fríggjadagur 7. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 172 - 7. september 2001
Nr. 172 - 7. september 2001
5
Í samband við
vegagerðina til
undirsjóvartunnilin
verður ferðslan frá
ferjuleguni við
Oyrargjógv løgd um.
Broytingin fer at
vara, til tunnilin er
latin upp
VEGAGERÐ
Edvard Joensen
á Fútakletti: Ferðslan til
og frá ferjuleguni við Oyr-
argjógv fer at verða eitt
sindur umskipað fram til
upplatingina av undirsjóv-
artunnlinum. Talan verður
um økið, har nýggi tunnils-
vegurin verður bundin í
verandi veg.
Har, sum nýggi tunnils-
vegurin verður bundin í
verandi veg millum Oyrar-
gjógv og Sandavág, verður
gjørt eitt rættiliga stórt
sving. Hetta svingið verður
gjørt liðugt nú beinanveg,
meðan arbeiðið er í gongd,
og so verður tað liggjandi,
til tunnilsvegurin verður
tikin í nýtslu, sigur Dávur
Reinert Hansen, stjóri í
partafelagnum Vágatunnl-
inum.
Fólk hava undrast á ta
rættiliga stóru grótrúgvuna,
sum løgd verður niðan fyri
vegin sunnanvert Fútaklett.
Ymsar gitingar hava verið
um, hvat hetta er. Bumm-
støð, grótgoymsla og so
framvegis, gita fólk.
Men svarið er sera ein-
falt, sigur Dávur Reinert
Hansen. Hatta er svingið
frá tunnlinum til Sanda-
vágs. Bummstøðin fer at
liggja við Kálvadalsá beint
norðan fyri, har tunnilin
kemur upp Vágamegin.
Hann greiðir frá, at
svingið verður gjørt so stórt
og lyft so høgt upp, fyri at
fáa fyrsta teinin niðan á
Háls so slættan og lættan
sum gjørligt.
Men tað hevur so við sær,
at neyðugt verður at gera
hetta stóra svingið tvørtur
um verandi veg. Og so
verður aftur neyðugt at gera
onkra umlegging av ferðsl-
uni millum Oyrargjógv og
bygdirnar í Vágum.
– Tað, sum fer at henda
her, greiðir Dávur Reinert
Hansen frá, verður, at
ferðslan fer at ganga tvørtur
um hetta nýggja svingið.
Byrjað verður at koyra um
nýggja svingið ein av fyrstu
døgunum, uttan at kunna
dagfesta tað heilt nágreini-
liga, sigur hann.
– Men tað fara vit at fáa
at vita í dag sum ein annan
dag, og lýst verður væl og
virðiliga beinanveg, gjørt er
av, nær tað verður, sigur
hann.
Tað verður soleiðis, at ein
stikkvegur verður gjørdur
oman av grótrúgvuni, sum
seinni verður til sving. Bil-
arnir, sum ferðast hendan-
veg, skulu so upp ella niður
av hesi rúgvuni. Tað merkir
so aftur, at teir noyðast at
tálma hesi ferðsluni, og er
valt at gera tað við ferðslu-
ljósum, sum sett verða upp
á staðnum.
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í Vágatunnlinum, sig-
ur, at hendan skipanin fer at
vara alla tíðina frá tí, farið
verður undir arbeiðið, til
tunnilin verður tikin í
nýtslu.
– Tað fer sjálvandi at
tarna ferðsluni eitt sindur,
metir hann, men væntar
kortini, at fólk fara at góð-
taka eina slíka neyðuga
broyting í vanliga ferðslu-
mynstrinum.
Gongur væl
Dávur Reinert Hansen letur
væl at arbeiðsgongdini inni
í
undirsjóvartunnlinum.
Teir halda tíðarætlanina
gott og væl, sigur hann. Um
gongdin verður, sum hon er
nú, væntar hann, at hol
verður undir Vestmanna-
sundi um ársskiftið kom-
andi. Hvørjumegin við, vil
hann tó ikki siga nakað um.
Í skrivandi stund vísa tølini,
at teir hava borað 62% av
samlaðu tunnilslongdini.
Hann sigur, at teir eru
komnir niður í somu flág-
irnar Leynamegin, sum teir
eru í Vágamegin, og tær eru
góðar at arbeiða við, láta
teir at.
