Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 227 - 25. november 2008 ástøði, sum kann hjálpa okkum, lurtarum sum lesarum, betur at skilja, hvat fer fram. Tíbetur finnast ymsastaðni í heiminum miðlafólk og rithøvundar, sum megna hetta. Men heima hjá okkum er slík perspektivering sum lundi á jólanátt. Ránsríkið Latum okkum royna at hyggja eitt sindur betur at búskaparkreppuni og hennara avleiðingum fyri m.a. USA og Ísland. Í USA hava gløggir og víðskygdir búskapar­ frøðingar rakt upp partar av hesi fjøl­ streingjaðu fløkju, teirra millum George Soros og Paul Krugman, sum varð umrøddur í hesum blað í januar, og sum nú í heyst fekk nobelvirðislønina í búskaparfrøði. Í bók síni The Conscience of a Liberal, 2007, vísti Krugman á, at USA sum modernaður statur varð skapt í Roosevelt­ tíðini. Sosiallóggáva, stuðul til verkafeløg og tær sámiligaru lønir, sum hesi feløg fingu tingað seg til, góvu USA, á fyrsta sinni, eina miðalstætt. Tað fall teimum republikansku forsetunum Reagan og Bush yngra í lut, m.a. við skattalættum og illvilja móti sosialum skipanum og móti fakfeløgu­ num, at syndra hesa miðalstætt av borgarum. Henda syndran er ein av mongum grundum til kreppuna, sum hevur rakt USA, tí fólk í eini niðurpíndari stætt kunnu sjálvsagt ikki, tá ið tey eisini missa sítt arbeiði, rinda lán og leigu. Og tí falla bankarnir. Tað er tann friedmanska nýliberalisman, sum her bítur seg sjálva í stertin. Ein annar í liðinum av vitugum og samfelagsliga medvitnum búskapar­ frøðingum í USA er James K. Galbraith, hvørs bók The Predator State kom út fyri stuttum. Galbraith er úr góðum bergi brotin. Faðir hansara er John Kenneth Galbraith, kendur fyri bøkurnar The Affluent Society, 1958 og The New Industrial State, 1967, javnlíki hjá Keynes, ein lýsandi intellektuellur og tað mætasta navnið á búskaparøkinum í síni tíð. Barónsins tænari Galbraith eldri hevði ta áskoðan, at gongdin í einum ríki sum USA, eisini tann búskaparliga, var treytað av eini útjavn­ andi (“countervailing”) togan millum tríggjar maktir: kapitalin (big business), fakfeløgini (big labour) og ríkið (big government). Galbraith yngri førir í síni nýggju bók fram, at í dag eru í USA hesi trý valdini burtur, verkafeløgini eru avmaktað og kúgað, staturin er gjørdur til amboð hjá privatum egináhugamálum og kapitalurin er, sum virðisskapandi kraft, eisini avrøktur. Og inn á tann tóma pallin er komin ein nýggj stætt, fíggjarbarónarnir, sum hava: sett sær fyri at hertaka statin og reka hann, ikki sum ideologiska verkætlan, men heilt einfalt á ein hátt, sum kann veita teimum, sum einstaklingum og sum bólki, teir mestu pengarnar, tað minst órógvaða valdið, og tann mesta møguleikan fyri bjarging, um okkurt skuldi gingið galið. Og her kemur tað mest áhugaverda í ástøðinum hjá Galbraith yngra. Tí, sigur hann, staturin er ikki horvin, hann er bara – í teirri merking, at hann fyrr var ein stovnur, sum hevði ábyrgd av sínum borgarum – ikki til longur. Luftpengar Staturin er broyttur, so at hann ikki longur er fólksins umboð og stovnur, men í staðin fyri amboð og jarnbrot hjá the financier, fíggjarbaróninum. Staturin er tænari hjá eini stætt, sum ikki skapar virðir, arbeiði ella framleiðslu, men – sum Enron­gølan er dømi um – luftpengar. Karl Marx, sum fyri 140 árum síðani skilti tað, sum nú fer fram, gav hugsjónini ­ um hetta orðið kann brúkast um eina so dubiøsa stevnu – hjá hesi stætt navnið “likviditetsfetisjisma”. Henda stætt