týsdagur 25. november 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 227 - 25. november 2008
Heimsins mest fram
komna boriskip, sum
er bygt við serligum
atliti til djúpt vatn
og ringar verðurum
støður sum tær við
Føroyar og Hetland,
hevur nú sett borin
í skamt frá føroyska
markinum. Hetta
kann gerast byrjanin
til eina nýggja og
spennandi tíð á
Atlantsmótinum.
Nýtt boriskip
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Um somu tíð sum umboð
fyri italska oljufelagið ENI
vitjaðu í Føroyum – hetta
var í farnu viku - fyri at
leggja til rættis boring á før-
oyska
landgrunnimnum
næsta ár, so hevur spildur-
nýggja boriskipið, Stena
Carron sett borin í beint
hinumegin markið. Hetta er
fyrsti brunnurin, sum nýgg-
ja boriflaggskipið á Atlants-
mótinum borar. Talan er um
ein metingar- og avmark-
ingarbrunn (appraisal well)
á longu kenda oljufundinum
Rosebank.
ENI fólkini hildu fund í
Havn seinasta mikudag, har
komandi brunnurin á Anne
Marieleiðini á landgrunni-
num varð á skránni. Fundur
var við Jarðfeingi. Brunnur-
in verður tann sjeyndi leiti-
brunnurin á landgrunninum
og hava jarðfrøðingar úr
fleiri oljufeløgum, eisini
feløgum, sum ikki eru við í
hesi boriverkætlanini, úttal-
að, at hetta kanska er tann
brunnurin við Føroyar, sum
sær mest lovandi út, soleiðis
sum jarðfrøðiligu viður-
skiftini tykjast at hátta sær í
undirgrundini.
Og
tann
brunnurin, sum møguliga
verður gjøgnumbrotið, sum
so mong so leingi hava bíð-
að eftir.
Tað verður nýggi boripall-
urin West Phoenix, sum fer
at bora Anne Marie brunnin
helst í mei ella juni 2009.
Umframt ENI eru eisini før-
oyska Faroe Petroleum og
suðurkoreanska oljufelagið
Cieco við í boringini. Sosial-
urin skilur, at onnur oljufe-
løg, sum halda brunnin
verða sera áhugaverdan,
hava víst stóran áhuga fyri
at keypa seg inn í loyvið.
So møguliga fara vit í næst-
um at frætta, at enn eitt olju-
felag verður partur av hesi
spennandi boring.
Um sama mundið sum
røringur er í her í Havn, so
er borurin umborð á bori-
skipinum
Stena
Carron
farin at mæla á eini longu
kendari oljuleið skamt frá
føroyska markinum, ein
brunnur av fleiri komandi
tíðina, sum skal stuðla und-
ir endaliga avgerðini hjá
Chevron og tess partanum
at byggja út Rosebankkeld-
una. Rosebankfundið varð
gjørt nøkur ár herfyri og
metingarbrunnar
hava
longu staðfest, at her er tal-
an um eitt rakstrarverdugt
fund.
Sama boriskipið, sum er
farin jomfrútúr út á oljuleið-
irnar við markið, skal eftir
hesa fyrstu boringina á
Rosebankleiðini,
bora
Cambobrunn, sum liggur
syðri, og sum eisini er eitt
rasktrarverdugt
fund.
Amerada Hess, Chevron og
onnur feløg skulu eftir ta
boringina møguliga eisini
til at taka støðu til ein
Nú borar flaggskipið Stena
Stena Carron á veg til
sína fyrstu uppgávu á
Atlantsmótinum, at
bora ein metingarbrun á
Rosebankoljufundinum
Mynd Chevron
Klaksvíkingar spara
Handlarnir í Klaksvík láta so illa at søluni ío seinastuni, at sambært
formanninum í Klaksvíkar Handilsfelag hevur sølan ikki verið so lítil
síðani kreppuna í nítiárunum. Við Norðlýsið sigur Magnus Arge, at síðani
fólk frættu tíðindini um fíggjarstøæðuna hjá Klaksvíkar kommunu, er
sølan í flestu handlum í býnum næstan steðgað upp. Formaðurin í
Handilsfelagnum sigur, at handlarnir bíða eftir jólasøluni, men hann stúrir
fyri, at kemur ikki okkurt jaligt um Kósavirkið skjótt, eru útlitini fyri
jólahandlinum heldur ikki góð.
Søgan um
Stena Carron
Stena Carron, sum Stena
Drilling hevur latið byggja
hjá Samsung Heavy Industri-
es í Geoje í Suður Korea, er
eitt
sokallað
tvey-sporað
aktivitets-, dynamiskt posi-
tións (DP) boriskip designað
til at arbeiða alt árið á djúp-
um vatni.
Chevron hevði ein trý-ára
sáttmála við møguleikum
fyri longjan við Stena Drill-
ing men hesin sáttmáli er
broyttur til ein fimmára sátt-
mála við optiónum. Chevron
Upstream Europe (CUE)
ætlar at nýta skipið í teirra
leitingar- avmarkingar- og út-
byggingarætlanum
vestan
fyri Hetland, í Norðsjónum
og í Føroyum.
Borimøguleikarnir
eru
rættiliga nýskapandi verður
hugt eftir hesum heilt nýggja
designi av einum boriskipi –
eitt nú er tað vanliga bori-
tornið ikki neyðugt longer og
tískil ikki at síggja umborð.
Skipið er sera væl útgjørt til
at arbeiða í ringum farvatni,
eitt nú føroyskum sjógvi og
alt
er
hydrauliskt
stýrt
umborð. Uttan at fara ov
langt inn í tað tekniska, eru
serliga tøkniligu borimøgu-
leikarnir teir, sum gera skipið
vælegnað til at arbeiða á djúp-
um vatni.
Rick Cohagan, sum er stjó-
ri fyri CUE, sigur: ”Hetta
seinasta ættarliðið av bori-
skipum er ført fyi at arbeiða
undir ógvuliga vánaligum
umstøðum, so sum vestan
fyri Hetland, í Noregi og í
Barentshavinum. Bert nøkur
fá skip í øllum heiminum eru
før fyri at arbeiða alt árið í
økjum við sera ringum
vetrarveðri.
Dynamiska positiónsskip-
anin heldur skipið sera neyvt
uppá pláss og loyvir skipi-
num at arbeiða á djúpum vat-
ni, har tað ikki er møguligt at
nýta fortoyningar ol.
Viðvíkjandi trygdini so
hevur Stena Drilling design-
að skipið soleiðis, at alt er so
automatiserað sum gjørligt,
eitt nú verður alt rørarbeiði
umborð gjørt við einum
fátali av fólki. Hetta verður
roknað sum eitt tað mest
vandamikla arbeiði umborð
á einum boriskipi.
Skipið kann hýsa 180 fólk-
um. Til at stytta stundir um-
borð við hevur skipið fim-
leikahøli,
spælirúm
við
øllum hugsandi spølum og
atgongd til tráðleyst internet-
samband.
Stena Drilling hevur tradi-
tión fyri at kalla boriskip síni
upp eftir skotskum áum, og
Stena Carron víkir ikki frá
hesum í so máta.
(Kelda Chevron)