Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 26. november 2008 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Petur Jacob Vágsá, vanliga nevndur Piddi í Búðinum, Klaks­ vík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikukvøldið klokkan 18 heim í Christians­ kirkjuna. Jarðarferðin verður hósdagin klokk­ an 13.30. Sungið verður úr sálmabókini. Bjarki Hjelm, ættaður úr Vági, búsitandi í Keypmannahavn, andað­ ist á Ríkissjúkrahúsin­ um mánadagin, 72 ára gamal. Ruth Berg í Hvalba, ættað úr Vági, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum mánadagin 24. novem­ ber, 50 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin: 26. november. Konrad, deyður ár 975. Týskur fúrstasonur, sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og biskupur. Hann læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús og kleystur. Varð skýrdur halgimenni í 1123. Sunnudagin 30. november kl. 17 verður jólakonsert við Tórshavnar Manskóri og Hera Joensen presti í Kvívíkar Kirkju. Eftir konsertina verður kaffi og køkur til øll. Øll eru hjartaliga væl­ komin. Tórshavnar Manskór í Kvívík Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elsebeth Kristina (Ebba) Wang doyði og varð jarðað. Takk til Hera Joensen prest fyri troystarrík orð í hospitalskapellinum, í kirkjuni í Hoyvík og við grøvina í Kaldbak. Vit takka teimum, sum hjálptu okkum í sambandi við jarðarferðina, eins og teimum, sum sóu so væl um hana hennara síðstu tíð á landssjúkrahúsinum. Tøkk fyri heilsanir og gávur til kirkjuna í Hoyvík. Tøkk til øll sum fylgdu. Vegna tey avvarðandi Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits Fyrsta sendiloyvi til før­ oyskar sjónvarpssendingar varð givið Sjónvarpsfelagn­ um í Havn í november 1978. Ein meiriluti í landsstýrin­ um samtykti at geva Sjón­ varpsfelagnum heimild til at gera royndarsendingar, til alment sjónvarp byrjar. Seinni góðkendi Post & Telegrafverkið sendiloyvið, og í apríl 1979 byrjaðu regluligar sjónvarpssending­ ar. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979 Fyri 30 árum síðan: Sjónvarpsfelagið Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen í eini av teimum fyrstu sjónvarpsupptøkunum, ið var ein barnasending, sum Torbein Rein tók upp fyri Sjónvarpsfelagið Torbein Rein í sendihølinum hjá Sjónvarpsfelagnum í 1978