Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 228 - 26. november 2008 Minnini um gamlar dagar eru sannir dýrgripar hjá eldri og minnisveikum. Komandi ár kunnu eldri fólk og starvs­ fólk innan eldraøkið tekna seg til “meg minnist bólkar”, har arbeitt verður við gomlum minnum Eldrarøkt Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Minnið sveik tey minnis­ veiku. Men hetta merkir ikki, at tey hava gloymt. Djúpt inni í minninum liggur nevniliga lykilin til veruleikan hjá tí minnis­ veika. Ein lykil, sum við­ hvørt er torførur at fáa eyga á hjá teimum avvarðandi og hjá starvsfólkum innan eldraøkið. Ikki minst, tí fólk hava ikki tíð til at lurta eftir teimum eldru og minn­ um teirra. Poula Sørensen, sum starvast heiminum við Valla­ líð sum ítrivsvegleiðari og demenssamskipari, hevur tikið stig til eina verkætlan, sum fer at strekkja seg yvir alt árið komandi. Verkæt­ lanin, sum er ætlað eldri fólkum og starvsfólkum innan eldraøkið, byrjar við einum skeiði í januar, tá kapasiteturin innan økið, Ken Heap, kemur til Føroy­ ar at leggja lag á. Hann hev­ ur drúgvar royndir og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. Á skeiðinum greiðir hann frá arbeiðinum við minnisbólkum, og hví minnisarbeiðið er so gott fyri sálina. ­ Í verkætlanini hittast eldri fólk í bólkum, har tey sleppa at fortelja um minnir frá einum longum lívi. Tað at minnast og at tosa um minnini hevur stóran týdn­ ing fyri samleikan, trivnaðin og tryggleikan hjá eldri fólkum, sigur Poula Søren­ sen, sum vísir á, at verkæt­ lanin er bæði ætlað eldri fólki sum heild, og teimum, sum longu eru dement. Brúk fyri sosialari samveru Verkætlanin er eisini ein avleiðing av, at tað verða alt fleiri pensionistar í Føroy­ um, og harvið hækkar talið av dementum. Í hesum sam­ bandi greiðir Poula Søren­ sen frá, at nógv eldri fólk eru sera aktiv, meðan onnur koma ikki út millum fólk longur. ­ Men øll hava tey tað í felag, at tey hava livað eitt langt lív, har tey hava upp­ livað bæði eitt og annað. Og vit hava øll brúk fyri at tosa við onnur um uppliv­ ingar, vit hava havt og at vera í sosialari samveru við onnur, greiðir Poula Søren­ sen frá. Eisini forklárar hon, at gerandisdagurin hjá teim­ um ungu er so pressaður, at tey hava ikki stundir at sita og lurta eftir ‘søguni’ hjá foreldrum ella ommum og abbum. Ofta er tað eisini tann sama søgan, sum gong­ ur aftur og aftur. Hetta ger, at tey eldru kunnu sita eftir við einari kenslu av ikki at vera nóg áhugaverd ella at vera til ampa ella fortreð. Møtast javnan gjøgnum árið Ætlanin við verkætlanini, ið sum sagt varir í eitt ár, er at seta á stovn minnisbólkar við eldri, undir leiðslu av starvsfólki. Ígjøgnum árið hittast tey eldru í bólkunum nakrar tímar aðruhvørja viku ella eina ferð um mán­ aðin. Bólkaleiðararnir hitt­ ast eisini eina ferð um mánaðin. Í juni kemur Ken Heap aftur til Føroyar við íblástri og fyri at taka sama­ num. ­ Við hesari verkætlan verður ein nýggjur háttur at vera um tey eldri uppá, veruleiki. Tað eg veit av, hevur júst hesin háttur ikki verið royndur áður í Føroy­ um. So tað er við bjart­ skygni, at eg fari til verka. Tað er ikki á hvørjum degi, at pensionistar fáa eitt slíkt tilboð, sigur Poula Søren­ sen, verkætlanarleiðari. Gomul minni fram í ljósið Facebook mennir børn Kanningar í USA vísa, at tað er mennandi fyri børn og ung at sita frammanfyri telduskíggjanum. Facebook, messenger, spøl á netinum og so framvegis, eru ­ saman við fartelefonini  ein týðandi partur av menningini hjá børnum og ungum. Tað er tískil ein misskiljing, at tað bert er tíðarspilla at sita á frammanfyri telduskíggjan. Kanningin er gjørd yvir trý ár, og 800 børn og ung eru við í kanningini. Í kanningini kemur millum annað fram, at tekniska vitanin og sosiala vitanin, ið eru alsamt meira viðkomandi í heiminum í dag, verða stórliga ment av at sita á netinum. Kanningin vísir eisini, at børnini mest nýta Facebook og Messenger til at halda samband við vinirnar í veruliga heiminum, men eisini læra tey nýggj fólk at kenna, ið hava somu áhugamál sum tey. Sambært kanningini er tað eisini soleiðis, at børnini hava ein trupulleika við skúlanum, tí hann ikki er førir fyri at fylgja við nýggju tíðini. ­ Tað er umráðandi, at skúlarnir megna at fylgja við teknisku menningini, tí tað gongur so skjótt fyri seg í digitala heiminum, siga vísindafólkini aftanfyri kanningina. Hetta er helst ein kanning foreldur fara at hata og børnini at elska, skrivar www.berlinske.dk Tað at minnast og at tosa um minnini hevur stóran týdning fyri samleikan, trivnaðin og tryggleikan hjá eldri fólki. Modelmynd Nú er alt bara minnir.. Foto: Tilvildarligar myndir