Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 172 - 7. september 2001 Nr. 172 - 7. september 2001 3 Ossi fyllir 60 Í gjár fylti leirvíkingurin í Havn, vinnulívsmaðurin, savnarin og hvat hann nú fæst við, Osmundur Justinussen, 60 ár. Ossi, sum hann dagliga verður nevndur, varð føddur í Leirvík sætta september 1941. Yngstur av tíggju børnum teirra Tummasar og Elsbeths Justinussen. Tummar var ættaður úr Leirvík, meðan Elsebeth var úr Lamba. Og gongdin fyrstu árini var sum hjá so nógvum. At sleppa sær til sjós, so skjótt hann var so frægur. Osmundur fór fyrsta túrin við leirvíkssluppini Sæborg. Og við Sæborg er hann soleiðis meira ella minni enn. Tó nú er tað onnur Sæborg, sum er í reiðarínum. Men ikki hevur hann gloymt skúlaskipið kortini, tí á bátasavninum, hann lat upp í gamla Turkihúsinum í summar, stendur partur av pálstúttuni úr gomlu snekkjuni. Hann var so sjómaður eina tíð, og tók skipara- prógv. Var síðan á Fiski- rannsóknarstovuni eina tíð, men skifti so fyrst í sjeyti- árunum til tað, hann í dag er kendur fyri. Reiðara- virksemið. Byrjanin til hetta virk- semið vóru ídnaðarbát- arnir, hann hevði saman við rituvíkingum. Tann fyrsti var Magnus í Rituvík. Tann veiðan hevði eisini sína tíð, sum alt annað, eftir sum sagt verður í Gamla Testamenti. So tá tað ikki bar til meira, varð farið undir ísfiskaveiðuna undir Føroyum, sum í dag er berandi virksemið í tí partinum av virksemi Ossa, sum fevnir um skipini. Tí annað enn skip fæst hann við, vita tey, sum kenna mannin. Hann eigur í fiskavirkinum Tavuni í Leirvík, eigur bygningar, sum leigaðir verða út í Havn, og er so sanniliga eisini farin upp í bilasølu. Reiðaríið Sjóborg, sum heldur til í Turkihúsinum í Leirvík, hevur í dag seks skip á listanum. Tey eru partrolararnir Stjørnan og Polarhav og Sæborg og Sjóborg. Havborg trolar á landleiðini, meðan Brillant eisini er í flotanum, men ikki so nógv í rakstri í løtuni kortini. Eisini er Ossi farin í oljuvinnuna. Hevur felag saman við felagnum Havila, sum millum annað hevur veitingarskip í olju- vinnuni. Felagið í Leirvík hevur leigað grønu veiting- arskipini, sum plaga at vera at síggja á Runavík. Áhugaður í søgu og list er hann eisini. Tað prógva glæsiligu søvnini í Turki- húsinum, sum bæði umfata málningar og aðrar myndir, eins og prýðiliga báta- savnið við smáum útróðrar- bátum, sum hava við Leir- vík at gera. ej Kvøða til Byrger Heinesen á 70 ára degnum 11. september verður skip- arin og vinnulívsmaðurin Byrger Heinesen 70 ár, hann er sonur Jákup Andre- as, gamla skiparan á M/S Pride. Byrger er ein væl- kendur klaksvíkingur, sum vil framburð í bústaði okk- ara, og er hansara sermerki at hava tað snøgt og ruddi- ligt rundan um seg. Hann bygdi servisustøð- ina ESSO, nú Statoil, og er eitt prýði fyir býin. Og fyri stuttum hevur aftur sett síni spor uppi á Borðoyavík, har hann og sonurin hava bygt eitt bilverkstað, sum eisini er eitt prýði fyri bý okkara. Høvdu vit ikki haft slíkar menn, hevði tað ikki verið so vakurt í Klaksvík. Nú ið tú fert at veitsluhalda henda stóra dag, dugi eg illa at hugsa mær at tú Byrger, fyllir 70 ár. Hann er tann sami fyri mær, vit kunnu tosa saman í tímavís, Selma og Byrger. Hann dámar væl at práta um tíðina vit búðu á Vágs- heygnum. Hann er stóri- beiggi hjá mær og lítli- beiggi Pauli hevur eisini rundað tey hjálvthundað í juli, og um Gud vil verður stórasystir Maria 60 í okto- ber. So nú eru vit 5 systkini eisini farin at eldast, og eg dugi illa við at vit eru kom- in í tann eldra flokkin. Byrger hevur altíð verið líka snøggur í hondunum tá hann ger nakað, og situr nú og byggir modelskip, og tað dámar honum væl og abbasynirnir eru »flinkir« at vitja hann í kjallaranum. Har er alt, ið skal til at gera slíkt handverk. Byrger er eisini djóravin- ur, hann fær vitjan av hund- um, ið hoyra til familjuna, og