mikudagur 26. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 228 - 26. november 2008
Tann dagin, tá
valevnislistarnir
skuldu latast inn
til valið til Kvívíkar
kommunu, vóru
nøkur valevnir, ið
kendu at onkur
forðaði teimum at
stilla upp
Kommunuval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sambært Soffi Egholm,
kommunustýrislimur í Kví
vík, gekk alt ikki fyri seg,
sum tað átti, tá vallistarnir
skuldu latast inn til komm
unuvalið í Kvívík.
Eg og ein annar gjørdu
listan. Men hálvan tíma
áðrenn listin skuldi inn,
fekk eg av tilvild at vita, at
listin var broyttur, soleiðis,
at tað blivu til tveir listar. Tí
var tað uppá eitt hangandi
hár, at vit fingu okkara lista
inn til tíðina, sigur Soffi
Egholm.
Tórarin
Didriksen,
Kommunustýrislimur, metir
at tað veruliga var í seinastu
løtu, at tey fingu listan inn.
Høvdu vit fýra á listan
um ikki av tilvild sitið í
sama rúmi, so hevði ongin
kjansur verið at náa at fáa
listan inn. Tá vit fóru eftir
stillarum, so var enntá onk
ur, ið stóð undir brúsuni og
mátti skriva undir sum still
ari í berum undirbuksum,
greiðir Tórarin Didriksen
frá.
Tummas Marni Joensen,
valnevndarformaður, váttar,
at ein listi er komin í sein
astu løtu til hansara.
Seinkaðu arbeiðinum
Høvdu vit alla tíðina vitað,
at tað skuldu verið tveir
listar, so hevði ongin trupul
leiki verið, men at tey fáa
okkum at halda, at tað er
ein listi, fyri síðani at koma
við einum øðrum lista, har
vit ikki eru við, meti eg
vera ótrúligt, sigur Soffi
Egholm. Hon leggur afturat,
at hon føldi tað á sær, at
okkurt ikki ruggaði heilt
rætt, men at hon hevði álit
á, at vaksin fólk ikki fóru at
gera tílík ting.
Hini vistu onki
Soffi Egholm greiðir eisini
frá, at eitt valevni, ið var
statt í Havn, Óli Hans
Olsen, so seint sum klokkan
16:40, sum listin skuldi lat
ast inn klokkan 18.00, tann
21. oktobur, ikki visti, at tal
an var um ein lista.
Eg fekk at vita, at tað
bara var ein listi. Eg haldi
eg var seinastur at koma
upp á listan, og eg fekk at
vita, at Soffi Egholm eisini
var á listanum. Hinvegin
kannaði eg ikki listan, tá eg
fekk hann í hondina, so tað
kann gott vera, at eg ikki
havi kannað støðuna nóg
væl, tá eg skrivaði undir,
sigur Óli Hans Olsen. Sum
leggur afturat, at hann ikki
hevði stilla upp. Um hann
visti at Tórarin Didriksen
ið er av Válinum, á sama
hátt sum Óli Hans Olsen
stillaði upp. Tí hann helt, at
onkur mátti vera av Válin
um, ið stillaði upp.
Onki var gali
Anni Isaksen, ið eisini var
stillað upp til kommunu
valið, men á hinum listan
um, dugir ikki at síggja, at
nakað skeivt er farið fram.
Um fólk siga, at tey ikki
vóru klár yvir, at tað vóru
tveir listar, so pella tey, sig
ur Anni Isaksen. Hon metir
eisini, at hon skal lata Soffi
Egholm siga sína søgu, og
ikki siga ov nógv, tí fólk eru
helst greið yvir, hvat er satt
í málinum. Meira vil Anni
Isaksen ikki siga, og vísir
til Heina Holm, fyrrverandi
borgarstjóra, sum eisini var
stillari á tí listanum, sum
Soffi Egholm ikki var á at
enda.
Ein stillari
breyt listan
Magnus Svarthamar, var
eisini uppstillaður á listan
um, har Soffi Egholm og
Tórarin Didriksen vóru á.
hann metir alla hendingina
vera keðiliga.
Tað vóru 11 limir á ein
um felagslista, men so breyt
Heini Holm listan, tí hann
vildi ikki, at Tórarin Didrik
sen kom á hann. Vit vóru í
tíðarneyð,
men
kláraðu
tíbetur at fáa listan inn til
tíðina, sigur Magnus Svart
hamar. Sum heldur tað vera
skeivt, at ein ávísur stillari
skal kunna forða fyri, at ein
maður sleppur at stilla upp.
Hann greiðir eisini frá, at
hini fólkini á listanum,
hann var á, fluttu lista, tí
tey ikki kundu stuðla tí, ið
gekk fyri seg.
Kæra send
Soffi Egholm hevur í sam
band við hesar hendingar,
ið hon metir vera farnar
fram, til kommunuvalið í
Kvívik, sent Innlendismála
ráðnum eina kæru, um alt,
ið fór fram tann dagin, tí
hon metir, at tingini, ið eru
farin fram, eru ódemokrat
isk og ikki søma seg í einum
rættarsamfelagið.
Fólk á listanum, har
Heini Holm var stillari,
hava eisini greitt frá, at
felagslistin ikki var nakað,
ið var ætlanin alla tíðina,
men heldur nakað, ið skuldi
koma, tí semja var um tað,
og at tey ikki ordiliga vita,
hvat síðani hendi. Tey
greiða eisini frá, at Heini
Holm hevði spurt tey, um
tey vildu vera á einum lista,
ið hann savnaði.
Roynt var at fáa fatur á
Heina Holm líka til blaðið
fór til prentingar, men tað
var ógjørligt at røkka mann
inum.
Tey vildu forða okkum at stilla upp
Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen meta, at okkurt heilt skeivt fór fram, tá valevnislistarnir til valið Kvívíkar kommunu vóru gjørdir
Fólkavald kommuna í 100 ár
Hósdagin hevur Havnin verið fólkavald kommuna í 100 ár. Á hundrað ára degnum fyri
kommunuvalið fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at greiða frá søguliga baksýninum
og avdúka búmerkið fyri hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu. Undir
almenna hátíðarhaldinum, sum verður í Müallers Pakkhúsi 27. november klokkan 16,
fer kvinnukórið Cantabile at syngja undir leiðslu av Unn Patursson. Sjúrður Skaale,
stjórnmálafrøðingur, sum er abbasonur Sigfried Skaale, fyrrverandi borgarstjóra, fer
undir hátíðarhaldinum at sigur nøkur orð um fólkaræði í Havn í 100 ár. Kommunan fer
bæði í hesum árinum og næsta ár at gera meiri burtur 100 ára haldinum.
Gamlir borgarstjórar