týsdagur 25. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 227 - 25. november 2008
vinnukronikk
Hanus Kamban
Yesterday upon the square
I met a man who wasn´t there
Skapa journalistar veruleikan?
Í vár framførdi ein bólkur av sjónleikar
áhugaðum ungfólkum, sum rópa seg
HUÐRAR, tann klassiska leikin Othello,
ið sum kunnugt er eitt av høvuðsverku
num eftir William Shakespeare.
Bæði uppseting, koreografi og í stóran
mun eisini leikur, øll tann stranga,
minimalistiska snaringin við einum
dansara, sum fer reyðklødd eftir gólvinum
og gevur allari upplivingini sín serliga
symbolska dám og veftur – tryggjaði
framførsluni høga dygd, og eitt heiðurs
pláss á eini stevnu nakað seinni í Riga í
Lettlandi. Leikurin, í hesi framførslu og
uppseting, er nú á veg víðari út í heimin.
Í eini stuttari samrøðu í Kringvarpi
Føroya datt tað undirritaða, hvørs týðing
varð brúkt í hesi Othellouppseting, av
munni, at journalistar skapa veruleikan.
Orðini vaktu ans, og eg upplivdi nú tað
fyri ein rithøvund bæði áhugaverda (og á
ein hátt positiva), at einstøk føroysk um
boð fyri fjølmiðlastættina tað fjórða stats
valdið, sum hon rópar seg – blivu í øðini.
Ein gomul sannroynd
Henda vreiði um eina heldur sakleysa
útsøgn tóktist bæði undranarverd og
tankavekjandi. Tí tann áskoðan, at journal
istar ikki, sum ein spegil, endurgeva
veruleikan, men tvørturímóti skapa sín
serliga tykisveruleika, sum teir so borð
reiða við, hevur verið frammi millum
upplýst fólk í minst ein mansaldur.
Í roynd og veru er hon nógv eldri, sum
ein av tykisveruleikans mætastu
meistarun, Joseph Goebbels, er eitt framúr
gott dømi um.
Kanska kundi eg skundað mær at nevnt,
at henda útsøgnin um journalistar og
veruleikan, søgd í sambandi við Othello,
sjálvsagt ikki er mín egna. Tann danski
gudfrøðingurin Johannes Sløk læt á sinni
geva út teir mætastu leikirnar eftir
Shakespeare, í síni egnu umseting, við
formæli og viðmerkingum. Í síni sera
klóku og vitugu Othelloumrøðu nevndi
Sløk, at persónurin Iago, sum medvitin
mýtuskapari, er sera modernaður og
peikar fram ímóti nútíðar journalistikki.
Tað spíska fyndorðið
Men sjálvsagt er ein slíkur máti at orðbera
seg, í sínum sniði, skyldur við fyndarorðið
ella orðatakið. Og fyndarorðið – “evigt
ejes kun det tabte” ella “frailty, thy name
is woman”, fyri bara at taka fram tvey
dømir er í sínum kjarna í ein vissan mun
foreinklað, umboðar, kunnu vit siga, eina
spískan av veruleikanum.
Tann tykisheimur, sum vit lesarar,
lurtarar og hyggjarar liva í í dag, er
skaptur, fyrst og fremst av fjølmiðlunum,
men eisini av tí politiska og búskaparliga
valdinum, av fordómum, av okkara tørvi á
mytum og ivaleyst mongum øðrum
fyribrigdum. Og óneyðugt er at leggja
aftrat, at sjálvsagt finnast dugnalig og
nærløgd blaðfólk, sum leggja seg eftir
dýpdarjournalistikki, eftir at beina fyri
mytum og eftir at geva teirra egnu stætt
mótspæl.
Men dømini um tað slag av virtual
reality, sum nútíðar fjølmiðlar skapa, og
ta vídd av ávirkan á okkara lagnu, hesin
sjálvsagt bæði banali og rái
journalistanna skaldskapur hevur, eru
legio.
Hvørjum tænti Monica Lewinsky?
Hvør minnist ikki Monicu Lewinsky? Í
nøkur ár var henda – í fjømiðlahøpi
týdningsleysa kvinnan á øllum varrum, á
øllum blaðteigum, í øllum vørpum?
Orsøkin til hetta var tann einfalda sann
roynd, at forsetin í USA sum tá var og
kona hansara, sum var ráðharri, høvdu sett
sær sum mið at lyfta landið upp úr tí
reaganska barbarínum, og m.a. skapa ein
nútíðar almannapolitikk og royna at geva
tubbaksídnaðinum mótspæl.
Kapitalur og afturhald settu føtur í
spenni fyri at forða fyri hesum framburði,
og straks var at kalla allur fjølmiðla
heimurin, serstakliga í USA, til fals –
fúsur at tæna egináhugamálum, sum í
evstu syftu hildu USA føstum í sama
avoldaða, asosiala samfelagsformi, sum
tess borgarar enn eru dreivaðir í.
Ella tak gongdina í okkara egna lítla
landi og hjá okkara brøðratjóð í útnyrð
ingi? Tað hevur verið ein grundfest
hugsan, serliga millum tjóðskaparfólk, at
hendi okkurt ringt, kom ein kreppa, ella
var varutrot, ella gekk tað ov striltið við
framburði av tjóðskaparligum ella
ríkisrættarligum slag, so var orsøkin at
finna í Danmark, tí – “danin var fanin”.
Men veruleikin er ein heilt annar. At
Danmark er ein gomul kolonitjóð, hetta
vita vit, og at ávís eyðkennir, ein feril, og
viðhvørt meira enn ein feril, av preussara
anda, loðar upp við, er somuleiðis greitt.
