Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 228 - 26. november 2008 ] Juventus, Real Madrid, Arsenal, FC Porto, Bayern München, Lyon, Manchester United og Villareal hava øll tryggja sær pláss í 1/8 finaluni Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Royndirnar taldu aftur tá saman um kom. Juventus, Real Madrid, Arsenal, FC Porto, Bayern München, Lyon, Manchester United og Villareal hava vunnið seg víðari úr Champions League bólkaspælinum áður, summi av teimum óteljandi ferðir. Og sjálvt um eitt umfar er eftir av bólkaspælinum, so er nú bara spenningurin eftir hvør gerst nummar eitt í ymisku bólkunum, og vinnur sær ein fyrimun í lutakastinum. Spenningurin um hvør fær triðja plássið í teimum ymisku bólkunum, og vinnur sær rætt til at taka lut í UEFA Cup kappingini komandi vár, er avgjørt eisini til staðar í summum av bólkunum. Bólkur E Villareal og Manchester United vóru bæði tryggjað víðari luttøku, um dysturin endaði við javnleiki. Hetta útgangsstøðið mundi óivað verða høvuðsorsøkin til, at liðini ikki løgdu meira fyri, men fóru nøgd av vøllinum við einum 0-0 javnleiki, sum bæði væl og virðiliga kundu liva við. Cristiano Ronaldo hevði eitt skot, sum Villareal-málverjin, Lopez bjargaði á yvirleggj- aran, men annars varð langt ímillum málmøguleikarnar í hesum dystinum. Dysturin millum AaB og Celtic var munandi lívligari. AaB kendi til vánaligu hag- tølini hjá Celtic, sum ikki hevur vunnið ein útidyst í Champions League í hesi øldini. 1. hálvleikur var ikki nakað at reypa av, men í 2. hálvleiki kom gongd á. Í 53 minutti legði Celtic seg á odda 1-0, tá Barry Robson sera hegnisliga stútaði bóltin í netið. Tá 17 minuttir vóru eftir av vanligu leik- tíðini skifti eitt skot frá brasiliumanninum, Caca kós, og fór framvið Celtic- málverjanum til støðuna 1- 1. Í 87 minutti kókaði alt á Nord Arena Leikvøllinum. Bólturin varð sendur inn í brotsteigin hjá Celtic, har Gary Caldwell varð so óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál. Bólkur F Bayern München hevur fingið nógv orð oman yvir seg, aftaná ta vánaligu byrj- anina í Bundesliguni. Tí varð tað ein forloysingur fyri týska risan at kunna tryggja sær plássið í 1/8 finaluni ígjár. Bayern München tók ímóti rumensku Steua Bukarest á Allianz Arena ígjár. Tað gjørdist tó Luca Toni, sum skeyt snøggasta málið í dystinum, tá hann við ein- um flúgvandi headara økti til 2-0, bert 4 minuttir aftaná, at Bayern hevði fingið fyrsta málið. Klose slapp tó at enda veitsluna, tá hann fekk síðstu tánna á bóltin, og beindi hann í netið til 3-0. Tá vóru smáir 20 minuttir eftir. Fiorentina hevði hart brúk fyri øllum trimum stigunum fyri at kunna hála inn á Lyon, men hóast heimavøll, so stóð Fiorentina eftir við ongum, tá dysturin varð liðugur. Longu tá eitt korter var farið gekk galið. Super- talentið, Benzema fann Makoun, sum legði Lyon á odda 1-0, og 12 minuttir seinni spældi Tiago Ben- zema leysan, sum økti til 2- 0. Gilardino gav Fiorentina vónina aftur, tá hann tíðliga í 2. hálvleiki minkaði um munin til 1-2, men nærri kom Fiorentina ikki. Bólkur G Danski Nicklas Bendtner gjørdist hetjan hjá Arsenal, tá hann stutt fyri leiklok skoraði sigursmálið fyri The Gunners ímóti ukrainsku, Dynamo Kiev. Bendtner byrjaði annars á beinkinum. Í 68. minutti sendi Wenger danska landsliðsspælaran á vøllin, og tað gjørdist sera avgerandi. Nógv hava flent eftir ljósareyðu gaggunum hjá Bendtner, men tað gjørdist Bendtner, sum flenti, tá saman um kom. Tríggjar minuttir áðrenn leiklok sendir Cesc Fabregas eitt fríspark frameftir vøllinum. Bendtner temur bóltin við bringuni, og skýt- ur bóltin hegnisliga í málið til endaliga úrslitið 1-0. Í Istanbul hevði Fener- bache hart brúk fyri einum sigri ímóti FC Porto, fyri at kunna varðveita møguleikan at vinna seg víðari. Men áðrenn hálvur tími varð spældur, var Porto longu á sigurskós. Fyrsta málið hjá Porto skeyt Lopez við einum liggjandi saksasparki í 19. minutti. 