teir njóta at fáa ein góð- an bita og njóta hansara góða útsýni. So har kemur bæði fólk og fæ inn á gólv- ið. Selma og Byrger eru fólk sum dáma væl at onkur kemur at vitja, altíð ein góður biti er at fáa áðrenn farið verður aftur til húsa. Teirra heim er fjálgt og vísir hvørji tey eru. Nú eru tey blivin langomma og langabbi, so nú økist fam- iljan skjótt, so eg vælnti at tað verða nógv sum koma at gleðast saman við tykk- um hendan dagin. Tú og Selma hava verið ein góður stuðul fyri sam- komu okkara, Harrin verð- ur ikki settur til síðis hjá tykkum, hann er fremstur í huga tínum, tað hevur tú eisini lært tíni børn og abbabørn, at Hann skal ikki forsømast. Má Harrin í øllum ræður, geva tær mong ár aftrat og heilsuna góða. Eg, Harald og døtur okk- ara við familju ynskja tær hjartaliga tillukku á hesum stóra degi. Lítlasystur Jórun NØVN Í VIKUNI At vera føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína, lesa vit í Præ- dikaranum 3. kap. Har- ímillum er eisini eitt fold- arlív, sum eisini hevur tíð sína. Henda tíð kann vera misjavnt lutað ímillum okkum menniskju. Í Sálmi 139 ørindi 16 stendur, " Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir uppskriv- aðir, dagarnir ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin." Dagarnir, ið vóru upp- skrivaðir og ásettir til Kára at liva á foldum, vóru taldir, og komnir at enda nú hann legði árarnar inn fyri seinastu ferð, bert 52 ára gamal. Kári var føddur 23.07. 49. Foreldrini Lina og Viggo fingu trý børn, Thorben er elstur, so kom Kári, og yngst er systurin Marna. Harumframt vóru eisini tvær eldri kvinnur í húsinum, Hanna og Rakul á Mørkini, sum Lina og Viggo høvdu tikið til sín at passa og vóru tær har, inntil tær doyðu. Barnaheimið var fyri- myndarligt, og Gudsótti varð settur í hásæti. Trú- liga varð gingið í kirkju og á møti í missións- húsinum Thabor. Lina hevði eitt serligt hjarta- lag, var lítillátin, men ein sera vitug kvinna. Hon hevði sunnudagsskúla í Thabor, so leingi hon orkaði. Hetta arvaði Kári og hevði eisini sunnu- dagsskúla, tó ikki á sama stað, í nærum 25 ár, og líka til nú hann fór hiðani. Kára havi eg kent alt mítt lív og meginpartin av hansara, hann var bert nøkur fá ár eldri enn eg, og hann giftist systur míni Lilliuni. Kári hevði longu sum smádrongur sera góð evni bæði til eitt og annað. Hann var fittur í hondunum, dugdi væl at finna uppá, og hann tókst altíð við okkurt spenn- andi. Fyri okkum var hann tað stóra idolið, og altíð kappaðust vit um at sleppa at vera uppií tí, hann fekst við. Tað kundi vera at stima við maskinbátinum "Hæddini" ella motor- bátinum "Helenu". Vit vóru altíð tryggir, tá vit vóru saman við honum, tí hann var so róligur og ábyrgdarfullur.Vit minn- ast eisini, hvussu hann blaðungur skrúvaði motorar, tók sundur og setti saman og fekk alt at rigga. Tá Kári og Lillian gift- ust í 1973, Lillian er ein- asta systir okkara, og fluttu út á Leiti at búgva, skal eg viðganga, at tað kendist, sum um okkurt bleiv tikið frá mær. Men eg kom skjótt at ásanna tað, at hava fingið Kára í familjuna var ein góður fongur, og eri eg sera takksamur fyri alt, hann hevur verið fyri meg og alla okkara familju. Tá ið Kári og eg í 1970 fóru við "Ólavi Halga", minnist eg, at tað var sum um hann føldi seg at hava eitt sindur av ábyrgd av mær. Hóast eg tá hevði siglt líka nógv sum hann, so var hann góður við meg, og hevði altíð um- sorgan fyri mær. Síðani tá havi eg hildið, at hann hevur verið serliga góður við meg og hevur hjálpt mær við so nógvum, men kanska er tað bara gitingar, tí hann var so hjálpsamur og góður við øll. Um vit komu inn til teirra, tá ið tey høvdu gestir, tað kundi vera bæði úr Føroyum og útlondum, so var Kári tann sami, altíð skjótur at taka sær av okkum eisini, bjóðaði okkum eisini til borðs og var glaður fyri at presentera familjuna