Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnan Nr. 227 - 25. november 2008 Skotar leita í Grønlandi Í gjár skrivaðu skotska felagið Cairn Energy PLC, danska-grønlendska felagið Nunaoil A/ S og grønlendski landsstýrismaðurin í tilfeingismálum, Kim Kielsen, undir eina avtalu, sum gevur teimum báðum feløgunum loyvi til at leita eftir olju á tveimum leiðum úti fyri Suðurgrønlandi. Eftir avtaluni kann skotska felagið leita í einum øki, sum er 20.000 ferkilometrar stórt, og sum er rundan um Hvarvið. Frammanundan hevur Cairn tvey leitingarlouvi við Disko-oynna og Nuussuaq-nesið og fýra loyvi longri suðuri. Harafturat hevur skotska felagið keypt seg inn í leitingarloyvi hjá einum kanadiskum felagi, og harvið er Cairn tað størsta leitingarfelagið á grønlendska landgrunninum, sigur Sermitsiaq. Umboð fyri Nuna Oil og Cairn saman við landsstýrismanninum Kim Kielsen (Mynd: Sermitsiaq) Fiskavirkið Valhalla á Toftum, sum keypir feskan fisk til útflutn­ ings, er sambært fiskimonnum eitt av teimum virkjum og feløgum sum tryggja, at skip og bátar í Føroyum fáa markn­ aðarprís fyri fisk Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin var og vitjaði virkið Valhalla á Toftum mánadagin, ið er annar dag- urin í vikuni, tá farmaskipið Silver Fjord siglir av Toftum til Scrabster við feskum fiski og laksi. Skipið siglir av Toftum mánakvøld og fríggjakvøld. Tað er P/F Fresh Link, ið rekur farleiðina millum Føroyar og Scrabster, og felagið hevur eisini skrivstovu sína á Toftum. Fyritøkurnar, sum standa aftanfyri flutningsfelagið, eru Valhalla á Toftum og Rainbow Seafood í Havn. Dagligur leiðari hjá Fresh Link er Ingun Olsen, sum hevur drúgvar royndir í shippingvinnuni. Endamálið við farleiðini er at veita føroyskum fesk- fiskaútflytarum eina rætt- stundis flutningsleið niður á evropeiska marknaðin. Vitjan á Valhalla Tá vit vitjaðu á Valhalla, komu bilar við fiski, sum virkið hevði keypt. Menn á truckum tóku kassarnar við fiski úr stórum trailara og koyrdu teir inn á virkið, har fiskurin varð góðskumettur, skildur og pakkaður til útflutnings. Sum dagurin og kvøldið leið, varð fiskurin koyrdur umborð á Silver Fjord, og haðani fluttur til Skotlands. Dagarnir, tá skipið verður fermt á Toftum, eru mangan langir hjá teimum, sum arbeiða hjá feskfiskaút- flytarum, og soleiðis var eisini mánadagin. Tað er danin, Peter V. Nørgaard, sum er stjóri og eigari av Valhalla, og nevnd- arformaður er Jansy Olsen. Í nevndini sita tey trý, Peter V. Nørgaard, Jansy Olsen og Lena Leivsdóttir. Eingin myndatøka Tað er vorðið alt meira vanligt, at virkisleiðslur aftra seg við at lata mynda- fólk sleppa inn á fiskavirkir at taka myndir, og her er Valhalla einki undantak. Vit komu inn í fiska- móttøkuna á virkinum, har Verner Olsen var komin við fiskakassum á trucki. Hann hevði einki ímóti at vera avmyndaður, meðan hann stoytti fiskin úr kassunum og niður í pavnin, sum síðan eftir flutningsbandi fer inn á sjálvt virkið. Men tá myndamaðurin gjørdist eitt sindur ”naskari” og tók nakrar myndir inn ígjøgnum eina hurð og inn á sjálvt skilji-og pakkivirkið, kom ein ungur maður og segði, at danska stjóranum dámdi ikki, at myndir verða tiknar inni á virkinum. - Men tú kanst taka myndir uttanfyri. Tað er einki problem, legði hann aftrat. Jansy drívmegin Úti í túninum møttu vit Jansy Olsen, sum serliga er kend innan kvinnufelags- arbeiði í Føroyum. Hon var blíð sum altíð og segði, at hon í fyrsta lagi tók sær av skrivstovuarbeiði, men at hon eisini var niðri á virkinum og góðskumetti fisk. Vit avtalaðu, at eg skuldi ringja til hennara um 22- tíðina um kvøldið, tá hon helst fór at verða liðug. Men hetta gekk ikki betri enn væl - fyri ikki at siga illa. Umleið ein tíma eftir vitjanina á Valhalla, ringdi Jansy og segði, at stjórin ikki helt, at vit skuldu práta saman um virksemið hjá felagnum. Tað, sum vit á Sosialinum ætlaðu, var at taka nakrar myndir, har fólk arbeiða, og síðan at seta leiðsluni nakr- ar einfaldar spurningar. Beint eftir, at Jansy hevði boðað frá, at stjórin ikki helt, at vit skuldu gera nakra samrøðu, sendu vit Valhalla ein teldupost við nøkrum spurningum um virksemið, sum vit ynsktu at fáa svaraðar sama dag ella um kvøldið. Men vit fingu einki svar, og einki svar var komið, tá blaðið fór til prentingar í dag. Tøgn á Valhallla Millum spurningar, vit settu virkisleiðsluni, vóru: Hvussu nógv fólk eru á løn­ arlista, tá mest er at gera? Hvussu nógvir arbeiðsdag­ ar eru í eini vanligari viku? Valhalla tryggjar kapping um fisk Jansy Olsen er nevndar­ formaður í Valhalla á Toftum Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskurin kemur við trailarum og verður koyrdur inn á virkið Mynd: Vilmund Jacobsen Á Valhalla verður fiskurin góðskumettur, skildur og pakkaður til útflutnings Mynd: Vilmund Jacobsen