Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 228 - 26. november 2008 Politikarar vilja ikki tryggja fleiri túsund bileigarum, at teir fáa pengarnar aftur, hóast landskassin møguliga hevur snýtt teir. Greiðastu støðuna hevur Javnaðarflokkurin sum heldur, at politikararnir skulu halda fingrarnar vekk Alment snýt Áki Bertholdsen aki@sosialurin Hóast landskassin møguliga hevur snýtt fleiri túsund bil­ eigarar, vilja politikararnir í løgtinginum ikki lova at hjálpa teimum at fáa peng­ arnar aftur. Tað er niðurstøðan eftir fund í løgtinginum í gjár, har politikararnir viðgjørdi eitt uppskot frá Sjálvstýris­ flokkinum um at hjálpa 2000­3000 bilførarum, sum landskassin møguliga hevur snýtt. Tað er nýliga komið fram, at frá øll tey, sum hava keypt nýggjan bil frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava møguliga goldið ov nógv í mvg. Tað kemst av, at bil­ eigararnir hava eisini goldið mvg av skrásetingargjald­ inum, men nú er ført fram, at tað er ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjald­ inum og tað er eitt mál, sum nú verður viðgjørt í rættin­ um Vilja onki lova Nú vil Sjálvstýrisflokkurin hava, at løgtingið tryggjar, at allir bileigarar, sum møguliga hava verið fyri órætti av hesum, skulu fáa trygd fyri, at teir fáa peng­ arnar aftur, sum teir hava goldið ov nógv í landskass­ an. Sostatt vil flokkurin hava løgtingið at samtykkja, at í hesum føri skal víkjast frá fyrningrfreistini, sum annar er fimm ár. Samstundis vil flokkurin hava, at kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at TAKS ikki hevði heimild til at krevja mvg av skrásetingar­ gjaldið, skulu landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum og TAKS finna fram til allar hesar bileigarar, sum hava verið fyri órætti og at tryggja, at teir fáa pengarnar aftur. Men tað vilja politikar­ arnir ikki lova. Í viðgerðini í løgtinginum í gjár varð greitt, at tað er bara Sjálvstýrisflokkurin sjálvur, sum treytaleyst vil tryggja, at hesir bileigararn­ ir fáa pengarnar aftur. Politikarar úr øllum hin­ um flokkunum eru rættiliga ivingarsamir. Yvirhøvur vóru teir samdir um, at Løg­ tingið skal vara seg fyri at lóggeva á hesum øki, tí at hetta er ein spurningur, sum skal avgerast ímillum al­ mennu umsitingina í TAKS og fíggjarmálaráðnum og dómsvaldið. Ført varð fram, at teir borgarar, sum halda seg hava verið fyri órætti, kunnu stevna TAKS og vinna teir, fáa teir pengarnar aftur Ein av teimum, sum ikki vil lova bileigarunum hjálp, var Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldinum, tí hon helt, at her er talan um ein umsitingarligt mál, har landsstýrismaðurin í fíggj­ armálum má tryggja, at tað verður viðgjørt rætt. Klárar hann ikki tað, kann løgting­ ið viðgera um landsstýris­ maðurin hevur røkt sína uppgávu og í ringasta føri kann tað elva til eitt misálit á hann. Karsten Hansen úr Mið­ flokkinum vísir á, at málið er í rættinum og tað hevur verið siður ikki at blanda seg út í viðurskifti hjá dóms­ valdinum. ­ Tann, sum heldur seg vera fyri órætti hevur møgu­ leika at leggja tað fyri dóms­ valdið og har verður so av­ gerðin tikin. John Johannessen úr Javn­ aðarflokkinum, sum altso er floksfelagi hjá landsstýr­ ismanninum í fíggjarmál­ um, hevði eina heilt greiða støðu og tað var, at løgtingið skuldi halda fingrarnar vekk. ­ Javnaðarflokkurin sær hetta sum eitt stríð ímillum ein fyrisitingarligan mynd­ ugleika og nakrar borgarar. ­ Hetta er ein spurningur, sum kann og skal avgreiðast av dømandi valdinum. ­ Løgtingið skal taka sær av at smíða lógir, sum eru greiðar fyri samfelagið og slík mál eiga at avgreiðast av dømandi valdinum og tí ætla vit ikki at blanda okkum upp í tað dømandi valdið Eisini Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokk­ inum vóru rættiliga ivingar­ samir. Jóannes Eidesagaard, landsstýrismaður í fíggjar­ málum, var ikki í Løgting­ inum í gjár og tók sostatt ikki lut í viðgerðini. Og hóast fleiri royndir, hevur ikki borið til at fáa samband við hann fyri at fáa eina viðmerking frá honum. Kári á Rógvi hevði var­ hugan av, at summir politik­ arar spekuleraði í, at teir vildu ikki tryggja, at alllir borgararnir fáa pengarnar aftur, tí tað er bíligari at koyra øll mál í rættinum, tí tað vera so fá, sum gera vart við seg. ­ Men slíkan moral kann tað almenna ikki hava, helt Kári P. Højgaard. Handverkarar trupulleika við endurútbúgving Í august í fjør mistu føroyingar møguleikan