fyri gestunum og siga, hvat vit tókust við. Kári var sannur barna- vinur, hann elskaði at spæla og geva sær tíð til børnini. Vit minnast við gleði á 1. jólakvøld um jólatræið, ella táið hann kom í føðingardag, og børn kundu sita og spæla við eitthvørt, t.d. spøl og leikur, so var hann beinanvegin við, og fekk hann eitthvørt leikutoy upp í hendurnar, sum ikki virkaði sum tað skuldi, ja so var sloppið. So pilkaði og skrúvaði hann, til tað var í ordan aftur. Hann metti øll líka, gjørdi ikki mun á um tað var eitt lítið barn, ið spurdi um eitt- hvørt, ella tað snúi seg um trupult maskinbrek um borð á onkrum skipi. Eisini hevði hann so stóra umsorgan fyri øðr- um, hjálpti so mangan uttan hóvasták, og í tí stilla. Í samkomuni Siloa verður hann saknaður, serliga á praktiska økin- um var hann framúr, tók ikki tær minstu byrðarnar á seg, men stílaði altíð høgt, eingin uppgáva var ov stór fyri hann, hugsi um, tá ið salurin var bygdur, og hann tók á seg at gera trappurnar inni. Kári var ikki væl skorin fyri tungubandið, hann stamaði, men darvaði hetta hann ikki. Hann dugdi sera væl at koma á tal við fólk, og tó at hann ikki var nakar talari, so skammaðist hann ikki við at hava eina bøn ella eitt lítið orð um sín Harra og Frelsara. Heimligu karmarnar skapti hann góðar, tað hevði so stóran týdning fyri hann, at hansara kæru høvdu tað gott, og hann vísti umsorgan og gav tann tryggleika, sum teimum tørvaðu. Arbeiðið fari eg ikki at skriva um, teir varðar sum standa eftir hann, bæði á Kambsdali og norðuri á Eiði, tala fyri seg. Men eg hugsi um tykkum, allar hansara arbeiðsfelagar, sum stóðu Kára við lið í hansara lívsverki, og serliga Jón og Ólavur, sum hava ábyrgdina av arbeiðinum. Mín bøn er, at Harrin framvegis skal signa arbeiðsplássið og hjálpa tykkum í komandi tíð, nú boð so brádliga vóru eftir tykkara ar- beiðsgevara. Góðu Lillian, Sólvá og Klæmint, Viggo og Maria og lítli Bergur, saknurin er svárur, tómrúmið er stórt eftir Kára, tín elskaða mann, tykkara kæra pápa og verðpápa, sum fylti so nógv. Orð eru so fátøk verður ofta sagt, og kann tað vera satt; og tó, tey orð, sum hava verið søgd við tykkum um Kára, veit eg eru til stóra troyst. Og allar tær bønir, ið eru farnar upp til okkara Harra og Frelsara fyri tykkum, eru hoyrdar og koma at geva tykkum mót og styrki at koma víðari í hesum tungu døgum. Má Harrin styrkja og troysta tykkum øll. Ærað verið minnið um mín kæra svág Kára. Kristian í Lambanum Minningarorð um Kára Johannesen Mentamálastýrið duldi við vilja skjalið, sum prógvaði, at Óli Holm gav formligu heimildarleysu boðini um, at skúlin á Trøllanesi skal lata upp. Hetta sigur fyrr- verandi landsstýris- maðurin, Tórbjørn Jacobsen, seg vera sannførdan um SKJAL John Johannessen – Eg trúgvi líka so lítið, sum nakar annar føroyingur uppá, at týdningarmesta skjalið í málinum um skúl- an á Trøllanesi bleiv burtur av óvart í Mentamálastýr- inum. Hetta sigur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður við mentamálum, sum var tann, ið kom við politisku út- meldingini, um at skúlin á Trøllanesi skuldi lata upp aftur. Men Tórbjørn Jacobsen bleiv ikki sitandi so leingi í sessinum, sum landsstýris- maður, at hann slapp at taka formligu avgerðina um hetta. Tað gjørdi eftirmaður hansara, Óli Holm, í staðin. Og seinni vísti tað seg, at hendan avgerð var bein- leiðis í stríð við kommunu- lógina. Landsstýrismaðurin fór sostatt út um sínar heimildir. Vildu flyta ábyrgd Tá fjølmiðlarnir fingu frænir av hesum og bóðu um innlit í málið, vantaði tað skjalið, ið prógvaði, at tað var Óli Holm, sum var farin út um sínar heimildir. Og undanmaðurin, Tór- bjørn Jacobsen, er sann- førdur um, at Mentamála- stýrið við vilja hevur goymt skjalið í eini roynd at flyta ábyrgdina í málinum. – Skjalið varð goymt fyri at turka allan skittin á meg, sum fyrrverandi