Men sum heild eru Ísland og Føroyar
heimsins hepnastu fyrrverandi hjálond.
Føroyar hava sum heild altíð fingið ta
viðferð, vit føringar hava ynskt.
Kollrenning innanífrá
Ísland fekk heimastýri í 1904, og
íslendingar siga sjálvir, at teir tá fingu
meira, enn teir bóðu um. Ísland fekk
somuleiðis fullveldi tann 1. desember
1918, og hetta ríkisrættarliga kvantlop
varð avgreitt og fullført, áðrenn Woodrow
Wilson fór undir sínar samráðingar í
Versailles, har grundreglan um tjóðanna
sjálvsavgerðarrætt varð sett fram.
Danmark gekk, nú heimurin royndi at
ganga inn í eina modernaða tíð har
politiskt frælsi og tjóðskaparligur og
málsligur samleiki fylgdust at undan
sum eitt lýsandi fyridømi. Og kortini tøssa
og tvagla bæði vit føringar, og somuleiðis
okkara brøður og systrar í útnyrðingi, enn
í tykisveruleikans tanka um hjálandaveldi
og imperialistiska kúgan.
Tað gav at bíta nú ein dagin, tá ið ein
íslendskur andstøðupolitikari, staddur í
Føroyum, í sambandi við ta vanlukku,
sum hevur rakt hansara land, minti á, tá
danski kongurin í árinum 1662 “við byrsu
hótti íslendingar til at góðkenna eina
handilin”.
Hvat hugsar hesin maður fyri sær? Átti
hann ikki, heldur enn at draga fram
ræðumyndir, riptar úr einum 350 ára
gomlum samanhangi og av tí sama
toygdar væl og virðiliga úr lið, at sett
fingurin á málsins sára kjarna: at land
hansara er kollrent innanífrá, av
heimligum fíggjarprinsum hjálptum av
landsins stjórn?
Vandin við hugmyndafrøði
Vandin við at íðka mytologiska hugsan, í
kreppustøðum og kanska serliga í tíðini,
áðrenn slíkar støður taka seg upp, tykist
týðiligur. Bæði í tíðini áðrenn Føroyar
fullu í 1992 og í árunum undan Íslands
falli nú í heyst, vísti danin okkum
fyrrverandi hjálondum samhuga og
ábyrgdarkenslu. Upp í gjøgnum 80árini
komu á hvørjum ári góð ráð og ávaringar
frá kønum fakfólkum á Flatlondum. Og
longu stutt eftir aldarskiftið fóru donsk
bløð at varskógva og ávara íslendingar.
Hóast hetta var gjørt av góðum huga og
var dømi um sannan norðulendskan – ein
hevur næstan hug at siga: norrønan
samhuga, varð tað kveistrað til viks. Vit
vistu betur. Íslendingar vistu betur. Tað
skuldu eingir uppgjørdir junkarar koma og
fortelja okkum nakað ella læra okkum at
fáast við pengar og búskap. Tí – “danin
var fanin”! Og – vóru teir ikki bara
øvundsjúkir?!
Avleiðingin var, at bæði londini blivu
kollrend, Føroyar í 80árunum í farnu øld
av vinnulívsmonnum, bankum og
politikarum í felag, Ísland tey seinastu
árini av einum nýggjum fyribrigdi, tí
hugprúða, reypandi fíggjarbaróninum.
Hvørki vit ella okkara íslendsku
frændur lurtaðu eftir góðum ráðum, og
samstundis høvdu vit ta rótfestu hugsan,
at danin var – meira ella minni – rótin til
alt ilt. Vit norðuratlantsbúgvar vórðu tí
feldir innanífrá og endaðu liggjandi,
løstaðir og bløðandi, á harðari hellu og so
beint fram eftir rommum.
Eitt tankaeksperiment
Hvussu langt út vit kunnu vaða, førd bæði
av hugmyndafrøðiligari vanafestu og tørv
andi journalistiskari dýpd, sæst skilliga,
um vit gera eitt leysligt tankaeksperiment.
Í Føroyum er ein heilur herur av røddum,
sum halda seg kúrrar, tá kyrrindir eru,
men krúpa út undan klettum og steinum,
sum veggjalýs, so skjótt ein barrikada,
veri hon lítil og lág, hómast.
Hvar eru hesar røddir nú, tá ið okkara
brøður og systrar í útnorði missa størv,
ognir, hús og heim? Hví henda tøgnin?
Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss at
spurt, hvør hevur komið okkara frændum,
vanligum familjum við húsi og børnum og
eyðmjúkum dreymum um lukku, út í
óføri? Og hvar høvdu hesar røddir verið,
um tað bara í minsta mun bar til at siga, at
danskurin – og ikki ein fíggindi innan
lendis hevði framt tjóðarmorð í einum
gomlum hjálandi?
Men sjálvsagt er hetta mál bæði størri
og djúpari. Ein partur av uppgávuni hjá
einum fjórða statsvaldi, um nakar dugur er
í tí, er viðhvørt at steðga á og eygleiða
hendingar og rák burturi sum heima úr
einum víðari perspektivi, ella peika á eitt
Einkisins
riddarar
Staturin er endaður sum tænari hjá eini stætt, sum
ikki skapar virðir, men fíggjarligar sápubløðrur, sum
– í tí tær bresta – týna milliónir av mannalagnum
Paul Krugman, nobelvinnari, førir fram, at demokraturin Franklin D. Roosevelt
skapti ta amerikonsku miðalstættina. Tað fall Reagan og Bush í lut at beina fyri somu
stætt