Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 227 - 25. november 2008 Fíggjaði stuttleikaskip og flogfør Í sambandi við kreppuna hjá íslendska bankanum Kauptingi er komið fram, at dóttirbanki hansara í Bretlandi hevði veitt 310 milliónir pund í lánum til fólk, sum høvdu keypt stuttleikabát ella rættari sagt marglætisbát ella privatflogfar. Í einari roknskapargreining hjá dóttirbankanum stendur, at hann hevði latið 219 milliónir pund í lánum til stuttleikabátar og 90 milliónir pund til privatflogfør. Eitt annað íløguslag, sum dóttirbankin hjá Kauptingi í Bretlandi fekst við, var at fíggja fótbóltsspælarar. Her hevði bankin brúkt 16 milliónir pund, skriva Morgunblaðið. - Vit vita einki enn, men hava skilt, at eisini aðrir áhugaðir keyparar eru til teir seks partrolararnar, sum vóru partur av Maru Seafood samtakinum, sigur Jóhan Páll Joensen Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki nøkur hugalig sjón, ið møtir tær, tá tú koyrir framvið Fjøruvegn­ um í Runavík og hyggur norðuryvir. Innast í havnini og beint undir havnaskriv­ stovuni í Saltangará liggja teir seks partrolararnir, sum til fyri stuttum vóru partur av Maru Seafood samtakin­ um í Klaksvík. Teir fóru allir undir hamaran, og Før­ oya Banki eigur nú skipini. Hesi skip vóru høvuðs­ grundarlagið undir ráfiska­ tilgongdini hjá stórum parti av Maru Seafood samtakin­ um, sum hevur fiskafram­ leiðslu á Kósini í Klaksvík og Norðís Seafood á Eiði. Hvussu verður við hesum seks skipunum, sum nú eru ogn hjá Føroya Banka, veit eingin – heldur ikki maðurin og reiðarin, sum áður hevur verið nevndarformaður í Føroya Banka. ­ Nei, vit vita einki, og eg havi higartil einki merkt til, at vit fara at fáa hendur á skipunum aftur – hesum skipum, sum høvdu so stór­ an týdning fyri okkara virk­ semi. Jóhan Páll Joensen veit at siga, at hann framvegis er áhugaður í at keypa skipini aftur frá bankanum, um hetta gerst møguligt, men í løtuni sigur hann seg slett ikki duga at meta um, hvussu útfallið verður. ­ Eg havi skilt, at fleiri áhugaðir keyparar eru, og eitt nú skilji eg, at áhugi bæði er í Suðuroy og Sand­ oynni. Reiðarin og fyrrverandi nevndarformaðurin í Føroya Banka sigur, at bankin helst fer at taka ta avgerð, sum leiðslan heldur er hin rætta. ­ Tíðin gongur við rúk­ andi ferð, og vit fara at gera, hvat vit kunnu fyri at keypa skipini aftur, sigur Jóhan Páll Joensen. Hini sigla Undir hattinum hjá Maru Seafood eru eisini línuskip­ ini, Fugltúgvan og Grani, og reiðarin sigur, at hesi skip eru til fiskiskap í løtuni. Spurdur, hvussu tengd at restini av fyritøkuni hesi skip eru, sigur hann, at Maru Seafood er ein hattur, um vit so kunnu siga, men hann leggur aftrat, at hesi skip kunnu hóra undan, um væl vil til. Jóhan Páll Joensen sigur, at virksemið á Kósini í Klaksvík og Norðís Seafood á Eiði er lítið, nú ráfiska­ grundarlagið er so nógv viknað. ­ Vit hava arbeitt nakað av saltfiski á Kósini og eitt sløð av hýsu á Eiði, so tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at virkini beinleiðis eru stongd. Hann sigur, at útboðið av fiski ikki hevur verið so stórt seinastu tíðina, og tí er heldur ikki væntandi, at tað nógva fiskaarbeiði verður á Kósini og Norðís Seafood. ­ Enn hava vit vónir um at finna eina loysn fyri sam­ takið, men í løtuni er ógjør­ ligt at siga, hvussu verður, sigur Jóhan Páll Joensen. Fleiri áhugaðir keyparar Hetta er ikki nøkur hugalig sjón – seks partrolarar í Saltangará, sum Føroya Banki nú eigur. Sum skilst, er ikki so lítil áhugi fyri at keypa skipini aftur frá bankanum Mynd: Vilmund Jacobsen - Enn hava vit vónir um, at onkur loysn er fyri framman, men í løtuni er ógjørligt at siga, hvussu verður, sigur Jóhan Páll Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen