mikudagur 26. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 228 - 26. november 2008
Føroyingurin Andrew
Hansen kendi seg
heilt sleptan upp á
fjall, tá hann fáar
tímar fyri fráferð við
Norrönu fekk at vita,
at skipið ikki sigldi til
Bergen hendan túrin.
Pengarnar aftur ella
ferð til Hanstholm
og so sjálvur syrgja
fyri ferðini víðari,
var boðskapurin frá
Smyril Line
TÆNASTA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Smyril Line hevur verið í
tungum
sjógvi
seinastu
tíðina, fyrst og fremst av
fíggjarligum ávum. Í so
máta valdi landið kortini at
bjarga felagnum, og frá 1.
januar verður rutan løgd
um soleiðis, at Bergen og
Skotland ikki longur verða
at finna í ferðaætlanini.
Men longu nú knípur við
at halda givin lyftir, og tað
mátti eitt nú føroyingurin
Andrew Hansen, sum í fleiri
enn 30 ár hevur búð í Noregi,
sannað. Hann skuldi við
Norrönu til Bergens seinasta
hósdag klokkan 17, men
stutt fyri døgurða sama dag
varð hann ringdur upp frá
Smyril Line við teimum
boðum, at Norröna ikki
sigldi til Bergens hendan
túrin vegna veður.
Hetta kom sjálvandi dátt
við hjá Andrew Hansen,
sum saman við konuni,
Inger Marie Hansen og abba
soninum, fýra ára gamla
SvenAndrew Vårdal, høvdu
verið heima í Føroyum og
vitja familjuna.
Eg fregnaðist so um,
hvat ið nú var at gera og
fekk at vita, at eg kundi fáa
peningin fyri ferðina aftur
goldna. Men hvat skuldi eg
við pengunum í Havn? Tað,
sum ráddi um hjá mær, var
at sleppa aftur til Noregs,
sigur Andrew Hansen.
Hann fekk tó eisini at vita,
at ferðaseðilin kundi nýtast
til Hanstholm, men tá mátti
hann sjálvur syrgja fyri
ferðini víðari til Noregs.
Eingin tænasta
Andrew Hansen er ógvuliga
ónøgdur við tænastuna –
ella rættari vantandi tæn
astuna – hjá Smyril Line.
Hann heldur ikki, at tað ber
til í 2008 at fara soleiðis
við fólki.
Eg bað um at fáa hesi
boðini skrivliga, tí eg ætli
mær ikki at sleppa málinum
uttan víðari. Eg boðaði
teimum á Smyrikl Line frá,
at eg fór at lata einum
sakførara málið, tað havi eg
gjørt, og eg bíði nú bara at
hoyra aftur frá honum, sigur
Andrew Hansen.
Hann sigur, at tað var
skrivstovan hjá Smyril Line
í Bergen, sum ringdi og
segði, at ferðaseðilin var
galdandi til Hanstholm, og
tey vóru sum so hjálpsom,
men søgdu seg kortini ikki
kunna útvega ferðaseðil
víðari til Noregs við Color
Line, og heldur ikki yvir
um til Svøríkis við Stena
Line, tí Andrew Hansen
hevði einki sum so ímóti at
koyra úr Svøríki yvir til
Moss í Noregi, har hann
býr. Men heldur ikki hetta
vísti seg at bera til.
Alt hetta endaði so við, at
Andrew Hansen sjálvur
mátti gjalda tað, tað kostaði
at sleppa úr Hanstholm og
upp til Moss í Noregi. Og
tað er hann ógvuliga harmur
um.
Tað er ov vánaligt, bara
at fáa bjóða pengarnar aftur,
tí hvat skuldi eg við teimum
í Havn? Tað sum umráddi
var hjá mær at sleppa aftur
til Noregs. Heldur ikki til
boðið um at bíða eina viku
fyri at sleppa heim aftur
kundi eg brúka til nakað,
serliga tí tá eg spurdi, um
tey kundu tryggja mær, at
Norröna sigldi næstu viku
søgdu tey, at tað kundu tey
ikki, sigur Andrew Hansen.
