eru stak góð­ ar, og tí fara vit í holt við at marknaðarføra loysnina í næstum, sigur Sóleyð Hof­ gaard frá Elektron. Tann loysnin, ið Elektron bjóðar fram ger, at haldarar ikki nýtast aðra telefon enn eina sonevnda ”smart­ phone” – til dømis eina Nokia E71, sum Sóleyð Hofgaard sjálv nýtir. – Um ein er staddur innan­ hýsis á virkinum, so virkar telefonin sum ein tráðleys IP­telefon. Fer ein til dømis út á kundavitjan, so fer sam­ skiftið fram umvegis vanligt GSM. Líkamikið um tað er GSM ella IP, so hevur tele­ fonin fast lokalnummar, so stillast kann um á sama hátt sum til eina vanliga fastnet­ telefon, sigur Sóleyð Hof­ gaard. Mobilitetur í hásæti Men loysnin frá Elektron fer enn víðari. Tað ber til at heinta teldupost og hava atgongd til felags kalendara umvegis Exchange ella Notes postskipan við tele­ fonini – líkamikið um ein hevur samband umvegis IP ella GSM. ­ Tað, sum okkara kundar serstakliga hava fegnast um, er, at við hesari loysn og einari framkomnari far­ telefon, ber til at hava at­ gongd til eitt nú skjøl, teldu­ post og kalendara, líkamikið um ein er staddur á skriv­ stovuni, í einum fundarhøli í býunum ella uttanlanda, sigur Sóleyð Hofgaard. – Tær nýggju og fram­ komnu fartelefonirnar hava við sær, at tað ikki er neyð­ ugt at hava farteldu við sær fyri at avgreiða tær týdn­ ingarmestu uppgávurnar. Tað ber væl til umvegis tele­ fonina, samstundis sum tað er trygt. Missur ein telefon­ ina burtur, bert til hjá Elek­ tron at læsa atgongdina til telefonina, soleiðis at ongin atgongd fæst til teldupost ella kalendara. Tryggur mobilitetur fær alt størri týdning innan vinnulívið, og hesum tørvi ganga vit nú á møti, leggur hon afturat. Góð móttøka Sambært Sóleyð Hofgaard hava kundar hjá Elektron tikið væl ímóti loysnini, ið fær støðugt fleiri haldarar. Millum annað av tí orsøk, at tað ber til at velja ymiskar eykatænastur, so sum video­ fundir, hagtøl, Call Center ­ alt eftir tørvinum hjá fyri­ tøkuni. Føroysku peningastovn­ arnir teljast ímillum fyrstu kundarnar, men alsamt fleiri fyritøkur fáa eyguni upp fyri loysnini. Sóleyð Hofgaard greiður frá, at av tí at talan er um eina loysn, har ið Elektron hevur tamar­ hald á sambandinum, ber til at veita eitt sera støðugt samband – munandi betri enn umvegis vanligt inter­ netsamband. Hetta verður gjørt við at seta bandbreidd­ ina hjá kundanum eftir hvussu nógvar samrøður eftir ætlan skulu fara fram samtstundis. – Vit eru stak nøgd við úrslitini higartil – serstakliga tá ið havt verður í huga, at loysnin nærum ikki er marknaðarførd. Vit vænta, at tá ið vit um stutta tíð seta ferð á marknaðarføringinia, fer eftirspurningurin at økjast enn meira. Vinnulívið krevur mobilitet, og tí meta vit, at útlitini fyri einari slíkari loysn eru góð, sigur Sóleyð Hofgaard. Stutt um IP-telefoni Voice over Internet Protocol (oftani stytt VoIP ella IP-telefoni) er ein háttur at senda samrøður millum tveir ella fleiri persónar umvegis alnótina ella onnur IP-netverk. Best kenda VoIP-tænastan er Skype (www.skype.com), ið virkar sum eitt sonevnt peer-to-peer (vin-til vin) samband umvegis alnótina. Skype kann tó ikki tryggja støðuga góðsku, og tí eftirspyr vinnulívið í størri mun loysnir, har ið góðskan – ella Quality of Service sum tað eitur í fakmáli – er á sama støðið sum við vanligum telefonum. Umframt kostnaðin eru fyrimunirnir við VoIP millum annað, at til ber at knýta ymiskar eyka talgildar tænastur til telefon- skipanina. Ein Nokia E71 ella onnur Nokia E telefon, er alt ið krevst fyri at fáa atgongd til nýmótans IP og GSM tænasturnar frá Elektron, ljóðar tað frá Sóleyð Hofgaard Elektron trýr uppá IP-telefoni