Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 228 - 26. november 2008 Allir peninga­stovn­ a­rnir, sum komm­ una­n søkti um lán, sýttu fyri a­t læna­ Kla­ksvíka­r kommunu neyðuga­n pening, men nú hevur LÍV tryggja­ð, a­t komm­ una­n ka­nn røkja­ sína­r fíggja­rligu skyldur KlaKsvíK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár undirskrivaðu Tumm­ as Eliasen, stjóri í LÍV og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eina avtalu, har LÍV veitir kommununi eitt lán á 20 miljónir krónur. Afturgjaldingin fer fram yvir 15 ár, har tey fyrstu trý árini eru avdráttarfrí. Avtalan merkir, at Klaks­ víkar kommuna kann svara sínar fíggjarligu skyldur og rinda ógoldnar rokningar og rokningar, sum skulu gjaldast í nærmastu framtíð. Harumframt hevur komm­ unan nú nakað av eyka­ peningi at standa ímóti við. Hetta er greitt, nú láni­ avtalan millum Klaksvíkar kommunu og LÍV endaliga er komin upp á plass. Tekir bankar Tað er rúm tíð, síðan fíggj­ arnevndin hjá Klaksvíkar kommunu samtykti at heim­ ila einari lántøku á 20 milj­ ónir krónur, men sum flest­ um kunnugt hevur gingið striltið at fingið hesa fígg­ ing til vega frá peninga­ stovnunum, sum allir sýttu fyri at læna kommununi hesar miljónirnar. Nú eru so viðurskiftini hjá Klaksvíkar kommunu komin upp á pláss við láni­ avtaluni – og við hesi loysn kann næststørsta kommunan í landinum nú aftur røkja allar sínar fíggjarligu skyldur. ­ Lánið hjálpir okkum úr neyðini og tryggjar komm­ ununi eitt neyðugt andarhol, sigur borgarstjórin, Stein­ bjørn O. Jacobsen. LÍV tryggjar lív í Klaksvíkar kommunu Fíggjartørvurin og likviditeturin hjá Klaksvíkar kommunu er nú tryggjaður, og kommunan hevur fingið eitt Borga­rstjórin í Kla­ks­ víka­r kommunu, Steinbjørn O. Ja­cob­ sen, er sera­ fegin um lánia­vta­luna­, sum ta­ð hevur eydna­st kommununi a­t fáa­ í la­g við LÍV. – Eg misti onga­ntíð vónina­ um, a­t hetta­ fór a­t eydna­st, sigur ha­nn KlaKsvíK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ­ Eg eri ógvuliga fegin um hesa loysnina, sum merkir, at vit nú ­ umframt at klára okkara skyldur – eisini hava fingið stabilan likviditet. Tað segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá vit hittu hann eftir undir­ skrivingina av avtaluni. ­ Eg havi alla tíðina sagt, at vit høvdu aðrar alter­ nativar møguleikar at fáa henda peningin til vega. Vit gjørdu tó av fyrst at royna bankar og sparikassa, men allir sýttu. Og tó – so misti eg ongantíð trúnna á, at okk­ um fór at eydnast at fáa fíggjarligu viðurskiftini og likviditetin hjá kommununi upp á pláss. Gekk skjótt Steinbjørn sigur, at komm­ unan vendi sær til LÍV týsdagin í seinastu viku, og longu fríggjadagin svaraði LÍV, at tey vildu læna kommununi tær 20 miljónir krónurnar. Borgarstjórin sigur, at kommunan ongantíð søkti Suðuroyar Sparikassa um lán, tí kommunan metti, at 20 miljónir krónur er nógv­ Sera fegin um - Høvdu vit havt loyst likviditetsspurningin fyri kommunuvalið, hevði støðan helst verið ein heilt onnur – ikki minst fyri meg persónliga, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu Krevja konvojverju móti sjórænarum Sjórænarahóttanin móti reiðaríinum er nú vorðin so umfatandi, at tey nú krevja hernaðarliga konvojverju, tá tey sigla gjøgnum týdningarmiklu Aden­víkina. Áheitanin frá reiðaríunum er send Fólkatinginum. Trupulleikarnir við sjórænaraálopunum við Somalia eru eskaleraðir seinastu vikurnar. Fyri 11 døgum síðani fingu sjórænararnir størsta fongin higartil, tá teir kapraðu fult lastaða supertankaran, Sirius Star. Síðani hava eitt nú Maersk Tankers gjørt av ikki at nýta Aden­víkina, og harvið stuttu leiðina gjøgnum Suez­kanalina. Ein røð av hernaðarskipum, millum onnur danska Absalon, patruljera út fyri Somalia, men standa seg ikki serliga væl mótvegis effektivu og vælvápnaðu sjórænarunum, skrivar borsen.dk