Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 172 - 7. september 2001 Nr. 172 - 7. september 2001 7 Allar skrivligu próvtøkurnar í 9. og 10. flokki komandi ár eru í vanda, um Mentamálastýrið ikki avgreiðir viður- skiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT- vørðunum í fólkaskúlanum innan stutta tíð. Føroya Lærarafelag noktar nevniliga limum sínum at gera uppgávur fyrr enn hesi viðurskifti eru komin í rætt lag FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Óloystu viðurskiftini við- víkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum í fólkaskúl- anum, hava nú noytt Føroya Lærarafelag at taka til vápnanna. Felagið noktar nú teimum limum, sum Mentamálastýrið vanliga heitir á, at byrja uppá upp- gávugerð til próvtøkurnar til fráfaringarroynd fólka- skúlans og víðkaðu frá- faringarroynd fólkaskúlans til viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøkt og KT eru av- greidd. Henda avgerðin, sum júst er fráboðað landsstýrismonnunum í mentamálum og fíggjar- málum, er tikin, tí Menta- málastýrið ikki hevur fingið viðurskiftini við savnsrøktini uppá pláss og tí samráðingarnar um KT- vørðirnar ikki eru av- greiddar enn. Føroya Lærarafelag hevur givið Mentamálastýrinum eitt skotbrá til 1. januar 2002 at fáa hesi viðurskifti í rætt- lag. 1. august í fjør var ein arbeiðsbólkur settur við umboðum fyri leiðslu, telduvørðir og myndug- leikan at endurskoða tørv til niðurskurð innan skúla- árið, sum júst er byrjað, og sum skilst er arbeiðsøkið hjá telduvørðum liðugt greinað. Men onkur skal gjalda. - Fíggjarmálastýrið vil bert rinda fyri tað náms- frøðiliga, og teir meina, at kommunurnar eiga at rinda fyri tað tekniska. Tað er ikki okkara lutur at sam- ráðast við kommunurnar. Hesa uppgávuna eigur Mentamálastýrið, men hetta er ikki gjørt, hóast stýrið hevur fingið fleiri freistir, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Før- oya Lærarafelag. Eisini savnsrøktin, sum Mentamálastýrið skal avgreiða í samskifti við kommunurnar, átti at verið komin uppá pláss. - Vit eru noydd at seta harðar treytir, tí tað er nógv sum bendir á, at Menta- málastýrið bara dregur tíðina út. Savnsrøkt hevur ligið í órøkt líka síðani eg kom fyrstu ferð í nevndina í Lærarafelagnum fyri tjúgu árum síðani. Einki er broytt, sigur Elsa Birgitta Petersen. Avleiðingar At øll uppgávugerð við hesi fyribils blokadu verður steðgað, er sera álvarsamt. Avgreiðir Mentamálastýrið ikki nevndu viðurskifti innan ávíkavist 1. oktober 2001 fyri savnsrøktina og 1. januar 2002 fyri KT- vørðirnar, sleppur eingin næmingur í fólkaskúlanum upp til skrivliga próvtøku komandi ár, tí ongar próvtøkuuppgávur verða gjørdar. - Mentamálastýrið hevur fingið rímiligar freistir at avgreiða hesi málini, sigur Elsa Birgitta Petersen. Uppgávugerð er ikki tænastuskylda, og tí kann Føroya Lærarafelag nokta limum sínum at gera hetta arbeiðið, til viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørunum eru komin upp á pláss. Longu við skúlaársbyrjan fara ávísir lærarar, sum Menta- málastýrið heitir á, undir uppgávugerð til próvtøk- urnar árið eftir, og hesar eru undir vanligum umstøðum lidnar áðrenn árslok, tá ið tær skulu prentast. Fyribilsblokadan, sum nú er sett í verk, er enn eitt dømi um óloyst og ónøkt- andi arbeiðsviðurskifti í fólkaskúlanum. - Eitt er, at vit skulu berjast fyri okkara limir, tá ið tað snýr seg um lønir og setanarviðurskifti, men vit eru eisini noydd at berjast fyri, at fólkaskúlin skal virka og at játtanin er nóg stór til fólkaskúlan. Hetta átti ikki at verið okkara borð, men vit eru noydd at gera hetta til frama fyri fólkaskúlan. Arbeiðið at fyri- reika mentanar- ráðið verður liðugt í heyst MENTANARRÁÐ Turið Kjølbro Mentanarráðið er nú ávegis. Landsstýrið hev- ur í umbúna at stovna eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í mentanarviðurskiftum í breiðum týdningi. Á hvørjum ári skal ráðið gera eina mentanarráð- geving. Umframt kann landsstýrismaðurin í mentamálum leggja fyri ráðið ymiskar ætlanir til ummælis, og ráðið kann eisini koma við tilmæl- um. Tað er landsstýris- maðurin í mentamálum, Óli Holm, sum er upp- havsmaðurin til ment- anarráðið. Síðani hann kom í landsstýrismanna- sessin fyri fáum mánað- um síðani, hevur verið arbeitt við málinum, og ætlanin er, at allar fyri- reikingarnar eru lidnar í heyst. - Arbeitt verður nú við at gera arbeiðssetning fyri ráðið og neyvt at útgreina, hvat virksemið hjá ráðnum skal vera. Tað er avgjørt saknur á einum slíkum ráði. Tað eru mangan ivaspurn- ingar í sambandi við ymisk mál, sum eitt slíkt ráð kundi