Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnan Nr. 227 - 25. november 2008 Bíligar bátar úr Íslandi Fíggjarkreppan í Íslandi ger, at útróðrarmenn í øðrum londum kunnu fáa fatur á einum íslendskum útróðrarbáti fyri ein lutfalsliga bíligan penga. FiskeribladetFiskaren skrivar um ein norðmann, sum hevur keypt sær ein 29 føtur stóran glastrevjabát úr Íslandi fyri 340.000 norskar krónur. Við frakt og øðrum kostar báturin 400.000 norskar krónur, og maðurin sigur við blaðið, at í Noregi hevði ein tílíkur bátur kostað millum 800.000 og 900.000 norskar krónur. Báturin er av slagnum Sómi-870, smíðaður í 1999 og er væl útgjørdur. Tað kostar tvær ferðir so nógv at keypa ein tílíkan bát í Noregi (Mynd: FiskeribladetFiskaren) Er tað serliga mánadag og fríggjadag, tá farma­ skipið siglir av Toftum, at nógv er at gera? Hvussu gamalt er felagið, sum rekur virksemið í dag, og hvussu eru eigaraviður­ skiftini? Hvørjar uppgávur hevur virkið ­ skiljing og pakking av feskum fiski? Hvussu deila fiskasløgini seg gjøgnum árið ­ umleið? Í samrøðu við Jansy Olsen og í teldupostinum løgdu vit aftrat, at vit á ongan hátt vilja virkinum ilt, men at vit bara hugsaðu um at fáa eitt sindur av kjøti upp á ein greinastubba við myndum av fólki, sum eru til arbeiðis. Í teldupostinum løgdu vit eisini aftrat, at tey vóru vælkomin at svara skrivliga. Men á Valhalla ráddi tøgn... Vit skiltu á Jansy, meðan vit prátaðu í túninum, at ikki minst línumenn eru sera fegnir um, at vit í Før- oyum hava fiskaútflytarar, sum arbeiða við skiljing og pakking av feskum fiski. - Hetta er við til at halda prísunum uppi, legði hon aftrat. Sosialurin hevur tí í aðrari grein á hesi opnu tosað við Jóhannus Olsen, formann í Felagnum Línuskipum um týdningin av feskfiskaút- flytarum. 14 fólk í starvi Sambært vinnuskráum eru 14 fólk knýtt at virkseminum hjá Valhalla á Toftum, og ein av uppgávunum hjá felagnum er heilsøla av fiski og fiskavørum. Valhalla keypir fiskin, sum felagið útflytir, men vit hava eisini havt onnur virki í Føroyum, sum bara skildu og pakkaðu fisk fyri fiskakeyparar. Verner Olsen arbeiðir eisini hjá Valhalla Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit hava brúk fyri at hava feskfiska- útflytarar, sum kunnu vera við til at halda fiskaprísunum á sama støði, sum eitt nú í Skotlandi, sigur formaðurin í Felagnum Línu- skipum, Jóhannus Olsen Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er eingin ivi millum reiðarar, fiskimen og fiska- seljarar annars, at vit í Før- oyum hava virkir og keyp- arar, sum leggja sína orku í at útflyta feskan heilan fisk. - Jú, tað er so heilt vist, at vit hava brúk fyri hesum útflytarum. Tey eru við til at halda fiskaprísunum uppi og eru við til at gera, at vit fáa ein prís, sum á leið svarar til marknaðar- prísin um okkara leiðir. Tað sigur Jóhannus Ols- en, formaður í Felagnum Línuskipum, sum sjálvur eisini er útgerðarmaður hjá fleiri línuskipum. Hann leggur aftrat, at ikki minst, nú virkir, sum keyptu og virkaðu hýsu, eru stongd, er serliga um- ráðandi, at vit hava hesi virkir og fiskaútflytarar. - Virkið í Miðvági, Kósin og Norðís, sum øll keyptu hýsu, eru nú stongd, og tí er avmarkað, hvørjir keyparar eru í Føroyum til hýsuna. Fer at batna Jóhannus vísir á, at línu- skipini hava ikki fingið so nógva hýsu enn, men hann væntar, at hýsufiskiskap- urin fer at batna, sum tíðin gongur. - Teir gomlu søgdu, at tá tað fór at hvítna niður eftir fjøllunum, fóru skip og bátar eisini at fáa meira hýsu, og í løtuni vísir tað seg, at fiskiskapurin batn- ar. Vit hava góðar vónir um, at hýsufiskiskapurin fer at kvinka rætta vegin, leggur hann aftrat. Formaðurin í Felagnum línuskipum vísir á, at vit í Føroyum hava fleiri týdn- ingarmiklar fiskaútflytar- ar. Talan er feløg, sum keypa fiskin og selja hann víðari, og talan er eisini um feløg, sum selja fisk fyri skip og bátar. - Hetta eru eitt nú Val- halla og Rainbow Seafood, men vit hava eisini fleiri aðrar, sum vit meta hava stóran týdning fyri prísin – fyri ikki at gloyma Fofish í Saltangará, sigur Jóhannus Olsen, reiðari og skipaeigari. Útflytarar hava stóran týdning fyri fiskaprísin - Fiskaútflytarar hava stóran týdning fyri fiskaprísin í Føroyum, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum Mynd: Vilmund Jacobsen Jóhannus Olsen er formað- ur í Felagnum Línuskipum og útgerðarmaður Mynd: Vilmund Jacobsen