hevur í roynd og veru onga mentan, eingi virðir, ongan tjóðskap, onga trúgv, einki mið – uttan tað at margfalda sín likviditet og at halda fram í allar ævir (um tað ber til) við hesi deyðu, keðsomu og ókreativu margfaldan. Einkisins riddarar Skaldini hava altíð kent hesar einkisins riddarar. Jago segði um seg sjálvan: “Eg eri – sært tú – ikki tann eg eri”. Í sínum verki Ringanna Harri sipar Tolkien neyvt til einkisbarónarnar, tá hann lýsir “ringhamirnar” ella greiðir soleiðis frá, tá ið Saruman, tann svikafulli gandakallurin, doyr: rundan um líkið av Sarumani savnaði seg ein grá toka; hon reis spakuliga høgt móti himli sum roykur frá einum báli og dagaði yvir Heygnum sum ein bleikur skapningur sveiptur í eina líkverju. Eina løtu flákraði hon og vildi reka í ein vestan; men úr vestri kom ein kaldur vindur, og hon boygdi seg undan, og við einum suffi loystist hon upp í einki. Ríkið, soleiðis sum Galbraith lýsir tað, tænir ikki longur menniskjum ella hobbum, men ó­manninum á torginum, Iago, Saruman. Hetta er orsøkin til, at stjórnir og ríkisleiðarar, í USA, og møguliga eisini í Íslandi, ikki síggja tað sum sína uppgávu at hjálpa tí almúgu, sum nú er fallin fram á grúgva, men í staðin bara at bjarga teimum, sum hava framt vanlukkuna. Framt hana, væl vitandi, at teirra vinir og tænarar í politikki og stjórn fóru at taka um endan, um hasardspælið miseydnaðist. Sambært Galbraith er hetta eitt rák, sum nú er at síggja í stórum pørtum av heiminum. Best vard ímóti hesum búskaparlig døtti niður í tað svarta holið eru sambært honum Norðurlond, við teirra javnaðarhugsan, fakfeløgum og sosiallóggávu. Um skansin fer at halda, hetta kann eingin spáa um. Kreppan kann gerast drúgv, hon er víðfevnd, og so ella so eru eisini Europa og Norðurlond partar av tí eitraða fíggjarkervinum. Friedman-hjartað Men tað tykist greitt, at tað stóra takið hjá okkara brøðrum og systrum í útnorði verður frameftir at koma sær burtur úr tí amerikansku hálkuni og aftur gerast partur av tí norðurlendsku skipanini, har samhaldsfesti enn verður mett sum eitt virði, har ekta tjóðskaparkensla enn er til, og har tað ikki verður loyvt sjálvsøknum fíggjarprinsum, við teirra høpisleysu kapital­fetisjismu, at spæla, ótálmaðir, við lívi og lagnu hjá landsins borgarum og hjá tjóðini. Har tað – sum fólk við vanligum gonguviti altíð hava fatað, men menn sum Bush ella íslendskir ríkisleiðarar ikki hava skilt – verður mett at vera høpisleyst at lata fíggjarstovnar skylda tíggju ferðir so nógv, sum teirra ríki eigur. Men sjálvsagt hevur málið eisini eina moralska síðu. Við rótina á okkara tíð, hennara kreppu og krampatøkum, stendur búskaparfrøðingurin Milton Friedman. Sami maður var ráðgevi hjá fascistinum og mannapínaranum Augusto Pinochet. Hevur fíggjarbarónurin nakað hjarta, so er tað hansara. Og tað er svart. Ráðini, til teir íslendsku nýliberalistar, sum trúliga hava tænt einkisins riddarum, og til teir føringar, sum framvegis dárast av gandinum frá nýliberalismuni, eru: Sleppið tykkum av við tað svarta Friedmann­hjartað. Tað gamla norrøna, hvørs sløg eru treytað av veruligum lívi og veruligum blóði, roynist betur. James K. Galbraith, professari í búskapi. “Staturin er endaður sum tænari hjá eini fíggjarstætt, sum ikki skapar virðir ella framleiðslu” Saruman, tann svikafulli gandakallurin í Ringanna Harra, myndar neyvt tann modernaða fíggjabarónin: Einkisins riddarar skumpa tjóðir og samfeløg niður í tað svarta holið