vegleitt í, sigur Óli Holm. Enn er ikki avgjørt, hvussu ráðið verður sett saman ella hvørji fólk fara at manna tað. Mentanarráðið ávegis Eingin næmingur til próvtøku næsta ár Avgreiðir Mentamálastýrið ikki óloystu viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum innan stutta tíð, sleppur eingin næmingur í fólkaskúlanum upp til skrivliga próvtøku komandi ár, tí ongar próvtøkuuppgávur verða gjørdar Savnsmynd: Álvur Haraldsen Landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Holm, er upphavsmaðurin til mentanarráðið Havnar bóltfelag hevur stórt køku- tombola í SMS fram til leygardagin TOMBOLA Jákup Mørk Havnar Bóltfelag setti í gjár, hósdagin, sjøtul eitt tríggja daga langt køku- tombola, sum fram til leygardagin verður hildið á Torginum í SMS. Umframt allar køkurnar, sum verða at vinna hesar dagarnar, er eisini skipað soleiðis fyri, at fólk hava nakað at hyggja at, meðan tey soleiðis ganga og ivast í, hvørt tey skulu keypa fleiri seðlar. Eirkur Ras- mussen og Heri Nosløe hava nevnliga savnað saman hópin av myndum frá 70’árunum, soleiðis at gestirnir kunnu líta nakað aftur í tíðina, og kanska onkur kennir seg sjálvan aftur, ella kemur at hugsa um onkra stutliga søgu frá teirri tíðini. Tey yngstu hava kanska ikki so stóran áhuga í hesum partinuma av tiltak- inum, men har verður so eisini okkurt til teirra. Hin væl vaksna HB-haran, sum í ár hevur verið fastur gestir til heimadystirnar hjá lið- num, fer nevnliga at vitja á Torginum. Haran verður at síggja fríggjadagin ímillum 16 og 17, og so eisini um middagsleitið leygardagin. Køkur og myndir Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftis- eftirlitinum, heldur ikki, at teir fara øðrvísi við Føroya Tele enn nøkrum øðrum. Føroya Tele hevur ikki latið okkum teir røttu upplýsingarnar, sigur hann FJARSKIFTI Heri á Rógvi Tað var í Sosialinum miku- dagin, at tíðindini bórust um, at Vinnumálastýrið hevði skift veitara innan fastnettelefoni. Orsøkin segðist at vera, at Føroya Tele ikki fekk høvi at bjóða eins stóran avsláttur orsaka av, at teir ikki hava nakra avsláttarskipan góðkenda av Fjarskiftiseftirlitinum. Vinnumálastýrið er heldur ikki nakað eindømi um onkran, sum hevur skift til Kall orsaka av teirra bíligu prísum. Tað var eisini í sama blaðið, at Andras Róin út- talaði seg um, at hann sóknaðist eftir greiðum spælireglum. Jógvan Thomsen heldur fyri, at greiðar spæligeglar eru á økinum. Hann ásann- ar, at tað er truplari hjá Før- oya Tele — teirri stóru fyri- tøkuni — at koma við øll- um upplýsingunum. Jógvan Thomsen vísir á, at teir spyrja tríggjar spurningar, men fáa bert svar uppá tveir. Hetta er eftir øllum at døma komið fyri fleiri ferðir. Upplýsingarnir, sum Før- oya Tele ikki hevur megnað at koma við, teir hevur Kall, sambært Jógvani Thomsen, ikki havt nakrar trupulleikar at lata Fjar- skiftiseftirlitinum. - Tað er lætt hjá Føroya Tele at vinna á kappingar- neytanum, og okkara upp- gáva er m.a. at skipa so- leiðis fyri, at kappingin verður á jøvnum føti og fræls, sigur Jógvan Thom- sen. Hetta er fyri sovítt tað sama, sum Andras Róin eisini ynskti. Seinasta útspælið í hesari søguni átti Fjarskiftiseftir- litið, tá teir góvu Føroya Tele boð um at koma við fleiri upplýsningum í sam- bandi við teirra seinastu umsókn um at fáa góð- kenda eina avsláttarskipan. Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum: - Vit geva øllum somu viðferð C M Y K 7 6 Dansiskeið við Annu Kirstin av Tvøroyri Alment dansiskeið verður í Tórshavn vikuskift- ið 14.og 15.september 2001 og er fyri øll dansi- áhugað, børn, ung, vaksin – einstøk og pør. Dansiskeiðið verður í fimleikahøllini í Hoydølum og er fyri tey, sum duga at dansa, og fyri tey, sum vilja læra at dansa. Liðini verða býtt upp í barnalið, byrjanarlið og vandar dansarar. Undirvíst verður í eingilskum dansi (Foxtrot + Quickstep) rock’n roll og linjudansi (Boot- scooting) og barnadansi. Treytir fyri at koma í bólkin við vandum dansar- um er at duga grundtrinini í foxtrot,quickstep og rock’n roll og hava luttikið í dansiskeiði áður. Til foreldur: Latið børn tykkara læra at dansa. Tað er stuttligt og kropsmennandi. Fríggjadagin 14. september: Børn 7–10 ár kl. 16.00–17.00 Børn 11–14 ár kl. 17.15–18.45 Nýbyrjarar kl. 19.00–20.45 Vandir kl. 21.00–22.45 Leygardagin 15. september: Børn 7–10 ár kl. 12.00–13.15 Børn 11–14 ár kl. 13.30–15.00 Nýbyrjarar kl. 15.15–17.00 Vandir kl. 17.15-19.15 Kostnaður: kr. 75,00 fyri børn og ung kr. 150,00 fyri vaksin Tilmelding: á tlf. 317243, 316063, 316682 og 314486. Anna Kirstin PostScript Picture (L\340sing\(outline\).eps)