lands- stýrismann. Men tað eydn- aðist tíbetur ikki, av tí at fjølmiðlarnir fóru víðari við málinum. – Eg má siga, at fyri mær kann hetta málið sam- metast við eina rangvørga Watergate gølu. Í staðin fyri at fara inn og stjala skjøl, sum í Watergate gøluni, so fjala myndug- leikarnir í hesum føri skjøl fyri almenninginum. Og tað er ógvuliga álvarsamt, sigur Tórbjørn Jacobsen. Má fáa avleiðingar Fyrrverandi landsstýris- maðurin, sum valdi at fara úr sessi sínum, orsakað av sínum atburði, heldur, at vit nú hava við eitt mál at gera, sum á ein ella annan hátt eigur at fáa avleiðingar. – Tann, sum fæst við at pilka skjøl út soleiðis, átti ikki at verið sitandi. – Tá fjølmiðlar biðja um innlit, eiga øll skjøl sjálv- sagt at verða útflýggjað. Tí lógin um innlit er kontra- ventilurin millum stýrini og fólkið. Og tað er fólkið, ið eigur stýrini. Stýrini skulu minnast til, at tey ikki eiga fólkið, sigur Tórbjørn Jacobsen. Foreldrini á Trølla- nesi eru misnøgd við, at bygdaráðið duldi fundin og avgerðina um, at skúlin á Trølla- nesi ikki skuldi lata uppaftur SKÚLATRÆTA Eyðun Klakstein Trøllanes: Foreldrini á Trøllanesi halda, at bygda- ráðið í Mikladali við vilja duldi fundin og avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata uppaftur. – Bygdaráðsfundurin varð ongantíð lýstur, og vit fingu ongantíð boð um avgerðina, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata uppaftur, hóast gamla bygdaráðið hevði samtykt tað, sigur Bárður Østerø, eitt av foreldrunum á Trøllanesi. Fundurin í Mikladals kommunu var fyrst í január mánaði – nakrar fáar dagar eftir, at nýggja bygdaráðið hevði tikið við. – Vit frættu um avgerðina í summar, men tað var ikki frá bygdaráðnum. Ikki fyrr enn 28. august fingu vit skrivlig boð frá kommun- uni um, at skúlin skuldi ikki lata uppaftur, sigur Bárður Østerø. Fingu yvirlit við manglum Foreldrini á Trøllanesi vóru í mars mánaði í sambandi við Kommunala Eftirlitið, tí tey vóru misnøgd við, at fundir og avgerðir hjá bygdaráðnum ikki vórðu lýst í talvuni á Trøllanesi, sum tað átti at gerast. Í apríl mánaði kom so yvirlit upp um fundirnar hjá bygdaráðnum, men fundurin í januar kom ongantíð á yvirlitið, hóast aðrir fundir, sum høvdu verið, vóru á yvirlitinum. – Tá nú bygdaráðið fór aftur í tíðina við fundum á hesum yvirlitinum, so tykist tað løgið, at fundurin frá január mánaði ikki kom á yvirlitið, heldur Bárður Østerø. Hann ivast ikki í, at bygdaráðið royndi at fjala avgerðin um skúlan á Trøllanesi sum longst fyri foreldrunum. Einki orð um avgerðina Í mai mánaði var Torbjørn Jacobsen í Kalsoynni í skúlaørindum. Fyrst og fremst snúði hendan vitjan seg um framhaldadeildina á Húsum, men hann fór eisini norður í oynna fyri at kunna seg um skúlaviðurskiftini á Trøllanesi og í Mikladali. Foreldrini á Trøllanesi siga, at meðan tey vóru hjástødd, var ikki eitt orð sagt um, at bygdaráðið tá langt síðani hevði avgjørt, at skúlin á Trøllanesi skuldi ikki lata uppaftur. Hetta kom ikki fram, hóast vitjanin hjá Torbirni Jacobsen og hansara fólki úr Mentamálastýrinum snúði seg um júst hetta mál. 28. august í ár fingu for- eldrini á Trøllanesi al- mennu boðini um, at skúlin í bygdini ikki skuldi latast uppaftur. Tá høvdu tey frætt tað umvegis og høvdu tikið børnini úr skúlanum at mótmæla avgerðini. Børnini eru framvegis heima, og eingin loysn á málinum er í eygsjón. Bygdaráðsformaðurin í Mikladali er burturstaddur, og tí hava vit onga við- merking frá honum til mál- ið. Tórbjørn Jacobsen: Skjalið varð dult við vilja Duldu avgerðina um skúlan Foreldrini á Trøllanesi halda, at bygdaráðið í Mikladali sum longst royndi at fjala avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata uppaftur í august. Hóast avgerðin varð tikin í januar, komu boðini um tað ikki fyrr enn síðst í august, tá skúlin langt síðani var byrjaður C M Y K 3 2