Ikki tað ringt
Hann heldur heldur ikki
nógv um undanførsluna, at
veðrið var so ringt.
Eg setti meg í samband
við versonin, sum arbeiðir
á einum boriplattformi, og
hann kundi siga mær, at
veðrið ikki var tað ringt.
Tað var faktisk nógv verri,
tá vit fóru av Bergen heim
til Føroya, sigur Andrew
Hansen.
So saman um tikið heldur
hann, at tað í allar mátar
hevur verið undir allan
kritikk soleiðis, sum tey
hava verið viðfarin av
Smyril Line.
Nú gevist Norröna so at
sigla til Bergens, og tað
skilji eg ikki heilt, tí hon
hevur verið á tremur við
ferðafólki
í
hvussu
er
summarhálvuna. Men sjálvt
um hon hevði hildið fram at
sigla til Noregs, vænti eg
ikki, at eg hevði farið við
Norrönu aftur, eftir ta við
ferð eg havi fingið frá
Smyril Line, sigur Andrew
Hansen.
Tænasta ókent fyribrigdi
Andrew Hansen saman við konuni, Inger Marie, og fýra ára gamla abbasoninum, Sven-Andrew Vårdal
Mynd: Jens Kristian Vang
Einskiljing og ferðaseðlaprísir
Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil í fyrispurningi til Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra, hava at
vita, hvørjar avleiðingar útsagnir hansara í Vinnuvitan kunnu fáa, har hann er endurgivin fyri at siga, at
partaeigararnir fáa all sín pening aftur, um tað almenna setir sær fyri at keypa partabrøvini í Atlantsflog aftur. Í
øðrum lagi vil hon vita, hvat hetta merkir fyri landskassan og privatu íleggjararnar. Í einum øðrum fyrispurningi til
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, spyr Annita á Fríðriksmørk, hvussu áðurnevndi ætlar at minka um
kostnaðin av ferðaseðlum á rutunum hjá Atlantsflog, sum hann í útvarpinum hevur sagt vera alt ov dýrar.
- Vit hava fastar
mannagongdir at
endurrinda avbrotnar
ferðir, tá hesar eru
byrjaðar. Og at tað er
kiksað í hesum føri-
num mugu vit taka á
okkara kappa, sigur
Jákup Sverri Kass,
marknaðarleiðari á
Smyril Line
TÆNASTA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á Smyril Line harmast tey
um, at tað eftir øllum at
døma er komin einhvør
misskiljing í í sambandi við
avlýsta túrin til Noregs hjá
Norrönu seinasta hósdag.
Vit plaga at dekka út
reiðslurnar, um so skuldi
verið, at ein túrur verður av
lýstur, eins og í hesum føri
num, sigur Jákup Sverri
Kass, sølu og marknaðar
leiðari á Smyril Line.
Politikkurin er ein annar,
um ferðin ikki er byrjað.
Um støðan var hon, at
viðkomandi
ferðamaður
skuldi byrja ferðina úr Havn
til Bergens seinasta hósdag,
og Norröna so ikki sigldi á
Bergen vegna veður, so
hevði viðkomandi antin fing
ið bjóðað peningin aftur,
ella fingið bjóðað aðra ferð,
sigur Jákup Sverri Kass.
Men av tí at Andrew
Hansen byrjaði sína ferð í
Noregi og tí skuldi heim
aftur, er støðan ein onnur,
og Smyril Line heldur í slík
um førum tær eyka útreiðsl
ur, ið mátti staðist av, at
onnur farleið verður nýtt.
Vit hava avtalu við Fjord
Line um at flyta ferðafólk í
slíkum førum, og tí harmast
vit um, at tað í hesum føri
num er hend einhvør mis
skiljing, og vit fara at taka
stig til at rætta hetta, sigur
Jákup Sverri Kass í stuttari
viðmerking.
Feilur frá okkara síðu
Jákup Sverri Kass.
Hetta mugu vit
taka á okkara
kappa