Norðmenninir, sum hava
arbeitt við slíkum fyrr, siga
seg eisini vera væl nøgdar
við tilfarið, sum teir ar-
beiða í.
– Men sjálvandi kann
okkurt stinga seg upp enn,
sigur Dávur Reinert Han-
sen, og vil líkasum biða
fólk taka tað eitt sindur
róligt.
Hann sigur, at onkur
smávegis leki hevur verið,
sum teir so hava tett við at
pumpa betong inn í rivurn-
ar.
Onkustaðni
verður
stoypt runt, sigur hann,
men tað verður kortini ikki
soleiðis, at allur tunnilin
verður fóðraður við be-
tongi.
Tunnilin fer at líkjast
teimum føroysku tunnlun-
um, sum eru frammanund-
an. Ljós verður inni, sum
verður heldur betri enn tað í
Kollafjarðartunnlinum,
greiðir stjórin frá. Kaðal til
telefon og útvarp verður
drigin igjøgnum, eins og út-
luftingin verður góð. Viftur,
sum fara at syrgja fyri, at
tað alla tíðina er frísk luft
inni, verða allan vegin í
gjøgnum tunnilin.
Tað lekur altíð eitt sindur
ígjøgnum fjallið, sum vit
síggja tað í øllum tunnlum í
Føroyum. Hendan lekan
fara fýra pumpur at beina
burtur. Tær verða so stórar,
at hvør teirra til einahvørja
tíð klárar 50 prosent av tí
leka, sum er. Tað vil siga, at
tað
altíð
er
dupultur
pumpukapasitetur til tað,
sum kann koma niður und-
an loftinum.
Ferðslan á Fútakletti umløgd
Arbeiðið upp á tað stóra
svingið norðan fyri Fútaklett
fer at gera, at neyðugt verður
at broyta ferðsluna á
staðnum eitt sindur. Hetta
fer at standa við, til
undirsjóvartunnilin verður
tikin í brúk
Mynd: Edvard Joensen
Mánadagin lat ein
nýggjur dagstovnur
upp í Øksnagerði í
Havn. Hann fer at
hava pláss fyri eini 70
børnum
BARNAGARÐUR
Stefan í Skorini
Stórur tørvur er á ansingar-
plássum, og hetta sæst aftur
við at nýggir dagstovnar
lata upp. Dagstovnurin í
Øksnagerði er tann nýggj-
asti í røðini.
Har verða pláss fyri eini
70 børnum, tá hann er
liðugur. Ein stova verður til
smábørn um tvey ára aldur,
ein stova verður til børn við
serligum tørvi og tvær
stovur eru ætlaðar størri
børnum undir skúlaaldur.
20 børn vera í hvørjari
stovu, men í stovuni fyri
børn við serligum tørvi er
bara
pláss
fyri
10-12
børnum.
Enn er barnagarðurin
ikki liðugur, og tí eru bara
tvær stovur tiknar í nýtslu,
og har eru átta børn í
hvørjari.
Triðja
stovan
verður klár til brúk um fáar
dagar, men tann seinasta
stovan er ikki klár fyrr enn
í november.
Tað er eitt sindur óhepp-
ið, at barnagarðurin ikki er
liðugur til tíðina. Foreldur
høvdu fingið at vita, at
hann fór at vera liðugur um
hesa tíðina, og tí má
stovnurin taka ímóti børn-
unum beinanvegin.
Eini fimtan starvsfólk
fara at vera knýtt at stovn-
inum, tá øll børnini eru
flutt inn.
Tveir nýggir
Ætlanin er at tveir nýggir
stovnar skulu standa klárir
at taka í nýtslu komandi
summar. Býráðið hevur
ætlanir um at byggja tveir
stovnar við 120 ansingar-
plássum tilsamans. Ein
stovnur verður á Løg-
mannabreyt og hin verður á
Hamrinum á Argjum. Har-
umframt arbeiðir Føroya
Tele við at gera ein ans-
ingarstovn.
Dagstovnurin í Øksnagerði lat upp herfyri, og pláss verða fyri 70 børnum tilsamans
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggjur dagstovnur við 70 plássum
Mikudagin varð
nýggja høsarhúsið hjá
Annfinni Brekkstein
reist. Nú skal talið av
hønum meira enn tví-
faldast
ÚTBYGGING
Stefan í Skorini
Tað gongur strúkandi við
eggvirkinum á Velbastað.