9 minuttir seinni beindi Lopez ein returbólt í netið til 2-0 til Porto. Turkiski/enski spælar- in Kazim Kazim-Richards minkaði um munin til 1-2, tá 63 minuttir vóru spældir. Bólkur H Juventus kundi væl og virðiliga brúka ein javnleik á útivølli ímóti Zenit Sankta Pætursborg, og teir fingu júst tað teir høvdu tørv á, ein 0-0 javnleik. Real Madrid hevði størri tørv at vinna ímóti hvítarussisku BATE Borisov, og longu í 7. minutti eydnaðist tað spanska kongafelagnum at skora sigursmálið. Tríggjir verjuspælarar hjá Borisov fingu ikki beint bóltin burtur, og tað loysir seg ong- antíð ímóti gamla mál- revinum, Raul, sum takkaði fyri við at seta bóltin í netið. Raul skeyt eitt hart skot, sum tók innaru síðuna á yvirleggjaranum. 8 lið vunnu seg víðari til 1/8 finaluna ígjár Enn eigur Celtic til góðar at vinna ein útidyst í Champions League hesu megin aldarskiftið. Í gjár tapti skotska stórfelagið móti AaB í Aalborg Støðan í bólkaspælinum Bólkur A vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 4 2 - 1 - 1 6 3 3 7 2 Roma 4 2 - 0 - 2 7 5 2 6 3 Bordeaux 4 2 - 0 - 2 4 8 -4 6 4 CFR Cluj 4 1 - 1 - 2 3 4 -1 4 Bólkur B 1 Inter 4 2 - 2 - 0 7 4 3 8 2 Anorthosis F 4 1 - 2 - 1 6 5 1 5 3 Panathinaikos 4 1 - 1 - 2 6 7 -1 4 4 Werder Bremen 4 0 - 3 - 1 3 6 -3 3 Bólkur C 1 Barcelona 4 3 - 1 - 0 11 3 8 10 2 Sporting L. 4 3 - 0 - 1 5 3 2 9 3 Shakhtar D. 4 1 - 0 - 3 3 5 -2 3 4 Basel 4 0 - 1 - 3 2 10 -8 1 Bólkur D 1 Atletico M. 4 2 - 2 - 0 7 3 4 8 2 Liverpool 4 2 - 2 - 0 7 4 3 8 3 Marseille 4 1 - 0 - 3 5 6 -1 3 4 PSV Eindhoven 4 1 - 0 - 3 3 9 -6 3 Bólkur E 1 Manchester Utd 5 2 - 3 - 0 7 1 6 9 2 Villarreal 5 2 - 3 - 0 9 5 4 9 3 AaB 5 1 - 2 - 2 7 12 -5 5 4 Celtic 5 0 - 2 - 3 2 7 -5 2 Bólkur F 1 Lyon 5 3 - 2 - 0 12 7 5 11 2 Bayern München 5 3 - 2 - 0 9 2 7 11 3 Fiorentina 5 0 - 3 - 2 4 8 -4 3 4 Steaua B. 5 0 - 1 - 4 3 11 -8 1 Bólkur G 1 Arsenal 5 3 - 2 - 0 11 3 8 11 2 FC Porto 5 3 - 0 - 2 7 8 -1 9 3 Dynamo Kiev 5 1 - 2 - 2 3 4 -1 5 4 Fenerbache 5 0 - 2 - 3 4 10 -6 2 Bólkur H 1 Juventus 5 3 - 2 - 0 7 3 4 11 2 Real Madrid 5 3 - 0 - 2 6 5 1 9 3 Zenit Petersborg 5 1 - 2 - 2 4 4 0 5 4 BATE Borisov 5 0 - 2 - 3 3 8 -5 2 Føroyingar fluttu ikki niður Besta mansliðið í fótbólti hjá ÍF Føroyum verður verandi í Seriu 1, og flytir ikki niður í Seriu 2, sum liðið annars skuldi. Orsøkin er ein dystur í Keypmannahavnarseriuni, sum er deildin omanfyri Seriu 1, har ÍF Føroyar hevur spælt í ár. AB 70 og Jægersborg spældu í heyst dyst um, hvør teirra skuldi flyta niður í Seriu 1. AB 70 vann dystin, men nú vísir tað seg, at liðið nýtti ein leikara, hvørt leikaraloyvi ikki var í lagi. Flestum kunnugt er hetta í stríð við fótbóltsreglurnar, og hetta hevur Jægersborg kært og nú eisini fingið viðhald í. Tískil var AB 70 dømt at tapa dystin, og Jægersborg fær tey trý stigini. Broytingin á úrslitinum hevur eisini við sær broytingar á stigatalvuni, soleiðis at Jægersborg verður verðandi í Keypmannahavnarseriuni, meðan AB 70 flytir niður. 10 milliónir fyri sigurin AaB skrivaði í gjár søgu, tá teir sum fyrsta danska liðið gjørdust nummar trý í bólkaspælinum í Champions League. Stini, sum sigurin gav, geva 4,2 milliónir krónur í bonus, men samlaða virðið kann væl koma upp um 10 milliónir. - Hetta seinasta er sjálvandi tengt at, hvør mótstøðan verður, tá vit skulu spæla í Euro-league, sigur Lynge Jacobsen, ítróttarstjóri í AaB.