at luttaka á sonevndu AMU­eftirútbúgvingarskeiðum í Danmark. Av tí at handverkaravinnan í stóran mun hevur nýtt hetta tilboðið, er tað ein stórur trupulleiki, at vinnan nú er avskorin frá hesum. Tað heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna úr Tjóðveldi, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyrispurning um, hvat hon ætlar at gera við trupulleikan. Tjóðveldistingkvinnnan heldur, at hetta gongur beinleiðis ímóti støðuni, sum hon annars er á útbúgvingarøkinum, har føroyingar hava atgongd til útbúgvingar í Danmark og hinum Norðurlondunum, eins og danir og norðurlendingar annars hava atgongd til útbúgvingar í Føroyum. Bjørt Samuelsen vísir á, at danski undirvísingarmálaráðharrin, Bertel Haarder, í svari til Sjúrð Skaale á Fólkatingi hevur upplýst, at hann vildi kanna møguleikan fyri at lata føroyingar og grønlendingar keypa sær pláss á AMU Løgtingslimir vilja ikki tryggja, at einir 2000-3000 bileigarar, sum møguliga hava goldið alt ov nógv í mvg av bilinum, skulu fáa pengarnar aftur Tað er nýliga komið fram, at frá øll tey, sum hava keypt nýggjan bil frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava møguliga goldið ov nógv í mvg av bilinum. Tað kemst av, at bileigararnir hava eisini goldið mvg av skrásetingargjaldinum, men nú er komið fram, at tað møguliga ikki er lógligt at krevja mvg av skráseting­ argjaldinum. Málið er lagt fyri Skatta­ og avgjaldskærunevndin, sum er hægsti fyrisiting­ arligur myndugleiki hjá TAKS og nevndin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum. Men hesum er TAKS ikki samt í og tískil er málið lagt fyri Føroya Rætt, men har er dómur ikki fallin enn. Fær TAKS ikki viðhald frá dómsvaldinum, er greitt, at talan er um einar 2000­3000 bileigarar, sum tilsamans hava goldið einar 120 milliónir ov nógv í mvg av bilum, teir hava keypt hetta umrødda tíðarskeið. Sjálvstýrisflokkurin hel­ dur, at ein grund til, at mál­ ið verður drigið so langt út, er ein roynd at fáa tey allar­ flestu at fella fyri fyrningar­ freistini, so at TAKS sleppur undan at gjalda pengarnar aftur, hóast dómsvaldið skuldi komið til ta niðurstøðu, at ov nógv er kravt inn í mvg Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 32/2008: Uppskot til løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava gold­ ið meirvirðisgjald av skrá­ setingargjaldi Uppskot til løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi. § 1. Lógin hevur til enda­ máls at tryggja, at øll, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi verða líka viðfarin. Stk. 2. Hóast ásetingar í fyrningarlógini, lov nr. 274 frá 22. desember 1908 om forældelse, og aðrar fyrn­ ingarreglur, fyrnast ikki krøv um endurrindan av meirviðirsgjaldið, ið av órøttum er roknað og kravt av skrásetingargjaldi. Stk. 3. Tá ið endaligur dómur er sagdur um spurn­ ingin, hava landsstýrismað­ urin í fíggjarmálum og TAKS skyldu at tryggja øll­ um skattgjaldarum somu viðferð, serliga at finna og boða øllum skattgjaldarum frá støðuni og rinda aftur møguliga ov nógv kravt meirvirðisgjald, antin bein­ leiðis ella umvegis bilasølu. § 2. Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerð. Viðmerkingar Í øllum førum í tíðar­ skeiðnum frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava skattamyndugleikarnir helst kravt ov nógv frá føroyskum borgarum við uttan heimild at hava lagt meirvirðisgjald oman á skrásetingargjald. Hetta er staðfest í avgerð hjá hægsta fyrisitingar­ myndugleika á økinum, Skatta­ og avgjaldskæru­ nevndini, í úrskurði 25. oktober 2006 (mál 06­03­ 31­40). Tó at TAKS hevur endur­ rindað ólógliga kravda gjaldið í tí einstaka ítøkiliga málinum, hevur stovnurin ikki viljað viðfarið tað líka á líkan hátt – og noktar tí hundraðtals fólkum somu viðferð. TAKS eigur sjálvsagt at royna málið í rættarskipan­ ini, um mett verður, at niðurstøðan hjá kærunevndini er skeiv. Men slík prinsippviðgerð eigur at fara fram eftir góðum fyristingarsiði: 1) við at øll fráboðaði mál verða uppfylgd við fyrivarni um eftirkrav og við at bjóða hesum borgara frían rættargang, 2) við at allir borgarar í somu støðu fáa greitt at vita, at tá ovasti dómstólur dóm hevur felt, verða allir borgarar viðfarnir líka. Men TAKS hevur fingið átalu frá Skatta­ og avgjalds­ kærunevndini í úrskurði 26. mars 2008 (mál 07­03­ 33­16) fyri órímiliga at draga út og steðga viðgerð av málum. Bíða eftir dómsvaldinum Ongin hjálp til bileigarar