Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 228 - 26. november 2008 Hinvegin: - Er tað neyðugt at breiðka vegin? Ein heilt annar spurningur, sum Jaspur Anthoniussen tekur upp í hesum sambandi, er hvørt tað yvirhøvur man vera neyðugt at breiðka verandi veg. Hetta ljóðar kanska eitt sindur rangvørt og sum ein beinleiðis mótsøgn, tá hann júst veit, hvussu týdningarmikið tað er fyri fólkini í heimbygd hansara Morskranesi at kunna koyra trygt fram og aftur. Samstundis er tað ein veruleiki, at allar tríggjar bygdirnar koma at verða merktar so ella so, av verkætlanini við einum tunli av Skálafjørðinum til Havnar. Jaspur Anthoniussen útgreinar hesa útsøgn sína soleiðis, út frá teim samtalunum, sum hann hevur havt við fólk frá landsverki um onnur lokalmál og um hetta vegastrekkið: - Tað er kortini ikki vist, at rættast er at breiðka vegin sum nú er. Óhugsandi er ikki, at alt vegastrekkið verður gjørt av nýggjum í sambandi við tunnils- arbeiðið. Og tá fer ein kanska heldur at leggja vegin framvið fjøruni ella omanfyri bygdirnar. - Hetta má ein gera sær greitt, áðrenn ein fer at leggja nógvan pening í eina breiðking. Spurningur er jú, um verandi vegur yvirhøvur fer at verða brúktur so nógv, tá tunnilin kemur! Tunnil millum Selatrað og Oyri Fyrsta treytin fyri at einhvør bygd kann mennast er at hon hevur gott ferðasamband. Tað eru mong fólk í hesum trimum bygdunum í Sjóvar kommunu sum halda, at her vantar nógv í: Vegirnir eru bæði smalir og ótíðarhóskandi, og henda seinasta mánaðin eru ikki færri enn fýra bilar farnir út av vegnum við Kolbeinagjógv. Jaspur Anthoniussen er ikki eina løtu í iva um, hvør hevði verið tann allarbesta loysnin á trupulleikanum: - Høvdu vit átt framskygdar politikkarar, so høvdu fyri langari tíð síðani havt ein tunnil millum Selatrað og Oyri. Hetta hevði verið tann optimala loysnin! Landsverk: Tvær loysnir fyri vegastrekkið Í blaðnum í morgin spyrja vit Heina Eysturoy (myndin), leiðara á vegadeildini hjá Landsverki um Selatraðarvegin. Her greiðir hann millum annað frá at vegastrekkið er við í stóru Samferðsluætlanini fyri 2008 til 2020. Ein breiðking av vegnum frá Lághálsum á Strondum til Selatraðar kann gerast fyri einar 25 mió krónur. Skal vegurin hinvegin nýmótansgerast, verður arbeiðið munandi dýrari. ” Í 1988 búðu 85 fólk á Selatrað, meðan tey í dag eru 57 í tali. Og á Morskranesi búðu 46 fólk fyri 20 árum síðani, meðan tey í dag eru 33 í tali. Bara í Kolbeinagjógv er fólkatalið vaksið hesi árini – úr 36 upp í 41 varð seld av landinum mið- skeiðis í 70’unum sigldi, blómaðu bygdirnar Kol- beinagjógv, Morskranes og Selatrað. Tá hetta ferða- sambandið var tað einasta við bilflutningi, hevði helst verið rættast at gjørt nakað við henda vegin – tað er: breiðkað hann – longu tá. - Nú tykist tað sum um at fólk og politikkarar eru vaknaði við kaldan dreym. Spurningurin er, um tað ikki er í seinna lagi at gera nakað við vegin nú, ið fólka- talið í bygdunum vestanfyri er minkandi, spyr Jaspur Anthoniussen. Petti fyri petti Í dag kann ein staðfesta, at tey hjá landsverki hava gjørt ávísar ábøtur og breiðkingar í støðum á vegnum millum Strendur og Selatrað. Fyri Jaspur Anthoniussen og mong onnur er eingin ivi um, at hesi arbeiðini eru væl úr hondum greidd, eins og tey hava verið neyðug. Men tey munnu samstundis vera rættiliga samd um, hvør tann einasta og rættasta loysnin er: At byrja eina breiðking í einum staði og síðani halda fram, til alt tað sjey kilometrar langa vegastrekkið millum Kolbeinagjógv og Selatrað er liðugt alt sum tað er. - Skal ein gera eitt lítið petti fyri og annað eftir, so fer tað bar at slíta uppaftur meiri á teir gomlu vegirnar. Nei, best hevði verið at byrjað við Kolbeinagjógv og síðani halda á allan vegin norður til Selatraðar. - Spurningurin er bara, um peningur er til slík arbeiði í dag, slær Jaspur Anthoniussen fast. Óhugsandi er tí ikki, at fólk framvegis mugu koyra eftir ótíðarhóskandi vegnum nøkur ár aftrat. Henda seinasta mánaðin eru ikki færri enn fýra bilar farnir út av vegnum við Kolbeinagjógv. Her er ein teirra Selatraðarvegurin er breiðkaður í støðum. Hetta arbeiðið er væl gjørt, men nøktar als ikki tørvin fyri ein veg í 2008 Bjarni spyr um gransking Ógvuliga apropos – men kortini óvitandu um – tíðindini í Sosialinum í gjár um, at Helgi Nolsøe fyri aðru ferð er boðin langvegis frá at halda fyrilestur um gransking sína innan framleiðslu av surimi, hevur Bjarni Djurholm sett fram ein munnligan fyrispurning til Johan Dahl, vinnumálaráðharra, um biotøkniliga gransking og granskarapark. Hetta var eitt uppskot, sum Bjarni Djurholm sum vinnumálaráðharri legði fram á heysti í fjør, men sum fall burtur, tá var varð útskrivað fyrr enn roknað var við. Bjarni spyr 1) hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri føroyskari gransking, 2) hvørjar møguleikar landsstýrismaðurin sær í biotøkniligari gransking og 3) um landsstýrismaðurin ætlar at leggja fyri Løgtingið uppskotið um granskarapark, sum undanfarna ABC-samgonga legði fyri tingið. Meiri um hetta mál í blaðnum í morgin.