mikudagur 26. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 228 - 26. november 2008
Vegasamband
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Morskranes: Skulu teir hjá
landsverki framvegis breið
ka eitt petti fyri og annað
eftir á Selatraðarvegnum?
Ella er ikki best at gera
allan vegin av nýggjum og
frá einum enda av?
Hesar
spurningar
setir
Jaspur Anthoniussen sær,
eftir at hava lisið greinarnar í
Sosialinum í farnu viku, har
menn úr Kolbeinagjógv og
av Strondum søgdu sína
hugsan um vegastrekkið mill
um Strendur og Selatrað.
Hann hevur lisið hetta
við áhuga, og er nú ein
teirra sum eisini rópar
varskó: Tær tríggjar bygd
irnar Kolbeinagjógv, Mors
kranes og Selatrað síggja
ikki út til at eiga so nógvar
góðar vinir á Strondum, hó
ast bygdin hevur havt fleiri
politikkarar á løgtingi.
Tað hevur nevniliga verið
trupult hjá fólki at fáa fatur
á grundøkjum í bygdunum.
Vegasambandið kundi verið
munandi betri, eins og ein
kann staðfesta, at fólkatalið
er minkað munandi í tveim
um av bygdunum seinastu
20 árini.
Í 1988 búðu 85 fólk á Sela
trað, meðan tey í dag eru 57
í tali. Og á Morskranesi
búðu 46 fólk fyri 20 árum
síðani, meðan tey í dag eru
33 í tali. Bara í Kolbeina
gjógv er fólkatalið vaksið
hesi árini – úr 36 upp í 41.
Tað stutta av tí langa er,
at Sjóvar kommuna hevur
sovið í tímanum, og hevur
hugsað sera lítið um, hvussu
ein
kundi
ment
hesar
tríggjar bygdirnar. Úrslitið
av hesum er, at ein hevur at
kalla rikið fólk úr bygd
unum, sigur Jaspur Anthon
iussen álvarsamur.
Ein sannroynd er tað, at
eru fólk fyrst farin av
bygdini, er ofta trupult at
fáa tey at flyta aftur.
Følnað blóma
Jaspur Anthoniussen býr nú
hinumegin fjallið, á Skála,
men hevur allatíðina fylgt
væl við, hvussu gongdin
hevur verið í málinum um
Selatraðarvegin.
Eins og so mong onnur, ið
hava sína dagligu »gongd«
eftir hesum vegi, so ynskir
hann eisini, at hesi skulu
hava gott og trygt vega
samband við umheimin.
Hóast ferðslan neyvan er
eins stór í dag, sum hon var
í tíðini tá Sundaferjan sigldi
millum Selatrað og Hósvík,
so er kortini eingin ivi um,
at hetta vegastrekkið ikki
nøktar tørvin fyri ferðsluni
í 2008.
Meðan henda ferjan, ið
Síðsta útkall fyri vegnum
til Selatraðar
- Tað er helst í evstu løtu, at byrjað verður tosa um vegasambandið til tær tríggjar bygdirnar vestanfyri Strendur. Skal
fólkatalið ikki minka uppaftur meiri, má okkurt gerast nú, sigur morskranesmaðurin Jaspur Anthoniussen
”
Høvdu vit átt framskygdar politikkarar,
so høvdu fyri langari tíð síðani havt ein
tunnil millum Selatrað og Oyri
- Rættasta loysnin hevði verið
at gjørt ein tunnil av Selatrað
(myndin) og norður til Oyri, heldur
Jaspur Anthoniussen av Morskranes
Gáva til Sclerosufelagið
Felagið hevur seinastu tíðina havt yvir 100 bússur standandi ymsastaðni runt alt landið.
Peningurin, ið kom inn, verður brúktur til eina verkætlan, hvørs endamál er at finna heilivág til
fólk við ólekiligu sjúkuni, Multipel Sclerose. Fólk hava latið síni 25 oyru í hesar bússur og
samlaða upphæddin varð 95.000 krónur fyri allar Føroyar. Eisini hevur Norðoya Sparikassi fingið
á leið 15.000 krónur inn í 25 oyrum og verður hetta latið Sclerosufelagnum, sum við hesum hevur
savnað tilsamans 110.000 krónur í 25 oyrum. Petra Nysted, sum hevur sclerosu, er nevndarlimur í
Sclerosufelagnum og arbeiðir í Norðoya Sparikassa, tók ímóti gávuni frá peningastovninum. Meir
kann lesast á www.sclerosufelag.fo.