Húsið hevur ikki langa tíð á
baki, tí Føroya Egg sendi
tey fyrstu eggini á markn-
aðin í juli í fjør, og longu nú
verður bygt út. Pláss skal
vera fyri fleiri hønum, so at
føroyski brúkarin kann fáa
egg alt árið.
Higartil hevur tað verið
soleiðis, at tá eitt lið av
hønum ikki verpur meira,
so skuldi eitt nýtt lið av
hønum fáast inn. Hetta tók
einar tveir mánaðir, og hesa
tíðina kundi Føroya Egg
ikki veita føroyska kund-
anum egg.
– Eg kann ikki liva við, at
veitingin frá okkum ikki er
støðug. Tí mugu vit byggja
út, so at vit kunnu hava tvey
lið av hønum inni í senn,
sigur Annfinn Brekkstein,
eigari av eggvirkinum.
Við tveimum liðum av
hønum í høsnarhúsinum
steðgar veitingin av eggum
ongantíð, men heldur á
hóast hønurnar mugu skift-
ast út.
Annfinn sigur, at tað ikki
er nakar trupulleiki at
sleppa av við eggini í Før-
oyum, og at eftirspurning-
urin er nógv størri, enn
virkið megnar at framleiða.
Nýtt hús reist
Nú er nýggi parturin av
høsnarhúsinum
reistur.
Hetta fer at tvífalda fram-
leiðsluna av eggum. Húsið
verður ikki tikið í nýtslu
fyrr enn í februar næsta ár,
og tá verða 7.500 hønur á
Velbastað. Tær fara at
verpa umleið 1,8 milliónir
egg um árið. Í løtuni hevur
húsið 3.100 hønur.
Í desember mánaði verð-
ur bygningurin liðugur. Tá
verður innrættað við reiðr-
um og maskinum til fram-
leiðsluna. Um tvær vikur
verða elementini sett upp,
og bygningurin innilok-
aður.
Annars verða egg fram-
vegis framleidd hjá Føroya
Eggi, tí gamla høsnarhúsið
koyrir við fullari ferð, og
hetta liðið er við at toppa í
sínari framleiðslu.
Annfinn Brekkstein væl
nøgdur við gongdina higar-
til við tí nýggju verkætlan-
ini. Tað einasta hann ikki
kann liva við er, at eggini
ikki koma í jøvnum streymi
úr høsnarhúsinum.
– Vit eru spakuliga við at
menna eina nýggja vinnu í
Føroyum, og tað hevur
gingið væl higartil.
Nýggi bygningurin hjá Før-
oya Eggi er reistur. Um seks
mánaðir eru 7.500 hønur í
høsnarhúsinum
Mynd: Jonhard Hammer
Føroya Egg útbyggir:
Eftirspurningurin er størri enn framleiðslan
C
M
Y
K
5
4
Kemilux industri P/F, sum varð stovnað í 1965, er ein fyritøka í
menning.Fyritøkan framleiðir sápuúrdráttir og umboðar harum-
framt ymiska reingerðarútgerð og kemisk evnir og hevur 11 fólk
í starvi. Felagið, ið selir vørur innanlanda og uttanlanda, arbeiðir
í løtuni við at menna søluna á heimamarknaðinum og søkir í tí
sambandi eftir
Sølufólki
at byrja 1. oktober 2001.
Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður fyribils sett
fyri eitt hálvt ár, ið verður at roknað sum ein roynd-
artíð. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og snýr
seg í høvuðsheitum at selja okkara vørur til heima-
marknaðin t.v.s. skip, bátar, virkir og stovnar runt
um í landinum.
Tú kemur saman við sølustjóranum og øðrum sølu-
fólki at leggja arbeiði til rættis, soleiðis at okkara
vælvirkandi søludeild kann mennast.
Førleikakrøv:
Vit vænta at tú hevur royndir innan søluarbeiði og
at tú dugir at nýta tey mest vanligu telduforritini.
Sum persónur vænta vit at tú ert ágrýtin og dugur
at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú hevur góð sam-
starvsevnir.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 24.
september 2001, og verða at senda til:
Mykinesgøta 1
Box 1231
FO 110 Tórshavn